fríggjadagur 17. juli 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 135 - 17. juli 2009
Við freku tekst
unum og hart
pump an di tón leiki
num, høvdu MC Hár
fólkini framm an
fyri Stóra Pall í ein
um jarn hal di, allan
veg in. Tað var feitt!
Ordi liga feitt!
UMMÆLI
Sveinur Dam
sveinur.dam@gmail.com
Tey siga, at man gloymir
ongan tíð ta fyrstu ferðina,
og eg má viðganga, at eg
minnist væl mína fyrstu
ferð. Fyrstu ferð eg upp
dagaði Framvegis Uttan Vit
hjá MCHár. Tað var fan
tas t iskt at hoyra slíkt á før
oysk um, og eg tráðlurtaði
hana niðri hjá systir míni,
ið stutt áðrenn hetta var
flutt heim til Føroya. Hetta
var í 1998.
Í kvøld var eitt ekta
nostal gi tripp, tá Niels Uni
Dam og Rókur Jákupsson
Jacob sen tóku okkum við
til tey freku 90'ini. Tekstir
um oralsex, analsex, at
roykja hash og drekka øl,
hava ongantíð verið fram
born ir so frískt og rebelskt,
sum í kvøld. Ljóðið var gott
og tað hoyrdist, at bólkurin
hevur 18 ár á baki, tó við
skiftandi manningum.
Seinastu árini hevur Rók
ur Jákupsson Jacobsen ver
ið sangari í bólkinum, og
tað ber illa til, ikki at blíva
im poneraður av hansara
rødd, ið man vera millum
tær allarbestu. Tað er ótrú
ligt, so væl hann orkar at
skrála, rakar hvønn tóna
klokku reint og hevur ein
brodd í røddini, ið man ofta
sakn ar hjá øðrum.
Sum tónleikabólkur er
MCHár helst eitt eindømi í
heimi num. Teir hava verið
til í 18 ár, og hesa tíðina
hava ikki færri enn 80 fólk
ver ið knýtt at bólkinum.
Hóast hetta, so skuldi man
trúð, at manningin, sum var
í kvøld, hevur spælt saman
øll árini.
Sleppa avstað
við øllum
MCHár duga at gera eina
ordi liga framførslu. Tað
hava teir mangan prógvað
fyrr, men eg havi ongantíð
áð ur hoyrt teir so góðar,
sum í kvøld. Hóast allir
smá lut ir nir ikki vóru heilt
sum teir skuldu, so bilti
hetta als ikki, tí ein bólkur,
sum dugir so væl at fýra
hann av, sum MCHár, kann
sleppa avstað við næstan
øll um, tí teir geva ikki
á hoyrar unum
frið
eitt
sekund. Og neyvan finst
ein annar bólkur í heimi
num, ið klárar at fáa fleiri
túsund føroyingar til at rópa
SPERM í kór.
Alt kókaði
Settlistin taldi nógv av
teim um gomlu løgunum,
og byrjaði við ikki færri
enn 5 sangum, sum koyrdu
út í eitt, áðrenn Niels Uni
fyrs tu ferð helt ein lítlan
steðg, har hann tosaði um
tey farnu 18 árini, og frakk
an, hann hevði á, til teirra
allarfyrstu framførslu.
Eftir hendan lítla steðgin,
koyrdi tokið aftur, og tær
fáu ferðirnar, Niels Uni to s
aði millum sangirnar, var
tað eins og at hann bert oys
ti bensin á bálið framman
fyri pallin.
At enda seinast spældu
teir sangin um tað, sum teir
hava, sum tú ikki hevur.
Teir meina sjálvsagt við
hár, men av tí at eingin
teirra hevur so nógv hár
long ur, uttan kanska báðir
guitar spæl ararnir, fingu teir
SIC upp á pallin at syngja
kór. SIC fingu veruliga
pall in at kóka, og við berum
rey v um og langum hári,
rópaðu teir okkum gjøgnum
síðstu etapu. Áðrenn eyka
nummar ið, skilst, tí teir
blivu sjálvsagt skrálaðir inn
á pallin aftur, og endaðu
fram førsluna við Tú Er
Deyð ur. Alt kókaði, men nú
var slutt. Tíverri, freistast
man at siga, tí eg hevði væl
kunn að hoyrt nógv meira
av teimum.
GEV MÆR ØL, GEV MÆR
HASH, GEV MÆR MC-HÁR
James var feitari fyrr, stóð á troyggjuni hjá Róki Jákupsson
Jacobsen, men MC-Hár hevur ikki verið feitari enn tað
sama
Mynd: Álvur Haraldsen
Niels Uni Dam í klæðum
sum ein og hvør annar
maður, men seinni fór blusan
av og rapparin fór í ein
appilsinlittan vest
Mynd: Álvur Haraldsen