Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 135 - 17. juli 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Javnaðarflokkurin velur yngra ættarliðið Tá føroyskir flokkar skulu sett nýggj landsstýrisfólk eru vanliga mong fyrilit at taka. Ein flokkur kann lata ymisk atlit telja við í tilgongdini, eitt nú long og trúføst tænasta fyri flokkin, kynsbýti ella ein møgulig uppstilling til eitt komandi val. Spurningurin um avloysaran hjá Hans Paula Strøm hevur sett flokkin í trupla støðu. Lagna HP hevur skelkað flokkin, og vandin fyri maktstríði er mangan til staðar, tá persónsmál eru á dagskrá. Nógv hevur verið talað um, hvør, ið skal taka við eftir Jóannes, og tí var áhugin fyri júst sessinum hjá HP so stórur. Tað er í grundini løgið, at talan um formanskifti í Javnaðarflokkinum fyllir so nógv, tí Jóannes er enn í góðum árum og tykist vera væl fyri í allar mátar. Men tað skerst ikki burt, at flokkurin veksur ikki undir hansara leiðslu, og tað er júst slíkt, sum fær søgur um formanskifti at ganga. Tað eru hartil tey, sum ikki halda seg aftur, og tað bøtir ikki júst um støðuna hjá formanninum. Nýggja valskipanin við einum felags valdømi hevur elvt til, at tinglimir og landsstýrisfólk kenna seg sum standandi í einum áhaldandi valstríði. Vit fáa tí javnt og samt sterkar markeringar frá teimum, sum eru framsøkin, og hetta ger tað heldur ikki lættari at vera formaður í flokki, sum er staddur í eini støðu, sum kann minna eitt sindur um kreppu. Leiðsla Javnaðarfloksins er sjálvsagt greið yvir hesa støðu og kundi havt nýtt høvi til at styrkt flokkin, har tørvur er á endurnýggjan og øktari megi, nevniliga á tingi, har flokkurin burtursæð frá ávísum persónligum markeringum ikki er serstakliga sjónligur enn minni sterkur. Tað var júst hetta vit loyvdu okkum at filosofera um í gjár. Men Javnaðarflokkurin valdi ta meira einføldu loysnina, og tað kann ein skilja, tí nógv talar hóast alt ímóti stórum broytingum í eini støðu, har tað brýtur í bæði borð. At valið fall á júst Aksel V. Johannesen er óvæntað og tí sera áhugavert, tí tað vísir, at Javnaðarflokkurin hóast alt dugir at líta frameftir. Aksel V. Johannesen hevur sera góðar fortreytir fyri at røkja eitt krevjandi starv sum heilsumálaráðið. Hann hevur góða og viðkomandi útbúgving og tilsvarandi vinnuroyndir, hann hevur, tað lítla vit hava sæð og hoyrt til hann, virkað tungusnjallur, dámligur og sakligur. Hóast sín unga aldur tykist hann hava politiskt pondus, og er helst ein, sum ikki lættliga verður tikin av fótum. Í ÚF í morgun, har hann fyri alt tað dugdi sera væl at svara fyri seg, talaði hann um at vera eyðmjúkur mótvegis sínum politiska starvi. Verður sæð burtur frá valstríði Obamas, nær hava vit so seinast hoyrt ein politikkara nýtt orðið eyðmjúkur? Hetta er í hvussu so er óvanligt málbrúk millum føroyskar politikkarar og gevur mynd av manni, ið tekur sína politisku ábyrgd í størsta álvara. Síðst men ikki minst tykist Aksel vera ideologiskt væl grundaður og er hetta nakað, sum flokkur hansara hevur stóran tørv á, tí mangan er torført at síggja munin á Javnaðarflokkinum og hinum flokkunum í politiska spektrinum. Vit ynskja nýggja heilsumálaráðharranum hjartaliga tillukku. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Síðst í juni fingu 24 sjúkra røktarfrøðingar prógv sum bachelorar. Hesir høvdu tikið ískoytis­ útbúgvingina, sum upp­ graderar sjúkrarøktar frøð­ ingar eftir eldru útbúgv­ ingum til bachelorar. Sjúkrarøktatfrøðisskúlin bjóðaði hesa útbúgving út í fjør. Sera stórur áhugi var fyri henni – yvir 100 søktu inn! Hetta ber boð um ein fakbólk, sum brennir fyri menning – nevnast kann, at í somu viku sum ískoytis bachelorarnir fingu prógv, fingu eisini 27 sjúkra­ røktarfrøðingar prógv sum kliniskir vegleiðarar. Ætlanin hevur altíð ver­ ið, at ískoytisút búgv ingin skal halda fram, til tørv­ urin á hesi útbúgving er nøktaður. Hetta hevur felag ið fingið tilsøgn um frá fleiri landsstýris fólk­ um, sum hava sitið í mentamálaráðnum. Vegna væntandi játtan hevur skúlin ikki havt møgu­ leikan at bjóða ískoytis­ útbúgvingina út. Hetta kemur mongum dátt við. Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava nomið sær útbúgv­ ingina eftir tí gomlu skip­ anini, hava eitt krav at fáa møguleikan at taka hesa útbúgving á hvørjum ári. Felagið hevur verið á fundi við mentamálaráðið um hesi viðurskifti, men tað hevur fingið at vita, hóast mótmælið, at pengar ikki eru í ár. Hetta er sera óheppið. Tað tykist okkum løgið at byrja eina útbúgv­ ing fyri at støðga eftir bert einum ári! Skúlin hevur nýtt nógva orku uppá hesa ískoytisútbúgving, og tey lesandi hava verið væl nøgd. Hesin steðgur kann verða ógvuliga kostnaðar­ mikil. Byrjað má verða av nýggjum, tá ískoytisút­ búgv ingin aftur fer av bakkastokki. Felagið eftirlýsir eitt alment kjak um, hvat fyri visjónir eru fyri menning á útbúgvingarøkinum. Vælvitandi, at ein alheims fíggjarkreppa herjar í hes­ um døgum, sum eisini rørir okkara lítla samfelag, er okkara greiða meining, at rætta leiðin ikki er at spara á útbúgvingarøkinum. Nógv kjak hevur tó verið um, hvussu vit kunnu fáa tey ungu at støðast í Føroy­ um – og hvussu útbúgvin fólk kunnu venda nøsina heimaftur. Men hesi signal, sum nú verða send út, fara ikki at hjálpa nakað uppá hesa støðu. Tað fara uttan iva fleiri sjúkrarøktar­ frøðingar til t.d. Danmark­ ar at nema sær hesa út ­ búgving, og tað er als eingin trygd fyri, at hesi fólkini koma aftur. Vónandi verður umrað­ fest á fíggjarlógini soleiðis, at ískoytisútbúgvingin kann halda fram. Í okkara grannalondum hevur hetta tilboð verið í fleiri ár, og haldi eg ikki, at tað sømir Føroyum at standa aftanfyri í so máta! Stak harmiligt, um møgu­ leiki ikki er fyri ískoytis­ útbúgving hjá sjúkra røktar­ frøðingum í Føroyum. Í fjør søktu meir enn 100 – so áhugin er avbera stórur. Øll kunnu brenna út, missa arbeiðsgleðina. Tó eru sjúkrarøktar frøð ing­ arnir ein fakbólkur, sum serliga er í vanda fyri at brenna út, um tey ikki av og á fáa nýggjan fakligan íblástur. Hetta er serliga galdandi fyri teir fak bólk­ ar, sum í stóran mun nýta sjálvan seg í arbeiði sínum. Talan kann eisini vera um millum annað: náms frøð­ ingar, sosialráðgevar, lærarar, heilsuá – og atstøðingar. Faklig menning, virðing og tað at kenna seg ‘ílatn­ an’ til at loysa eina upp­ gávu er neyðugt, um fólk skulu varðveita arbeiðs­ gleðina – áhaldandi brenna fyri, heldur enn at brenna út í mun til arbeiðsøkið sítt. Tað eru júst eftir –og ískoytisútbúgvingar, sum eisini skapa fakliga menn­ ing, ‘letur arbeiðsmegina í’ og fær starvsfólk at varð­ veita arbeiðsgleðina. Umsorgan og besta røktin í vanda? Las herfyri eina analysu, sum vísti á, at heitar hendur fóru at resta í alla staðni í norðurlondum um heilt fá ár – fleiri eldri og færri arbeiðsførar hendur. Góðir eftirútbúgvingar­ møguleikar er avgjørt eitt sum eggjar fólki at søkja eitt starv, umframt at eftirútbúgving á heilsu­ økinum er neyðug, um vit skulu tryggja øllum bestu røktina. Í Føroyum verða fólk innløgd oftari og longri enn í londunum, sum vit blivu samanborin við í Valconkanningini. So ikki minst her er brúk fyri heitu hondunum, um ætlanin er, at verandi mynstur skal halda áfram. Talið á pensjónistum í Føroyum er um fá ártíggju trífaldað. Og heitu hond­ unum í umsorganarøkinum er serliga tørvur á jú eldri fólk gerast – tí jú eldri vit verða – størri tørv hava vit á hjálp frá umsorganar­ økinum. Hvør skal rinda? Landið eigur avgjørt at eggja og kveikja uppundir ískoytis­ og eftirút búgv­ ingar. Ja, útbúgvingarøkið sum heild. Men kanska tíðin eisini er búgvin, at størri krøv verða sett til arbeiðsgevarar um frí við løn til viðkomandi eftir­ útbúgving? Og kanska yrkisfeløgini eisini í størri mun enn í dag eiga at birta uppundir, at limir teirra støðugt eftiutbúgva seg? Veit væl at fleiri yrkisfeløg leggja stóra orku í júst hetta økið. Men kanska eitt áhugavert evni at viðgera eisini til sáttmálasam­ ráðingar hjá enn fleiri ­ Haldi avgjørt, at vit her hava eina felagsábyrgd. Menningin av sjúkrarøktini, eitt slag fyri bógvin BErgtórA H. JoENSEN VÁr Í goNg Heldur brenna fyri enn brenna út