Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 17. juli 2009 27 Fyri tveimum árum vóru Anfinn & Co rendir upp á stóra pallin at spæla, tá veðurlíkindini forðaðu útlendskum bólkum at koma til landið til tíðina. Og hetta var vorðið sum framførsla! Nú eru teir aftur klárir til enn eitt tørn á Summar Festivalinum.. Tónleikur Ragnhild Ellingsgaard “Eg eri ein glæviiiiir.... Havna­ mæviii i ir”. Orðini verða nærum drig in út í tað óendaliga í ven j ing­ ar hølunum í Dávavirkinum í Klaks vík, tá Anfinn Nielsen við eyð kendu røddini hitar upp til eitt brak av eini konsert á Summar Festi valinum 2009. Við eini fra m­ úr skarandi manning afturat sær sjálv um ivast hann onga løtu í, at fram førslan í ár verður eins góð – um ikki enn betur – enn tiltikna konsertin á SF 2006, tá Anfinn & Co vegna seinkingar hjá teim út lendsku bólkunum hálvgum enda ðu sum eitt høvuðsnavn á stóra pallinum. ­ Tann framførslan var jú heilt fan tast isk fyri meg. Hatta var jú slett ikki meiningin, men stóra manna rúgvan var alvorliga við uppá tað! Har var heilt proppað av fólki, sum øll stóðu og sungu við, minnist Anfinn aftur á løtu­ na. Tað hevur tó ongantíð verið gamalt fyri raskar menn at leggja seg hvílandi niður á laur berja­ bløðini, so í farnu viku fór Anfinn sam an við bólkinum undir venjingarnar til avbjóðingina fyri framman; nevniliga eina fram­ førslu á SF 2009, sum skal blása alt og øll púrasta umkoll. Við eini framúrskarandi mann­ ing, sum umframt Anfinn Nielsen telur Magna Husgaard, Mikkjal Hvanna stein, Petur Hans Niclasen, Fróða Baldvinsson, Jens Paula Joen sen og Karl Martin Samuelsen verða gomlu løgini latin í ein nýggj an, nógv meira rokkutan ham og hoyrist tað heilt týðiliga út frá venjingarhølunum, at talan her er um svangar menn, sum vilja trýsta hvønn tann einasta tón an út í nakað, sum veruliga kann fáa fólk upp at koyra. ­ Eg havi tveir fantastiska dugna ligar gittaristar við mær hesu ferð – og tað fer at hoyrast! Teir hava fingið nærum frítt spæl, so nøkur av teim gomlu løgunum eru rættiliga nógv broytt. Til tað betra, sjálvandi, lovar Anfinn. Anfinn gav í septembur 2008 út nýggja fløgu og hevur hesin bólk­ urin tí spælt regluliga saman fram til jóla sama ár. Men við einum burturstøddum oddamanni hevur verið longri millum venjingarnar í nýggja árinum, so nú verður koyrt á við venjingum næstan hvønn dag. ­ Stemningurin her úti í Dáva­ virkinum millum okkum menn er ótrúliga positivur, so eg gleði meg ótrúliga nógv til endiliga at sleppa at standa á pallinum aftur, sigur Anfinn og lovar, at teir allir fara at gera sítt allarbesta fyri at geva festivalgestunum eina heilt serliga uppliving. Á skránni verða sjálvandi kend løg sum “Útsalg, “Cirkus Tingens” og “Í Skúrið”, men pláss verður eisini gjørt fyri løgum, sum klaks­ vík ingurin búsitandi í Nólsoy hev ur latið úr hondum í nýggjari tíð. Túnatos Jan Nystrøm er klaks­ vík ing ur búsitandi beint við sandin í Syðrugøtu. Jan er 27 ára gamal. 1. Ætlar tú tær á SF í ár? Allarhelst. Eg eri úr Klaksvík, so man kan ikki "ikki" vera har. 2. Hvør hevur verið besta konsertin nakrantíð á SF? The Ghost í 2008 var besta konsertin. Men Hanus G. Johansen er The Man! ;) 3. Svevur tú í tjald ella í ordi ligari song, tá tú ert á SF? Tað verður songin. 4. Hvør hevur verið løgnasta uppliving, tú hevur havt á SF? Eg veit ikki, um tað endiliga er so løgið – men eg haldi tað vera merkverdigt, at man skal fáa gásarhúð HVØRJAFERÐ, Hanus G. fer á pallin..! 5. Hvat gleðir tú teg mest til á SF 2009? Nú er eitt sindur síðani, at eg havi hoyrt BIAB, so tað skal verða gott! :) Anfinn Nielsen lovar storm yvir Vágsbø, tá Anfinn og Co koma á pallin á Summar Festivalinum Myndamaður: Anton K. Højgaard Ein góður festivalur hevur brúk fyri góðum frásøgufólkum á palli­ num. Undanfarin ár hava víst, at Summar Festivalurin hevur fatur á tveimum av teim allarbestu – og teir báður halda áfram. Sjúrður Skaale verður aftur frá­ søgu maður á stóra pallinum á Vág s bøi, meðan tað í Flagstjaldinum verður Ólavur Klakk – ella skuldu vit kanska held ur sagt Ólavur Presley, sum kem ur at presentera bólkarnar. Teir hava báðir á undanfarnum festi valum verið í toppformi og eru fúsir at taka eitt tak afturat á Føroya størsta festivali. Áhugin fyri Summar Festivalinum er sera stórur. Hóskvøldið vóru atgongumerki útseld á fleiri sølustøðum kring landið, og tí hevur Summar Festivalurin gjørt av at útseta príshækkingina í ein dag Á fleiri Magn­støðum vóru atgongumerki til Summar Festivalin útseld hóskvøldið. Nógv fólk fingu tí ikki fatur á atgongumerkjum, áðrenn prísurin eftir ætlan skuldi hækka fríggjadagin. Tí hevur Summar Festivalurin gjørt av at útseta príshækkingina á atgongumerkjum í ein dag og kunnu fólk eisini fríggjadagin keypa atgongumerki fyri tann bíligara prísin. Leygardagin hækkar prísurin so við hundrað krónum. Atgongumerki til Summar Festivalin kunnu keypast á Magn­ støðum, í Telebúðum og á Teleshop.fo. Vikuskiftispassið kostar 950 krónur, men leygardagin hækkar prísurin við Freistin til bílig atgongu­ merki longd ein dag Sjúrður og Ólavur í toppformi Anfinn & Co: Lova storm yvir Vágsbø - har hittini hittast FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard