fríggjadagur 17. juli 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
12
Nr. 135 • 17. juli 2009
Læknin og sjálvlærdi films leik
stjórin Nils Malmros misti ikki
áhugan fyri Føroyum, tá ið filmur
hansara Barbara var liðugur og
frumsýndur í 1997.
– Eg havi fasta avtalu vð
lækna felagið í Keypmannahavn
um at fara við sum ferðaleiðari
hjá læknum til Føroya annað
hvørt ár, sigur Nils Malmros, sum
júst hevur verið á vitjan.
Hesa ferð var hann ferðaleiðari
hjá átta kvinnum. Kvinnurnar vóru
lesibólkurin hjá Marionnu, sum er
kona Nils Malmros.
Hann koyrdi runt í landinum og
vísti teimum støð, sum hann helt
vera verd at vitja, og tey vitjaðu
fleiri støð, har upptøkur til filmin
Barbara vóru gjørdar. Tey vóru í
Mykinesi, men ikki bar til at fara
gongutúr í fjøllini, tí summar
av kvinnunum vóru høgt uppi í
árunum.
Sum altíð sóu tey eitt kvøld
filmin Barbara, ið fæst á dvd.
Vakri Mýlingur
Marianna og Nils Malmros
tríggjar dagar longur. Tey ganga
altíð nógv fjøllunum í Føroyum,
og hvørja ferð eru tey uppi á
fjallinum Mýlingi, sum tey eru
sera hugtikin av.
Tey fyrstu trý árini eftir, at
filmurin Barbara var komin, ferð
ast hann ofta í Føroyum, og tey
trý árini var hann ferðaleiðari í
Føroyum hjá umleið 1600 fólkum.
Nils Malmros sigur, at næst
an hvørja ferð, hann vitjar,
hevur hann fólk við sær og er
ferðaleiðari teirra.
– Mær dámar væl at hava
onnur við, tí so upplivi er landið
upp á onkran nýggjan máta, tí
eg síggi Føroyar gjøgnum teirra
eygu, sigur Nils Malmros.
Hann hevur ferðast víða og
verið í nógvum londum, men
fyri hann er Føroyar nakað heilt
serligt.
– Íslendska náttúran er minst
líka dramatisk sum tann føroyska,
men tað er okkurt melankolskt
við føroysku náttúruni. Føroyska
náttúran hevu eina heilt serliga
sál, sigur Nils Malmros.
Lætt at ferðast her
Marianna og Nils Malmros halda
tað vera lætt hjá útlendskum
ferðafólkum at ferðast í Føroyum.
Næstan hvagar tey enn fara,
ber til at koma aftur um kvøldið
til gistingarhúsið, har tey hava
innivist. Samferðslan er so góð.
Undirsjóartunlarnir hava gjørt tað
lættari at ferðast, men sjálvsagt
er okkurt mist, nú ikki er neyðugt
at sigla, halda tey. Tað er skjótt
at koma eftir, hvussu alt virkar,
og fólk eru fyrikomandi og løtt at
práta við. Eingir trupulleikar eru
við at fáa neyðugar upplýsingar
um ferðing og annað.
Aðrir filmar
Síðan filmin Barbara hevur Nils
Malmros gjørt tveir aðrar filmar.
Í 2002 kom filmurin »At kende
sandheden«, sum er um pápa Nils
Malmros, ið var heilaskurðlækni
og doyði av krabbameini.
Nýggj asti filmur hansara eitur
kærestesorg og var frumsýndur
í vár.
Nils Malmros heldur tað
vera løgið, at hvørgin av hesum
filmunum enn hevur verið sýndur
í Føroyum. Nýggjasti filmurin
»Kærestesorg« hevur fingið
avbera góða móttøku, og á
filmsfestivalinum í Shanghai fekk
hann virðisløn fyri at hava besta
kvinnuligan sjónleikara. Tað var
eitt avrik, tí hann vann í kapping
við 270 aðrar filmar.
Nils Malmros veit ikki, um hann
fer at gera fleiri filmar. Eingin er á
skránni beint nú, men hvør veit?
Næsta summar kemur hann
aftur til Føroya sum ferðaleiðari
hjá donskum læknum.
Vitjar aftur og aftur
Nils Malmros dámar best at hava fólk við sær til Føroya og vera teirra ferðaleiðari, tí upp á tann mátan upplivir hann altíð okkurt nýtt, sær landið við teirra eygum
Mynd: Eirikur Lindenskov
Síðan hann gjørdi filmin um Barbara, hevur filmsleik
stjóri Nils Malmros vitjað aftur í Føroyum hvørt ár –
minst eina ferð um árið. Tað er okkurt serliga
melankolskt við føroysku náttúruni, sigur Nils Malmros
Summargestur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo