Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 135 • 17. juli 2009 hond. Lætt er at senda teldubræv til skyldfólk, tá ið henni vantar onkra upplýsing. Áðrenn hon fekk telduna, hevði hon lítið og einki skrivað. Skrivimaskinu hevði hon aldrin rørt, tí hon hevði ikki brúk fyri skrivimaskinu. − Eg arbeiddi sum narkosusjúkra systir, og eg hugsaði við sær sjálvari, at eg var von við tól. Tí helt eg, at telduna mundi eg eisini klárað. Tað er jú minni vandamikið at fáast við eina teldu enn við hini tólini, sigur Jóna, sum at kalla hvønn morgun tendrar telduna fyri at kanna, um nýggj tíðindi eru at frætta. Eitt hent amboð Jóna brúkar eisini telduna sum útvarp, har hon lurtar eftir norðmanninum. Eisini er tað so snilt at fylgja við flogferðsluni, tá ið onkur kendur er við. At síggja nær tey koma, og hvussu líkindini eru í Vágum. − Eg helt meg taka eitt stórt stig, tá ið eg fór á telduskeið. Men eg visti ikki, hvussu einfalt tað var, fyrr enn eg var komin inn í tað, sigur Jóna, sum mælir eldri fólkum, sum eru einsamøll og ikki fara so nógv út, at fáa sær teldu og kunnleika til teldunýtsluna, tí teldan ríkar lívið. Tað hevur teldan gjørt í hennara føri. Jóna Lindenskov ræðist ikki nýggju tøknina. Hon er dagliga á netinum og finnur tíðindi, og hon skrivar saman við familjuni og vinfólkum Mynd: Beinta Haraldsen