Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 135 - 17. juli 2009 tíðindi Guðrið Hansdóttir er ein óvanliga dugna lig song­ kvinna og sang­ skriv ari, men á palli num tykist hen ni at mang la eitt sindur av dirvi, at vera spontan. Fram førslan var góð, men eitt sind­ ur stív, og av tí sam a kendist tað eitt sindur sum at hoyra fløguna aftur UMMÆLI Sveinur Dam sveinur.dam@gmail.com Hóast framførslan varð næst an ein tíma seinkað, sá hetta tó ikki út til at nerva Guðr ið stórvegis, tá hon í glit r an di, lillafarvaðum pail lett sett um kjóla, opnaði Stóra Pall við Múrin. Framførslan var fín, sum so, men sambandið til á hoyr ar arnar kundi verið bet ri, og eg saknaði eitt sind ur av ”in your face-atti- tu du” av pallinum. Ei held- ur var ljóðið tað besta, so tað gjørdist næstan sum at hoy ra fløguna, bara við ver- ri ljóðblandi. Lítil munur á upptøku og live Guðrið spældi flestu løgini av síni nýggju útgávu, The Skies are Opening, ið hevur verið heilt væl móttikin mill um manna. Einasta undan takið var Sleeping with Ghosts, ið er blivið eitt slag av eyðkennislagi hjá hen ni. Hon legði út við lagnum I Wish You Would Know. Het ta lagið var, eins og fles- tu av hinum løgunum, trygt og væl spælt. Einasti tru- pul leikin var, at tey vóru næstan OV væl spæld. So væl, at munurin á upp tøku- num og live framførslunum var lítil og eingin. Hetta er eitt sindur synd, tí við ein- um so væl samanspældum bólki aftanfyri seg, átti Guðr ið at kunnað loyvt sær at verið eitt sindur meira frí á pallinum. Hetta hevði ei si ni hóskað væl til stílin hjá henni, at verið sam svar- a nd i frí í upptraðkan, sum í klædnastíli. At hetta var fyrsta fram- førslan á pallinum, gekk tí v erri út yvir ljóðið, ið var nak að óbalanserað og rótut til tíðir. Hetta var møguliga ei si ni ein trupulleiki á palli- num, tí kórið ljóðaði til at ha va trupulleikar, og sang bein leiðis falskt til tíðir, hóast kórgenturnar báðar, Unn og Rannvá, eru dugna- ligar sangarinnur. Má tora betri Samanumtikið hevði eg ynskt, at Guðrið tordi betri at framføra. At hon kom long ur út yvir pallkantin, so at siga. Hitt riggar væl til in tima r framførslur, men á ein um stórum palli, verður tað ov líkasælt. Og so at ljóð ið var í lagi, bæði á og av pallinum, men tað liggur uttan fyri ávirkanina hjá Guðr ið. LONGUR ÚT, GUÐRIÐ Guðrið Hansdóttir var pen og tað sama var framførslan, sum til tíðir lá ov nær upp at fløguútgávu hennara Mynd: Álvur Haraldsen