Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 • hósdagur • 25. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Framtíðin hjá før- oyska landsliðs- málverjanum verður avgjørd ein av komandi døgunum NOREG Jóannes Hansen Jákup Mikkelsen hevur nógv at hugsa um í hesum døgum. Hann veit, at hann mána- dagin fer aftur til Dan- markar, har konan og børnini bæði búgva. Hann veit eisini, at hann sunnu- dagin skal verja Molde- málið í sera týdningar- miklum landskappingar- dysti á útivølli í Stavanger. Men hann veit ikki, hvar hann skal spæla fótbólt í framtíðini. Nær roknar tú við, at tann spurningurin verður av- greiddur? – Eg dugi ikki at siga tað, men eg vóni, at tað verður skjótt. Ætlanin var, at eg skuldi tosa við Molde- leiðsluna mikudagin, men tá lá tað ikki fyri hjá teim- um, so fundurin verður hósdagin. Teir hava sagt, at teir skulu koma við einum tilboði um tvey ára sáttmála hósdagin, men eg rokni ikki við, at nakar sáttmáli verður undirskrivaður hós- dagin, sigur Jákup Mikkel- sen úr Molde. Hann fer at hava ráðgeva undir liðini, tá hann í dag fer at samráðast við leiðsl- una í Molde. Stórur áhugi At Molde hevur gjørt av at bjóða Jákupi tvey ára sáttmála, og at teir í tí sambandinum hava givið til kennar, at teir eru væl nøgdir við tað, sum Jákup hevur avrikað, er rokkið longur enn til norsku og føroysku fjølmiðlarnar. Síðani hann í summar fór til Noregs, hevur lítið verið at hoyrt og sæð um Jákup í donsku fjølmiðlunum, men hesar seinastu dagarnar er hann aftur vorðin umrødd- ur. At danska pressan aftur er farin at vísa Jákupi áhuga hevur havt við sær, at telefonin er farin at ringja hjá føroyska málverjanum í Molde. Vit skilja á lagnum, at fótbóltsumboðsmenn og feløg eru áhugað í mál- verjanum. Tí kann tað hugsast, at onnur tilboð koma upp á tal enn tað, sum Molde fer at leggja á borðið í dag, men Jákup við einki siga um hetta, tí hann veit einki. Men tað kann ganga ógvu- liga skjótt í fótbóltsheim- inum og ikki minst, tá tað snýr seg um at keypa og selja spælarar. Gott mót Samstundis sum hann hugsar um, hvussu tað verður við framtíðar ar- beiðsplássinum, fyrireika Jákup Mikkelsen og liðfe- lagarnir seg til síðsta lands- kappingardystin. Hann verður í Stavanger ímóti Viking, og tað er ein stór uppgáva. Viking hevur tryggjað sær bronsukrón- urnar, og teir kunnu ikki røkka meira ella minni. – At teir ikki hava so nógv at spæla fyri, sum vit hava, ger kanska, at møgu- leikin hjá okkum verður betri, enn hann hevði verið, um tað hevði verið alneyð- ugt hjá teimum at vinna. Men tað gekk einki ser- ligt hjá tykkum sunnu- dagin? – Nei, vit taptu 3-0. Tríggir av stuðulsspælarun- um vóru leikbannaðir, og vit spældu eitt øðrvísi sy- stem, enn vit hava gjørt higartil. Tað var ikki nóg gott. Nú eru leikbannaðu menninir tøkir aftur, og havi ikki so ringt mót und- an síðsta dystinum, sigur Jákup Mikkelsen, sum tykist hava rætta sjálvs- álitið. – Hesa síðstu tíðina hevur tað gingið, sum tað eigur at ganga. Eitt skifti kendi eg tað soleiðis, at eg hvørki undir venjing ella í dystinum spældi á støðin- um, sum eg visti, at eg átti at megna, men tað havi eg gjørt seinastu tíðina, stað- festir