fríggjadagur 17. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 135 - 17. juli 2009
Verður ætlaði kreppu
pakkin hjá samgong
uni settur í verk, kann
tað rætt og slætt verða
deyðadómurin yvir
allari alivinnuni, stað
festir næstformaðurin
í Havbúnaðarfelag
num
KreppupaKKi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta kann valla takast í
álvara.
Atli Gregersen, næstfor-
maður í Havbúnaðarfelagn-
um, er rætiliga ørkymlaður
av teimum tiltøkum, sum
samgongan umhugsar at
seta í verk fyri at sleppa
okkum burtur úr kreppuni.
Eitt tiltak, sum samgong-
an ætlar at seta í verk í nógv
umrøda kreppupakkanum,
er, at nú skal alivinnan
betala eitt serligt víddargjald
fyri at fáa rættin til at brúka
eitt ávíst aliøki.
Hetta skal útvega lands-
kassanum eina eyka inntøku
upp á 12 milliónir um árið.
- Hetta ein ætlan, sum vit
fara at berjast ímóti av øll-
um alvi, tí hetta kann rætt
og slætt verða deyðadómurin
yvir alivinnuni, sigur næst-
formaðurin í havbúnaðar-
felagnum.
Avlagar kappingina
Í fyrsta lagi heldur hann, at
skal alivinnan betala víddar-
gjald, átti gjaldið undir ong-
um umstøðum at farið í
landskassan, men í komm-
unukassarnar í teimum firð-
um, har alibrúkini eru.
Men annars heldur hann
ikki, at tað er nakað høpi í,
at alivinann skal betala eitt
slíkt gjald yvirhøvur.
Og tað eru nógvar orsøkir
til, at hann ikki heldur, at
hetta er eitt rímiligt gjald.
- Havbúnaðarfelagið hev-
ur í nógv ár verið harðliga
ímóti at vinnan fær stuðul.
Men samstundis staðfesta
vit, at fiskivinnan fær nógv-
an stuðul, bæði skattafrádratt
og inntøkutrygd.
- Samstundis kappast vit
ofta um somu fólk. Men
støðan er rættiliga kapping-
aravlagandi, tá ið vit, við
ongum studningi, skulu
kappast ímóti eini vinnu,
sum fær nógvan studning.
- Tað merkir, at vit noyð-
ast at betala ovurhøga løn,
bara fyri at forða fyri at
missa fólk til fiskivinnuna
tí hon er før fyri at betala
hægri løn av tí at hon fær
stuðul.
Atli Gregersen sigur, at
hann hevur sjálvur verið úti
fyri at missa ein góðan
mann til fiskivinnuna, tí at
hann ikki kundi bjóða hon-
um 70.000 krónur í løn um
mánaðin, tí sjómannafrá-
dráttur og annað gjørdi, at
hann fekk hann ikki ta løn-
ina, loysti tað seg betri at
fara til skips.
- Men gongur tað illa,
skulu vit øll somul eisini
betala
inntøkuttrygd
til
fiskivinnuna.
Atli Gregersen leggur
dent á, at hann unnar sakta-
ns einum sjómanni eina
góða løn.
- Eg haldi bara, at tað
skal vera reiðarin sjálvur,
sum betalir lønina og ikki
skattgjaldarin.
Hann sigur, at samstundis
sum tað, at politiska valdið
ikki tímir ella er ført fyri at
rudda slíkt óskil á vegnum,
verður í panikki lagt eftir
alivinnuni í eini roynd at
mólka hana.
- Men tað er ikki av sak-
ligum, vinnupolitiskum orsøk-
um, men einans tí at lands-
kassin er komin í kreppu.
Alivinnan ongin
gullkálvur
Næstformaðurin í Havbún-
aðarfelagnum staðfestir, at
hóast alivinnan stendur seg
væl beint nú, er ikki talan
um eina kúgv, ið kann
mjólkast endaleyst.
- Taka vit árini frá 2001
til í dag undir einum, hevur
alivinnan ongan vinning
yvirhøvur.
- Taka vit árini frá 2005 -
2008, hevur vinningurin
verið 25 milliónir í miðal
og tað verður mett at vera
gullár í alivinnuni.
- So at krevja 12 milliónir
frá alivinnuni við kassa eitt,
áðrenn árið byrjar, er heilt
burtur við.
Atli Gregersen staðfestir
samstundis, at í ár er úrslitið
hjá alivinnuni sera gott,
kanska einar 100 milliónir í
avlopi.
- Hesi gullárini hjá ali-
vinnuni er eina og aleina
eitt úrslit av, at alivinnan í
Kili er fullkomiliga farin í
knús, samstundis sum at
norðmenn
hava
verið
avmarkaðir.
- Men norðmenn menna
alivinnuna og um nøkur fá
ár, er alivinnan í Kili komin
á føtur aftur og so er gerand-
isdagur aftur.
