fríggjadagur 17. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2009
13
viðmerkingar
Í samband við sokallaða
“Pakkan”, sum landsstýrið
arbeiðir við, bjóðaði eg
báðum kommunufeløgum
á fund her í Fíggjarmála
ráð num. Á fundinum lut
tók borgarstjóran í Havn,
sum eisini er formaður fyri
KSF og formaðurin fyri
Føroya Kommunefelag. Eg
gjøgnumgekk tær ætlanir,
sum vit arbeiða við og
vóru ríkiligir møguleikar at
fáa útgreina ávís viður
skifti umframt at gera við
merkingar – eisini kritisk
ar. Tað var júst endamálið
við fundinum. Fundurin
tyktist sera jaligur, og
dagarnir eftir hoyrdist
einki frá hvørgum av
kommunufeløgunum.
Men nú knappliga kemur
Heðin Mortensen sum
ketta upp úr høvdatrog við
sera hvassum atfinningum
í bløðunum, í útvarpi og á
øllum portalum, tó fram
vegis uttan at hava sett seg
aftur í samband við meg
ella Fíggjarmálaráðið.
Løgin arbeiðsháttur.
Undir yvirskriftini
“Land ið tekur til sín frá
kommununum” finst
Heðin Mortensen harðliga
at búskaparligu ætlanum
hjá Fíggjarmálaráðnum
ella sokallaða `”Pakkan
um..”
Fyrst ein lítil rættleiðing.
Í grein síni tosar Heðin
Mort ensen um kreppu
pakkan hjá landinum.
Hetta er misskilt, tí talan er
ikki um ein kreppupakka,
men um ein pakka við:
* Bygnaðartiltøkum
* Rakstar og
rationaliseringstiltøkum
* Virkisskapandi tiltøkum
Í greinini sigur Heðin
Mortensen, at landið tekur
til sín av tí sindrinum, ið
kommunurnar fáa í dag,.
Tað er ikki rætt, tá sagt
verður, at kommurnar bert
fáa eitt sindur. Gongdin
seinastu nógvu árini vísir
nakað heilt annað. Talvan
niðanfyri vísir, hvussu
parturin hjá ávikavíst
kommunum og landið av
skattskyldugu inntøkunum
hjá borgarunum hevur býtt
seg seinni árini.
Sí talvu 1
Verður hugt eftir rokn
skapartølunum fyri árini
1997 – 2007 sæst, at landið
hevur økt sínar útreiðslur
til rakstur og løgur mun
andi minni enn komm
unurnar hava og enntá
munandi minni enn
vøkstuirn í broutto tjóðar
úrtøkuni í sama tíðarskeiði.
Talva 2 vísir gongdina.
Sí talvu 2
Onkrar uppgávur eru í
hesum tíðarskeiði lagdar út
til kommunurnar at umsita.
Barnverndin varð løgd út á
tann hátt, at landið lækkaði
landsskattin eitt prosent
stig, móti at kommurnar
kundu hækka sítt prosent
tilsvarandi. Tá barna
ansingin bleiv flutt til
kommunurnar, fingu
kommunurnar kompen
serað væl meir enn barna
ansingin tá kostaði. Men
kommunurnar hava tó
síðan útbygt hesa tænastu
munandi.
Tað er tó ein sannroynd,
at kommunurnar seinnu
mongu árini hava tikið ein
størri og størri part av
teimum skattakrónum, ið
kravdar verða frá borg ar
unum, men avgerandi er
tó ikki, hvat land og
kommunur taka frá
hvørjum øðrum, men
heldur hvat borgarin far
aftur fyri tað, ið land og
kommur taka frá honum.
Men mín niðurstøðan er
fyri at brúka orðini hjá
Heðini Mortensen at tað
er sera ivasamt, um
kommunurnar nú fingu ein
lítlan og landið ein stóran.
Kanska var tað beint
øvugt.
Henda søgan, ið sigst føra
okkum fram móti einum
sjálvberandi búskapi,
byrjar í bóklinginum: Frá
heimastýri til fullveldi.
Hesin bóklingur varð borin
hvørjum húski í Føroyum í
2000. Fólkaflokkurin,
Tjóðveldisflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin sótu tá
í samgongu, og tey trý,
Anfinnur Kallsberg, Høgni
Hoydal og Helena Dam á
Neystabø, hava sett síni
nøvn á síðu 5 fyri nevndu
flokkar.
Á aftastu síðu, seinasta
brotið, stendur soleiðis
(endurgeving): ‘Yvirskotið
hjá tí almenna hevur nú í
nógv ár verið ógvuliga
stórt. Í ár 2000 verður
minni enn ein triðingur av
tí danska stuðlinum
brúktur í samfelagnum.
Restin fer til samansparing,
sum skal nýtast, um
búskapurin verður fyri
afturgongd.
Hetta er orsøkin til, at
búskaparfrøðingar siga, at
løtan er lagalig til at fara
undir at byggja upp ein
sjálvberandi búskap’
(endurgeving liðug).
Í 2001 verður semja
gjørd millum Landsstýrið
og donsku stjórnina um, at
ríkisveitingin í 2002 verður
sett til 615,5 milliónir
krónur. Hetta er ein niður
skurður frá árinum fyri við
366,4 milliónum í
sambandi við, at vit
yvirtaka skúlaverkið og
almenna forsorg. Sam
stundis verður blokkurin
fastlæstur tey næstu 5
árini, meðan hann varð
prístalsviðgjørdur
frammanundan.
Mannagongdin, tá ið
blokkurin verður fast
frystur, er síðan, at hvørt ár
í desembur mánaði
undirskrivar okkara
fíggjar málaráðharri eina
avtalu, sum sigur, at blokk
urin skal ikki dýrtíðar
viðgerast, við øðrum
orðum: Hann skal lækkast
við dýrtíðar viðbótini. Eins,
zwei, drei, keine Hexerei,
nur Behändigkeit.
Í Sosialinum 30. juni í
ár sigur Jóannes Eides
gaard, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, at tað ’er at
bíta høvdið av allari
skomm’ (um vit fara at
biðja um at ‘hækka’
blokkin, hjh).
Hvør eigur skommina,
um nøkur skomm er? Er
tað ikki tit, ið manna
løgting og landsstýri? Tit
settu sjálvstýraran til fyri 9
árum síðan, og tit vilja ikki
broyta kós, tí tað er
skomm! Ella duga tit ikki?
Ella fáa tit tykkum ikki til
tað? Tí tað er skomm?
Í skjótt 9 ár hava vit siglt
fram móti einum sjálv
berandi búskapi, vit sigla
enn við fullari ferð, og
kósin er hin sama. Og tað
er skomm at broyta kós?
Ein stórur partur av
Føroya fólki biðjur ikki um
at hækka blokkin, vit biðja
bara um, at tit, ið manna
løgting og landsstýri, ikki
lækka hann aftur í ár. Um
hann ikki varð lækkaður
øll hesi árini, hevði nógvur
peningur staðið í grunni til
verri tíðir, sambært bók
linginum nevndur oman
fyri.
Ríkisveitingin hevði í ár
verið 1,4 milliard, einans
0,1 % ein promilla – av
donsku fíggjarlógini, sam
bært Høgna Hoydal á
heimasíðu Tjóðveldis
04.12.2008.
So, fíggjarmálaráðharri,
er munur á skommini, um
vit taka tað, vit hava rætt
til ella bara ein part av tí?
Um tað er skomm at taka
móti øllum blokkinum, er
tað so ikki eisini skomm at
taka móti parti av honum?
Tí eiga vit antin at taka
móti øllum blokkinum ella
ongum, ikki einum tílíkum
heimasmíðaðum kripli,
sum hann er gjørdur til. Og
tað er eingin orsøk til at
fara at samráðast um at
skerja hann eina ferð
afturat, sum fíggjarstøðan
er í løtuni.
Vísar kvinnur og vísir
menn hava sagt mangt gott
gjøgnum tíðirnar. Vit áttu
at lurtað oftari eftir teimum
og
latið vit og skil rátt. M.a.
verð ur sagt, at “tann, ið
sigrar á sær sjálvum, vinn
ur størsta sigurin” (Kung
FuTse, Buddha og onnur).
Vit kenna eisini søguna um
tær sjey feitu kýrnar, men
tað er eftir øllum at døma
ikki góður politikkur í dag.
Lat tað at enda vera sagt,
at blokkurin bjargar okkum
neyvan. Vit noyðast at
finna nýggjar inntøku
keldur og skapa nýggjar
vinnumøguleikar, um vit
skulu fá ein sjálvberandi
búskap, men eg ivist í, um
hann verður sjálvberandi
einans við at skerja
inntøkur landsins. Men
álitið og trúvirðið á okkara
fólkavaldu eru illa trevsað
av tílíkum politiskum
avgerðum.
Áhugavert hevði verið at
frætt, hvat búskapar frøð
ingarnir siga um støðuna
nú?
E.S.: Hans Pauli, taki
hattin av fyri tær, bæði tað
tú hevur framt sum
landsstýrismaður og fyri
avgerðina um at fara frá.
landsstýrismaður
Jóannes
eidesgaard
Hans J.
