fríggjadagur 17. juli 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 17. juli 2009 – Nr. 135 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 29
- Klaksvíkingar mugu ikki meta, at
tilgongdin av mær, Atla Danielsen
og Páll Klettskarð bjargar KÍ. Nú
má alt Klaksvík standa saman og
stríðast, sigur Todi Jónsson, sum
gleðir seg at spæla á Injector
Arena sunnudagin
FÓTBÓLTUR
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð síðan 1993 stendur
føroyingum í boði at síggja Toda Jónsson í
bestu føroysku fótbóltsdeildini. 37 ára gamli
klaksvíkingurin skal nú hjálpa
barndómsfelagnum, sum nú av álvara skal
stríðast fyri at varðveita sætið í
Vodafonedeildini. Og Todi Jónsson er til
reiðar at hjálpa.
Royndin er týdninarmiklast
Todi Jónsson hevur ikki spælt fótbólt á
høgum støði, síðan hann royndi at hjálpa
Fremad Amager undan niðurflyting í 2007.
Nú skal klaksvíkingurin aftur í
fótbóltsgaggurnar í royndini at hjálpa
barndómsfelagnum undan niðurflyting.
Men Todi Jónsson, stúrir tú ikki at
miseydnaðst?
- Sjálvandi havi eg hugsað um tað. Eg havi
nógv at tapa við at venda aftur. Men mítt
barndómsfelag er í einari truplari støðu, og
mín roynd at hjálpa er mest týdningarmikil.
Eg kann í øllum førum siga, at eg havi gjørt
mítt, sigur Todi Jónsson.
Fyrrverandi landsliðsleikarin hevur
seinastu tíðina vant við Søllerød-Vedbæk,
sum fyrireikar seg til kappingarári í triðbestu
donsku deildini. Umframt tað, hevur hann
runnið og styrkivant einsamallur. Hann metir,
at hann er í nøktandi venjingarstøðu, men
leggur afturat, at hann helst skal spæla
nakrar dystir, áðrenn hann av álvara kann
gera um seg.
- Tað er trupult at meta um mína
dystarvenjing. Men eg standi meg undir
venjing í Søllerød-Vedbæk, og eg vænti ikki,
at støðið í føroyskum fótbólti sum heild er
nógv hægri, sigur Todi Jónsson.
Veit lítið um B68
Klaksvíkingar sleppa sunnudagin at bjóða
Tóda Jónsson, Atla Danielsen og Páll
Klettskarð aftur í Injector Arena.
Mótstøðuliðið verður B68, sum ikki hevur
tapt í seinastu 10 royndunum.
Todi Jónsson gleðir seg at sleppa aftur á
vøllin, men staðfestir, at hann veit lítið um
toftamenn.
- Eg kenni Øssur Hansen, og tað er mest
sum tað. Men eg vænti mær eina stóra
uppliving, sigur Todi Jónsson sum hevur búð
í Danmark seinastu 15 árini.
Mugu standa saman
KÍ hevur verið í tungum sjógvi í hesum
kappingarárinum. Ungu klaksvíkingarnir
hava verið í mótgongd frá fyrsta umfari, og
trýsti frá áskoðarunum og føroyingurin hevur
ikki betra støðuna. Men Todi Jónsson
staðfestir, at nú er tað bretta upp um ermar.
- Klaksvíkingar mugu ikki meta, at
tilgongdin av mær, Atla Danielsen og Páll
Klettskarð bjargar KÍ. Nú má alt Klaksvík
standa saman og stríðast. Tað kann verða
avgerandi, at vit spæla framman fyri 2000
áskoðarum, heldur enn 200. Tí mugu vit
leikarar, nevnd, áskoðarar – ja, klaksvíkingar
standa saman, er áheitanin hjá Toda Jónsson
undan dystinum um vikuskiftið.
Klaksvík skal standa saman
Í hesum døgum verður nýggja
Telefonbókin borin hvørjum
heimi og virki.
Hvussu nógvar
síður eru í nýggju
Telefonbókini?
a) 100? b) 496? c) 4960?
SMSa rætta svarið (sidur a, sidur b ella sidur c)
inn til 1906 og ver við í lutakastinum um eina
iPhone. Tað kostar vanligan takst at senda.
Vinnarin verður funnin tann 01.08.2009.
Vinnarin fær beinleiðis boð frá Føroya Tele.
Fult umfar í 1. deild
Um vikuskiftið byrjar fótbóltskappingin hjá teimum
næstbestu aftur. Oddaliðið HB vitjar hjá VB/Sumba,
meðan TB fær vitjan av B71. Á niðara vølli í Gundadali
tekur FC Hoyvík ímóti næstbesta liðnum hjá B68. Í
Leirvík spæla næstbestu liðini hjá Víkingi og NSÍ, og
Skála vitjar í Miðvági, har MB tekur ímóti.
Klettskarð aftur í KÍ
Páll Klettskarð, sum seinastu árini hevur spælt við FC Amager, fer nú aftur til
barndómsfelagið, KÍ. Páll Klettskarð hevur seinastu tvey árini ment seg nógv
sum fótbóltsspælari, og tá FC Amager í vár kom í álvarsligar fíggjarligar
trupulleikar, var hann vorðin fastur partur av hópinum kring besta liðið. Í
summar flutti hann heim aftur til Klaksvík, og nú hava hann og KÍ gjørt avtalu,
sum bindur kropssterka áleyparan at felagnum tað, sum eftir er av
kappingarárinum.
- mørk