fyrrverandi KÍ- málverjin, sum nú er í Molde, og sum ein av komandi døgunum fer at finna út av, hvar fótbólts- framtíðin hjá honum skal vera. Hóast onkrar útskiftingar, so var Julian Johnsson aftur á miðvøllin- um allar 90 minuttirnar ONGLAND Jóannes Hansen Tað verður spælt av lív- sins kreftum í Onglandi. Týskvøldið hevði Hull City heimavøll ímóti Leyton Orient, sum er á tólvta plássi. Úrslitið var 1-1, og hetta var fyrsta ferðin í hesum kapping- arárinum, at Hull ikki fekk fulla úrtøku á heimavølli. Teir høvdu frammanundan vunnið seks heimadystir á rað. Hull kom á odda, tá tað restaðu 13 minuttir. Toppskjúttin hjá liðnum, Gary Alexander, sendi við høgra beini í netið, og alt bendi á, at talan var um sigursmálið. Men eydnan var ikki við Hull. Í síðstu sekundum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, gjørdu teir sjálvmál. Leyton Orient álopsmaðurin Steve Watts stútaði á tvørtræið, haðani bólt- urin fór í miðverjan Justin Whittle og í málið. Sjálvandi vóru teir í Hull vónbrotnir av, at teir mistu tvey stig í evstu løtu, men bæði heimasíðan hjá Hull og aðrir fjølmiðlar vilja vera við, at út frá dyst- argongdini var tað í lagi, at gestirnir fingu eitt stig við aftur til hús. Julian Johnsson var leygardagin skiftur úr í hálvleikinum. Men týs- kvøldið var hann aftur á miðvøllinum allar 90 minuttirnar. Venjarin hjá Hull, Brian Little, hevði gjørt onkrar broytingar, men hann vísti føroyska miðvallaranum álit. Í fyrra hálvleiki hevði Julian eina góða roynd, sum varð blokerað til horna. Hull gjørdi sjálvmál í yvirtíðini Julian Johnsson hevði eina góða roynd, tá Hull spældi javnleik á heimvølli mikukvøldið. Julian spældi allan dystin á miðvøllinum Fleiri spyrja eftir Jákupi Í dag skal Jákup Mikkelsen á fund við leiðsluna í Molde. Teir fara at koma við einum uppskoti um tvey ára sáttmála, men Jákup roknar ikki við, at nakar sáttmáli verður undirskrivaður í dag Um vikuskiftið var fyrsta umfar av Grand Prix í badminton spælt í Havn BADMINTON Eyðun Klakstein Ung og vaksin kappaðust um vikuskiftið í fyrsta umfari av Grand Prix kappingini í badminton. Hjá teimum vaksnu vóru tað Erland Poulsen úr HBF og Ingun Hansen úr Strál- uni, sum vunnu. Erland Poulsen vann á Ragnar Rasmussen í finaluni, og Ingun Hansen vann á Guri Poulsen. Hjá gentum 11 ár var Hanna Elisa Óladóttir Arge nummar 1, meðan Sigrið Dalsgarð var nummar 2. Báðar úr HBF. Hjá gentum 13 ár var Brynhild Carlsson nr. 1 og Óluva Bærentsen nr. 2. Tær eru eisini úr HBF. Vestmenningar vóru stinnast hjá gentum 15 ár. Ulla í Dávastovu var nr. 1, meðan Rannvá á Rógvi var nr. 2. Kappingina hjá kvinnu- unglingum vann Fríða Næs úr ÍF. Fríði Lamhauge úr HBF vann kappingina hjá dreingjum 11 ár, meðan Ari Ellingsgaard úr ÍF var nr. 2. Hjá dreingjum 13 ár vann Flipin Gran úr MBF, og Reidar Luid úr HBF var nr. 2. Hjá dreingjum 15 ár vann Niclas Eysturoy úr HBF, og Rógvi Poulsen úr HBF var nr. 2 Sverri Ellingsgaard var best hjá mansunglingum, og Gunnar Poulsen úr HBF var nr. 2. Ingun og Erland vunnu fyrsta umfar 17 16 Nr. 206 - 25. oktober 2001 Týr, Chase og 200 arbeiða í hesum døgum við nýggjum fløgum. Chase og 200 ætla at geva fløgu út í ár, meðan útgávan hjá Týr væntandi kemur fyrst í komandi ári TÓNLEIKUR Pop.fo Tað er líkt til, at føroyski fløgukeyparin sleppur at ogna sær nakrar føroyskar rockfløgur komandi tíðina. Týr, Chase og 200 ar- beiða í hesum døgum við fløgum, og ætlanin er, at tvær av hesum fløgum skulu koma út í ár. Fyrst í komandi ári skal útgávan hjá Týr á marknaðin. Bólkurin 200 er liðugur við sínar upptøkur í MediaMusic studionum, sum føroyingar reka í Dan- mark. Tónleikurin á fløguni er eisini ljóðblandaður. Tað varð gjørt í Lundegaard Studio í farnu viku, og bretin David Hyatt stóð fyri hesum arbeiði. - Vit hava lagt okkum eftir at fáa eitt rátt og hart ljóð, og vit hava spælt ein stóran part av tónleikinum live í studio. Vit hava fingið tað ljóðið burturúr, sum vit ynsktu okkum, sigur Mikael Blak, sum spælir bass í bólkinum 200. Prix-sangir við Á fløguni hjá 200 eru allir sangirnir, sum vóru spældir í Prix Føroyar tónleika- kappingini. Harafturat eru sangir, sum ikki hava verið nakað serligt frammi higar- til. Stílurin er fyri tað mesta tann sami, sum bólkurin brúkti í Prixinum. Talan er um frískan og ferðmiklan punkrock. Tónleikaligi parturin av fløguni er liðugur og klárur at fara í framleiðslu. Nú verður húsin til fløguna gjørdur. Ætlanin er, at fløgan skal koma út í no- vember mánaði. Chase í gongd Chase hava spælt grundina inn á sínum sangum. James Olsen hevur bukað trumm- urnar upp á pláss, og Mikkjal Joensen er júst liðugur við at spæla bass. Nú skal Niclas Johannesen undir gittarupptøkurnar, og síðani skal Edmund Ja- cobsen syngja. Harafturat skulu aðrar upptøkur eisini gerast. Upptøkur eru gjørdar í Keypamannhavn, men nú fer arbeiðið fram undir leiðslu av Niclas Johanne- sen í JacZac studio í Havn. Týr í studio Týr er komið í gongd við sítt upptøkuarbeiði í Toc- cata upptøkuhølunum í Keypmannahavn. Teir hava havt úr at gera seinastu vikurnar við at venja, leggja tónleikin til rættis og at spæla inn. Upp- tøkurnar byrjaðu 24. september og skulu halda fram næstu tvær vikurnar. Týr ætlar sær ikki at fáa fløguna út til jólamarkn- aðin, men hinvegin vónar bólkurin, at tað gongur ikki ov lang tíð í komandi ári, áðrenn fløgan kemur út. Clickhaze hevur eisini verið í studio í Danmark, har fýra sangir vóru tiknir upp. Enn er ikki greitt, hvat hesar upptøkurnar skulu brúkast til. Annar av gittar- spælarunum í rockbólkinum Týr er farin úr bólk- inum. Enn er ikki greitt, um bólkurin heldur fram við einum gittarspæl- ara ella nýggjur maður skal finnast TÓNLEIKUR Pop.fo - Vit mugu tíverri upp- lýsa, at Jón Joensen er farin burtur úr Týr. Vit hava ikki gjørt av, um vit skulu hava ein nýggjan gittarspælara, ella um vit halda fram við einum gittarspælara. Soleiðis eru boðini, sum Týr gevur á heima- síðu síni nú um dagar- nar. Bólkurin fór fyri góðum trimum vikum síðani í studio í Keyp- mannahavn, har upp- tøkur skulu gerast til nýggja fløgu við bólkin- um. Einki verður sagt um, hví Jón Joensen er farin úr bólkinum, men tað verður staðfest, at hann heldur ikki fram. Bólkurin Týr varð fullmannaður í január mánaði í 2000, men tað er serliga umvegis Prix Føroyar tónleikakapp- ingina, at fólk eru komin at kenna bólkin. Teir, sum