Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. juli 2009 – Nr. 135 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. juli 2009 HB hevur einans æruna eftir at spæla fyri í altjóða fótbólti í ár. Føroyska høvuðsstaðarfelagið hótti ongantíð á Kýpros, har AC Omonia vann greitt FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Klassamunur Soleiðis skal dysturin á Kýpros millum AC Omonia og HB fyrst og fremst lýsast. Tí tað var av álvara klassamunur millum liðini í nógva hitanum í gjár. Longu eftir tíggju minuttum var heimaliðið dyggiliga á sigurskós, og so var uppgávan hjá føroyingunum fyrst og fremst at avmarka ósigurin. Trý mál á muni Tá fyrsti triðingurin av dystinum varð leiktur, var heimaliðið á odda við 3-0. Christos Karipidis legði AC Omania á odda eftir bara fýra minuttum, og sjey minuttir seinni økti Christos Patsatzoglou til 2-0. Maciej Zurawski skoraði til hálvleiksstøðuna. Uppgávan hjá HB var fyrst og fremst at verja fyri ágangandi mótstøðuliðnum. Á miðvøllinum høvdu føroyingarnir torført at bróta spælið, har serliga hitin tók nógva orku frá gestunum. Tað var eisini eyðsæð, at tað var saknur í Fróða Benjaminsen og Kára Nielsen, sum hava staðið seg væl á miðvøllinum hjá HB seinastu mánaðirnar. Stríddust væl Heimaliðið legði ikki eins nógv fyri steðgin, og tað gav teimum reyðu og svørtu pláss at spæla í løtum. Einstakar ferðir søktu teir at málinum hjá AC Omania, men veruliga vandamikið varð tað sjáldan. Kýpriotarnir vóru á bóltinum fyri tað mesta, men tað var ikki fyrr enn fimm minuttir restaðu í av dystinum, at Símin Rógvi Hansen aftur noyddist í málið eftir bóltinum. Tá skoraði Giorgos Efremtil til endaliga úrslitið 4-0. Ov sterk mótstøða Úrslitið vísir greitt, at mótstøðan hjá HB var ov sterk. Og tað er sjálvsagt vandin, tá føroysk feløg sleppa beinleiðis í annað undanumfar. Men ikki tí. Havnarfelagið er greitt oddalið í føroysku Vodafonedeildini. Og túrurin til Kýpros hevur eisini verið frálíkt fyrireiking til seinnu kappingarhálvu, har HB skal taka seinastu tøkini móti gullinum. Væntandi hevur Sámal Erik Hentze, venjari, valt at fokusera upp á tað positiva við dystinum, og nú skulu teir reyðu og svørtu royna at fáa sum frægast burtur úr í seinna dystinum, sum verður leiktur í Gundadali í komandi viku. AC Omonia – HB 4-0 (3-0) Klassamunur! Vilja røkka tindunum aftur Athletic Club Omonia Nicosia varð stovnað í 1948 og er millum mest vinnandi feløgini á Kýpros. Felagið hevur vunnið 19 meistaraheiti og 12 steypakappingar, har AC Omonia vann greipuna í 1972, 1974, 1981, 1982 og 1983. Seinasta meistaraheitið kom í hús í 2003, og felagið hevur seinastu árini stríðst fyri at røkka kýpriotisku tindunum. Ein hin størsta hetjan í felagnum var framherjin Rainer Rauffmann, ættaður úr Týsklandi, sum av fleiri verður mettur sum besti útlendski fótbóltsleikarin á Kýpros nakrantíð. Hann spældi í AC Omonia frá 1997 til 2004. Hann spældi í alt 152 dystir og skeyt 191 mál fyri felagið.