Atli Gregersen sigur, at tí
er tað heilt burturvið at
krevja eitt stórt eykagjald
frá alivinnuni, tí yvir eitt
longri tíðarskeið, kastar ali-
vinnan ikki so nógv av sær.
- Skuldu vit havt betalt
12 millónir um árið í vídd-
argjaldið, hevði eginognin
hjá alivinnuni verið yvir
100 milliónir minni enn
hon er í dag.
- So tað er skilligt, at eitt
slíkt eykagjald verður ein
stór forðing fyri at alivinnan
kann mennast
Øll skulu vera eins
Hinvegin vísir hann á, at
vinnan betalir partafelags-
skatt og tess meiri alivinnan
kastar av sær, tess meiri
betalir hon í skatti.
Og hann heldur, at polit-
iski myndugleikin eigur at
brúka partafelagsskattin at
stilla, hvussu nógv lands-
kassin skal hava í inntøku,
men tað skal vera eins fyri
alla vinnuna.
- At krevja eitt millióna-
gjald frá alivinnuni, sama
hvussu
tað
hilnast,
er
ørskapur og kann beina fyri
vinnuni.
Hann leggur afturat, at
summi halda, at tað er ikki
annað enn rímiligt, at ali-
vinnan betalir eitt ávíst
brúksgjald fyri at fáa rætt
til eitt aliøki.
- Tað kann verða nakað í
tí, men eisini í hesum føri
eigur øll vinnan at verða
javntsett og so eigur fiski-
vinnan, sum brúkar fólksins
ogn, eisini at betala fyri
brúksrættin og at betala
tilfeingisrentu.
- Hví skal alivinnan
betala serlig avgjøld, sam-
stundis sum fiskivinnan
sleppur undan- og fær studn-
ing afturat?
Hann vísir á, at alivinann
betalir alla rávøruna sjálv.
Tað einasta nátúrutilfeingi,
vit brúka, er súrevni úr
sjónum. Samstundis eru vit
undir strongum eftirliti fyri
ikki at dálka natúruna.
Og Atli Gregersen endur-
tekur, at tað er órímiligt, at
politikarar leggjast eftir
alivinnuni, samstundis sum
teir ikki klára at rudda aðrar
skeivleikar í vinnuni burtur,
so at øll vinnan er javntsett
og hann skilir ikki, hví ali-
vinnan skal betala eitt ser-
ligt gjald framum prent-
smiðjur, fiskivinnu, byggi-
vinnu og aðra vinnu.
- Tað slepst ikki undan, at
alivinnan hevur eina lobby,
sum er nógv sterkari enn ali-
vinnan og so verður bara
lopið á alivinnuna, tí hon er
veikari og sostatt eitt lætt
offur, leggur hann afturat.
Berjast við hond og
fót ímóti samgonguni
- Vit fara at berjast við
hond og fót ímóti ætlanini
hjá samgonguni at leggja
munandi størri avjøld á
alivinnuna, tí tað kann
knúsa hana sundur, sigur
Atli Gregersen, formaður í
Havbúnaðarfelagnum
Nógvir møguleikar í Grønlandi
Vinnumøguleikarnir í Grønlandi verða sera góðir tey næstu árini, og
fyritøkur, sum vilja hava lut í vøkstrinum, eiga at taka støðu longu nú. Tað
stendur í einari nýggjari fágreiðing, sum Arctic Business Network hevur
gjørt. Frágreiðingin er ikki almannakunngjørd enn, men sambært
kringvarpinum KNR nevnir hon serliga útbyggingarmøguleikar innan
ráevnisvinnu og ferðavinnu. Henrik Leth hjá grønlendska arbeiðsgevara-
felagnum sigur, at fyritøkur, sum eru virknar í Grønlandi, hava betri
møguleikar at fáa lut í tí komandi vøksrinum. Men frágreiðingin sigur eisini,
at Grønland má fáa betri útbúgvingar og ein annan vinnubygnað, skal vinnan
gerast burðardygg.
Færri doyggja í ferðsluni
Tøl hjá danska ráðnum fyri ferðslutrygd vísa, at ferðslan í
Danmark krevur færri mannalív nú enn fyrr. Fyribilstøl, sum
ikki eru alment váttað, vísa, at fyrra hálvár í ár doyðu 143 fólk í
ferðsluni. Somu mánaðir í fjør var talið 207. Tølini vísa eisini,
at higartil í ár hava munandi færri fólk á prutli ella súkklu latið
lív í ferðsluni. Jesper Sølund hjá Rådet for Større
Færdselssikkerhed sigur við Politiken, at tað gongur tann rætta
vegin í allari ferðsluni. Tað einasta undantakið eru fólk, sum
eru til gongu, men sum eftir øllum at døma framvegis eru líka
ótrygg í ferðsluhøpi.