spæla í Týr, eru nú: Pól Arni Holm (sang), Kári Streymoy (trummur), Heri Joensen (gittar) og Gunnar H. Thomsen (bass). Komandi dagarnar skulu Eivør Páls- dóttir og hennara tónleikarar spæla á tveimum konsert- um í Eysturríki TÓNLEIKUR Pop.fo Mánadagin settu Eivør Pálsdóttir, Mikael Blak, Brandur Jacobsen og Leivur Thomsen kós móti Eysturríki. Har skal bólkurin, sum higartil hevur ging- ið undir navninum Ivory, spæla á tveimum kon- sertum. Onnur verður á einum jazzfestivali har vesturi í landinum fríggjadagin, meðan hin framførslan verður á kendasta jazzklubbanum í Wien, Miles Smiles, mánadagin. Áhugi fyri bólkinum Ferðin er komin í lag umvegis fyriskiparan av jazzfestivalinum, sum hevur samstarvað við Kristian Blak. Hesin maðurin hevur hoyrt Ivory spæla í Før- oyum og dámdi tað væl. Hann hevur síðani hoyrt upptøkur við bólkinum og var áhugaður at fáa tey til Eysturríkis. Umframt tær tvær framførslurnar hevur Ivory eisini møguleikan at fáa møguleikan til aðrar konsertir, tí fólk, sum hava áhuga fyri bólkinum, ætla at lurta eftir teimum í Eysturríki Nýggjan gittarspælara Nýggjur gittarspælari er komin upp í bólkin. Tað er útisetin Leivur Thom- sen, sum hevur spælt í fleiri ymiskum bólkum gjøgnum árini. Ætlanin er, at bólkurin skal hava nýtt navn í tí sambandi, men enn er ikki greitt, hvussu Eivør og tey fara at rópa seg framyvir. Hóskvøldið í farnu viku spældu Eivør og tey á cafékvøldi í Føroy- ingahúsinum í Keyp- mannahavn, og tað var góð upphitingin til ferð- ina til Eysturríki. Í næstum fer Teitur Lassen undir upp- tøkurnar til nýggja fløgu á føroyskum. Sangirnir vóru skrivaðir, meðan hann var heima í summarfrí TÓNLEIKUR Pop.fo Teitur Lassen, sum ferðast nógv í útlondum sum tónleikari, ætlar seg í næst- um undir upptøkurnar til eina nýggja føroyska popp- fløgu. Fløguna fer hann at kalla Sólin og Regnið, og sang- irnir, sum skulu á útgávuna, vórðu skrivaðir, meðan Teitur var heima í summ- arfrí. Teitur vil í løtuni ikki siga meira um útgávuna. Ávirkað av álopum Teitur Lassen var fyri kortum í USA, men fleiri konsertir hjá honum vórðu avlýstar. Hann skuldi eftir ætlan hava konsertir í New York, Boston og Los An- geles fáar dagar eftir skakandi yvirgangsatsókn- ina, men alt varð avlýst. - Alt var sjálvandi sera ávirkað av álopinum. Øll vóru í sjokk, og alt varð reflekterað ígjøgnum hend- ingarnar, greiðir Teitur frá. Hevði tvær konsertir - Nógvar framførslur á Broadway vórðu eisini av- lýstar, tí fólk høvdu ikki hug at fara til sangleikir og annað undirhald í vikuni eftir álopini. Hóast avlýstu konsert- irnar gekk ferðin hjá Teiti í USA nøkunlunda sum ætlað. Hann var í Los Angeles og í Nashville, og mesta av tíðini fór við at skriva løg og at verða í studio. Hann hevði eisini tvær konsertir í Nashville. Gittarspælari farin úr Týr Føroyskar rockútgávur á veg Tónleikurin til nýggju fløguna við 200 er tikin upp og ljóðblandaður. Ætlanin er, at útgávan skal verða tøk í komandi mánaði Ivory til Eysturríki Teitur gera nýggja fløgu Teitur Lassen var fyri kortum í USA, men fleiri konsertir, sum hann skuldi halda í New York, Boston og Los Angeles vórðu avlýstar orsaka av yvirgangsálopinum C M Y K 16