Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 17. juli 2009 – Nr. 135 Ongantíð hevur ein sovorðin hópspurtur verið í súkklukappingini, Statoil Kring Føroyar, sum seinnapartin í gjár, tá ikki færri enn 13 súkklarar vóru við til tað seinasta SÚKKLING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Ikki kann sigast annað, enn at tað var við stak hepnari hond, at fyrireikararnir av kappingini høvdu broytt tann 115 kilometra Eysturoyarteinin, so hann ikki – sum so ofta fyrr – mestsum skuldi avgera alla kappingina longu annan dagin. Súkklararnir takkaðu eisini fyri og góvu áskoðarunum í Saltangará størsta hópspurtin í kappingini nakrantíð. Í staðin fyri at byrja á Oyri ella í Hósvík og síðani súkkla umvegis Eiðisskarð, Oyndarfjørð, Leirvík og Agnið til Statoilstøðina við Saltangará, lá leiðin hesa ferð úr Havn, gjøgnum bæði Kaldbaks- og Norðskálatunlarnar, til Selatraðar og víðari til Runavíkar, har vendast skuldi í rundkoyringini og síðani súkklast á mál sum vanligt í Saltangará. Eitt sindur av fjáltri merktist millum menn í brekkuni úr Søldarfirði niðan á Lambareiði, men eingin megnaði at skræða seg leysan, og tá súkklararnir komu fram við málinum við Statoilstøðina í Saltangará á veg úteftir, vóru teir 13 í einum stórum bólki. Og við tí javna strekkinum, ið nú var eftir, var longu tá greitt, at her fór ein hópspurtur at spyrjast burturúr. Bert sentimetrar Ikki fyrr enn allir vóru komnir ígjøgnum rundkoyringina í Runavík og vóru á veg innaftur, byrjaði spurturin av álvara at líkjast. Fyrstur at gera eina roynd, var Guðmundur Joensen, men hóast hann kanska byrjaði nakað tíðliga, setti hann veruliga eld í stóra feltið, so tað gjørdist eitt slag av tí aðru verð tann gott og væl seinasta kilometurin inn til málið. Ikki heilt óvæntað, stóð kappingin í endaspurtinum millum teir tríggjar favorittarnar, og her vóru Hafsteinn Ægir Geirsson og Torkil Veyhe – í nevndu raðfylgju og við bert fáum sentimetrum ímillum sín – nakrar fáar metrar framman fyri Troels Toftager Nielsen. Trý sekund aftan fyri hesar tríggjar fremstu komu so hinir 10 súkklararnir í einum stórum trunka um málstrikuna. Hetta dámdi áskoðarunum, og fyri at fáa beint av vegnum øll ivamál um plaseringarnar, ið heilt víst fóru at verða tættar, var í evstu løtu tikin avgerð um, at tríggir myndamenn á staðnum skuldu halda seg klárar, so málmyndir møguliga kundu greiða ta fløkju av súkklum og monnum, ið kundi spyrjast burturúr, eydnaðist ongum at skræða seg eitt sindur frá hinum. Jú, hetta var dramatikkur og spenningur, ið stóð einki aftan fyri nógv av tí, ið kann upplivast í Fraklandi í hesum døgum! Mitt í hesum stóra feltinum var eisini kappingin hjá veteranunum avgjørd, og har hevði Andrass Joensen til tað seinasta munin á Gunnlaugi Jonasson. Og hjá kvinnunum var Súsanna Skylv Sørensen eitt fitt petti framman fyri Marina Ennistein Heinesen. Alt púra opið Teir fremstu høvdu tríggjar tímar, 13 minuttir og seks sekund um at súkkla teir 115 kilometrarnar, so í nógvar mátar var hetta ein heilt øðrvísi kapping, enn vit eru von at síggja á Eysturoyarteininum, har tíðirnar yvir alt feltið vóru eitt sindur betri, tí talan var um ein nógv javnari og slættari tein, ið vónandi kundi leggja upp til eitt sindur meira av taktikki. Í so máta hendi tó ikki tað heilt stóra, burtursæð frá, at Gunnar Dahl-Olsen skræddi seg frá hinum á veg innaftur eftir vestara armi á Skálafjørðinum. Eitt skifti var hann meiri enn hálvan minutt framman fyri restina, men nakað uttan fyri Skálabotn fingu hinir hann aftur, og so var meira ella minni greitt, at helst fóru bert teir allarseinastu metrarnir at verða avgerandi. Av tí at feltið ongantíð skrædnaði ordiliga sundur, men var so vælmannað allan vegin, hendu heldur ikki tær stóru broytingarnar í kappingini, sum enn er púra opin eftir tveir teir fyrstu dagarnar. Í samlaðu kappingin er Troels Toftager Nielsen framvegis átta sekund framman fyri Torkil Veyhe og 10 sekund framman fyri Hafsteinn Ægir Geirsson. Eisini er munurin millum trý tey fremstu liðini óbroyttur, so HFR Team er framvegis fýra sekund framman fyri Team GTG og 42 sekund framman fyri Team Spurtaðu um s Oddadystur í Runavík Grannauppgerð og oddadystur verður í Runavík leygarkvøldið. Við Løkin verður karmur um dystin millum NSÍ og Víking, har tapandi liðið missur eitt týdningarmikið fet í oddanum. Liðini eru ájøvn í stigum, og elta HB og B68, sum eru framman fyri á stigatalvuni. Víkingur fyrireikar seg í hesum døgum eisini til steypafinaluna á ólavsøku, og ein sigur í Runavik undir vikuskiftið vildi verið frálíkt fyri sjálvsálitið. Hinvegin skal NSÍ helst standa royndina, tí runavíkingar stríðast í hesum døgum fyri at tryggja sær altjóða luttøku í komandi kappingarári. 07V í tungum sjógvi 07 Vestur vitjar um vikuskiftið í Fuglafirði. Ein vitjan, sum fær stóran týdning fyri kappingarárið hjá felagnum í Vágum. Tí liðið hevur verið í tungum sjógvi í hesum kappingarárinum. Men fýra stig eru til áttanda plássið og bjargingina í Vodafonedeildini. Og tað er júst á áttanda plássinum, at ÍF er. Eydnaðst tað KÍ at vinna í Klaksvík, meðan ÍF vinnur sín heimadyst, er sera lítið sannlíkt, at 07 Vestur spælur í bestu deildini í komandi kappingarári.