fríggjadagur 17. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 • 17. juli 2009
Vikuskifti
6
Veðrið vísti seg frá síni bestu
síðu, og tí var fólk nógv úti. Eitt
nú var tað hvønn dag møguleiki at
spæla fótbólt, fara út á Leitisvatn
við súkklubáti ella fara í ánna at
rógva kano. Haraftrat varð skipað
fyri nógvum uttanduraaktiviteti
so sum felagsspøl á vøllinum,
gongu/svimjitúrar í haganum og
grilling á økinum.
Hóast veðrið var sera gott,
so var eisini ymiskt dagliga í
salinum. Jens Olsen og John
í Skemmuni høvdu hvør sín
bíbliutíma um morgnarnar, har
Jens fór gjøgnum søgugongdina
í gamla testamenti, meðan John
fór gjøgnum Opinberingina. Um
kvøldið vóru eisini tvær løtur á
skránni, sum Sigurð Vang hevði
undir hond. Tær løturnar vóru
lættari við eitt nú samrøðum og
skemti.
Í stuttum kann sigast, at
legan gekk sera væl frá byrjan
til enda. Stórt sæð vóru teir
einastu trupulleikarnir, sum
kunnu nevnast, teir mongu
mýggjabitarnir, sum eisini vildu
sleppa á legu.
Vit fingu eisini orðið á nakrar
av leguluttakarunum og settu
teimum nakrar spurningar um
leguna.
Dánjal Bertholsen, 15 ár, Klaksvík
Hans Petur Sólheyg, 15 ár,
Klaksvík
Sam Elttør, 15 ár, Klaksvík
Asbjørn Vang, 15 ár, Klaksvík
Hvat ger, at tit tíma at koma til
Zarepta ár um ár?
Tað er alvorliga stuttligt at
vera á Zarepta. Eitt nú hevur man
góðar møguleikar at hanga út
saman við sínum vinum og gera
nógv stuttligt saman. Her eru
eisini nógvir aktivitetir, sum vit
plaga at brúka, t.d. fótbóltur og
kano í ánni.
Eisini er tað sera gott at koma
vestur at læra meira um Gud og
at styrkjast í trúnni.
Her eru eisini nógvar vakrar
gentir, sum vit kunnu hyggja eftir.
Hvussu hevur hendan legan
verið?
Hetta hevur verið ein tann
besta legan nakrantíð. Veðrið
hevur verið so øgiliga gott, at
vit hava ordiliga hugna okkum
uttandura. Millum annað fóru vit
tann eina dagin ein túr niðan í
hagan. Eftir at høvdu gingið eina
løtu funnu vit eina lítla tjørn,
sum vit allir lupu útí. Beint við
síðurnar av var so ein lekkur lítil
fossur, har vit fingu vaska rununa
av okkum. Tað var eitt av hæddar
punktunum á leguni.
Elin Toftum Joensen, 15 ár,
Hoyvík
Annika Joensen, 15 ár, Hoyvík
Kristina Dahl Andreassen, 15
ár, Hoyvík
Hvat ger, at tit tíma at koma til
Zarepta ár um ár?
Her koma nógv ung fólk úr
øllum Føroyum, og tað er ordiliga
stuttligt at møta nýggjum fólki.
Av tí sama er hetta ein upplagdur
møguleiki at fáa vinir úr øllum
landinum. Zarepta er eisini
eitt stað við einum tryggum og
andaligum umhvørvi, har ein kann
koma burtur frá resinum og freist
ingum í dagligdegnum.
Tað skal eisini sigast, at dreing
irnir lokka eitt sindur á legu.
Hvussu hevur hendan legan
verið?
Hon hevur verið heilt ótrúliga
góð. Liðið og leiðarin hava verið
ordiliga góð. Hesa ferð vóru vit
á legu saman við teimum eldru
luttakarunum, og tað hevur
eisini verið ordiliga gott. Ein
tann stuttligasta hendingin var
tann eina dagin, tá vit fóru í
kano í ánni. Saman við okkara
liði var eisini eitt dreingjalið, og
byrjaðu vit at arga hvønn annan.
Teir byrjaðu at skumpa og koppa
okkara kanoum, og vit byrjaðu so
at hevna okkum. At enda vóru vit
so øll í ánni, svumu, tvætlaðu og
hugnaðu okkum í tí heita vatn
inum.
Frá døgunum 28. juni til 4. juli var lega á Zarepta,
har 225 ung millum 15 og 17 ár vóru samlað
Sól, summar og
svimjing á Zarepta
Legulív
Óla Jákup
Jacobsen
Panoramamynd av Zarepta
Deiligt at kunna svala sær á í góðveðrinum