Hermansen
Aftursvar til Heðin Mortensen, borgarstjóra
1985
2007
Kommunurnar partur av skattskyldugu inntøkunum
12,9%
16,4%
Landskassans partur av skattskyldugu inntøkunum
21,0%
16,7%
Útreiðsluøking hjá kommunum frá 1997-2007
238%
Útreiðsluøking hjá landinum frá 1997-2007
75%
Vøkstur í BTÚ frá 1997-2007
110%
Talva 1
Talva 2
Søgan um frysta blokkin
Borgarstjórin í Havn
hevur víst á, at skatt
gjald ararnir í Suður
streymoy koma at gjalda
skatt fyri allar Føroyar,
um ein javning millum
kommunur verður sett í
gildi. Við fyrsta eygnabrá
kann hetta tykjast rætt,
men sannleikin er, at allir
býir og bygdir uttan um
Suðurstreymoy í longri
tíð hava verið við til at
gjalda skatt til marglæti
hjá Tórshavnar
Kommunu.
Javning millum kommunur
hevur verið nógv umrødd
hesa seinastu tíðina, og tó
at nógv er komið fram,
meti eg ikki, at málið er
nóg væl og rætt lýst.
Ein slagsíða av høvuðs
staðar argumentum hevur
givið fleiri borgarum í
Fø royum ta fatan, at
út javn ingin er órættvís.
Hetta er langt úti, og
kann eg ikki, sum virkandi
borgarstjóri í Klaksvíkar
Kommunu, lata hetta týdn
ingarmikla mál fara ósvar
að aftur við borðinum.
Framleiðslan
úti um landið
Í meiri enn 100 ár hevur
fiskivinnan verið ein ber
andi partur av tí føroyska
vinnuvegnum.
Hetta er, sum flest øllum
kunnugt, nógv tann størsta
útflutningsvinnan í Føroy
um.
Klaksvík er fiskivinnu
høvuðsstaður føroyinga, og
økini uttan fyri Havnina
hava staðið á odda fyri so
at siga allari framleiðslu
upp gjøgnum árini.
Skulu vit reksa fleiri av
teimum virkjum, sum hava
verið við í hesari fram
leiðslu, kunnu vit nevna
Kósin, Bakkafrost, Havs
brún, Vaðhorn, Alilaks,
Fiskavirkið í Fuglafirði,
Kovin, Tavan, Norðís,
Norðfrá og fleiri afturat.
Øll hendan framleiðslan
hevur verið við til at hildi
føroyska samfelagnum
uppi, og ikki minst Tórs
havnar Kommunu.
Havnin fær
inntøkurnar
Allir fiskurin, sum hevur
verið og dagliga verður
virkaður kring landið, er í
seinastuni alt meira blivin
útfluttur umvegis bryggju
kantin í høvuðsstaðar
kommununi.
Harvið er tað bara ein
kommuna, sum fær vøru
gjøldini og aðrar inntøkur
sum hetta virksemið gevur,
og tískil ágóðan av øllum
inntøkunum, av tí, sum
framleitt verður úti um
landið.
Hesi vørugjøld hava
givið Tórshavnar Havn
umleið 30 mió. kr. í yvir
skoti, sum er so at siga tað
sama, sum ein javning
millum kommunur hevði
borið við sær.
Harafturat liggur eitt
stórt Fiskimálaráð við eina
ørgrynnu av arbeiðs
plássum og fóðrar pengar
til kommununa umvegis
skattin. Væntandi hevði
einki Fiskimálaráð verið,
um eingin fiskaframleiðsla
var.
Alneyðugt fyri at
fáa javnvág aftur
Eg vil við hesum brævi
vísa á, at tað er heilt
burturvið, sum Heðin
Mortensen, borgarstjóri í
Havn og formaður í KSF,
førir fram, tá ið hann sigur,
at Havnin í einari javning
arskipan kemur at gjalda
skatt fyri útjaðaran.
Tvørturímóti er skipanin
alneyðug fyri at fáa javn
vág í samfelagið aftur, tí í
dag fær Havnin bæði í
posa og sekk.
Lat meg leggja afturat, at
ein javningarskipan ikki
einsamøll verður nóg mik
ið fyri at venda skeivu
gongdini.
Neyðugt verður eisini
hjá landsmyndugleikunum
at leggja nakrar av al
mennu stovnunum úti um
landið.
Samanborin við eina
javning geva almenn
arbeiðspláss so ótrúliga
nógv meiri enn bara
pengar.
Ikki bert Havnin, men
allar Føroyar – tvs. eisini
onnur øki enn Suður
streymur – hava brúk fyri
akademisku arbeiðs
plássunum, tí slíkir
persónar og familjur skapa
nógv virðismikið í sínum
nærumhvørvi, sum er so
umráðandi fyri trivnað og
menning.
Slík arbeiðspláss verða
heldur ikki líka harðliga
rakt av konjunktur
broytingum í fiskivinnuni
og samfelagnum sum
heild.
Javning ein sjálvfylgja
virkandi borgarstjóri í
Klaksvíkar Kommunu
Jógvan
skorHeim