fríggjadagur 17. juli 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 17. juli 2009 – Nr. 135 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 31
Súkkla
á Sandi
Í dag er aftur
einkultstartur á
skránni, tá teir 25-26
súkklararnir fara at
kappast á einum 27
kilometra longum teini
heima á Sandi
SÚKKLING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hóast
fremstu
súkklararnir
vóru
sera
javnir
í
einkultstartinum
í
Klaskvík
mikukvøldið, er ikki víst, at so
verður í dag, tá einkultstartur
er á skránni heima á Sandi.
Fyrst og fremst, tí talan er um
ein
væl
longri
tein,
27
kilometrar, ið kann geva størri
sveiggj í tíðunum, enn teir átta
kilometrarnir í Klaksvík.
Ikki
er
óhugsandi,
at
oddafiskurin
í
kappingini,
danski
A-súkklarin,
Troels
Toftager Nielsen, av álvara fer
at spæla við vøddunum. Hann
er kendur sum ein sera sterkur
einkultstartari
í
donsku
kappingunum,
og
hevur
frammanundan verið og hugt
at rutuni á Sandi, so óivað fáa
bæði Torkil Veyhe og Hafsteinn
Ægir Geirsson sítt at síggja til.
Kappingin heima á Sandi
byrjar í dag klokkan 13, og
súkklað verður frá Statoilstøðini
inn í Traðardal og heimaftur,
og síðani yvir um brúnna á
Sandafløttinum og aftur til
Statoilstøðina. Teinurin skal
koyrast tilsamans tríggjar ferðir,
áðrenn komið verður á mál.
Rætting
Av misgáum skrivaðu vit í gjár,
at allir tríggir súkklararnir á
einum liði skulu gjøgnumføra,
fyri at úrslitið hjá liðnum skal
telja við. Hetta er skeivt, tí av tí
at tað bert eru úrslitini hjá
tveimum teimum fremstu á
hvørjum liði, sum eru avgerandi,
ávirkar tað ikki liðkappingina,
um tann triði gjøgnumførur
ella ikki. Vit biðja lesararnar
halda okkum til góðar.
hil
sentimetrar
Á lutfalsliga javna og slætta Eysturoyarteininum gjørdist tað eitt
stórt felt við 13 súkklarum, ið bleiv partur av stóra endaspurtinum,
ið tó endaði við, at teir tríggir favorittarnir tóku trý tey fremstu
plássini
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Hjólamenn. Men enn er bara ein
triðingur av samlaða
kilometratalinum avgreiddur, og
lagt er tí upp til tríggja spennandi
dagar – fyrst í Sandoynni í dag,
síðani í Suðuroynni í morgin og at
enda í Streymoynni sunnudagin.
Gongur framá við skýli-
num
Heimasíðan hjá AB skrivar, at arbeiðið við at gera
áskoðaraskýlið á Argjum gongur so líðandi framá. Tað
mesta av grundini er stoypt, og menn frá Búsetur eru í holt
við at seta elementini, sum skulu bera sitiplássunum, upp. Í
fyrstu atløgu seta teir bara elementir yvir til miðjuna,
áðrenn tað skal aftur skal stoypast, er at lesa á heimasíðuni
hjá AB.
Malsom til Íslands
Sam Malsom er ikki longur partur av besta manshópinum hjá
B36. Onglendingurin og árstalsfelagið hava í sátt og semju gjørt
av at siga upp sáttmálan. Orsøkin er, at Sam Malsom nú skal
flyta til Íslands, har hann skal spæla fyri Þrótt.
Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Sam Malsom hevur hug at royna
aðrar avbjóðingar eftir eitt frálíkt ár í Føroyum.