Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 206 - 25. oktober 2001 Leygarkvøldið verður fótbóltsgalla í Havn, har ársins spælarar hjá kvinnum og monnum skulu finnast. Útvarpið fer at hava beinleiðis frásøgn frá tiltak- inum FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Nú skulu ársins spælarar og venjarar í fótbóltskapp- ingini finnast. Platform hýsir leygarkvøldið fót- bóltsgalla, har tað verður avdúkað, hvørjir spælarar skulu heiðrast í ár. Seinastu árini hevur fótbóltsgalla verið skipað sum stórt borðhald, men í ár verður øðrvísi. Hesaferð er talan um eina móttøku við onkrum løtt- um til matna. Hetta halda fyrireikararnir hóskar seg betri hesa tíðina, tá nógvur veitslur annars eru á skránni. Nýggja atkvøðugreiðsla Í ár verða tað ikki fótbólts- áhugað, sum koma at gera av, hvørjir ársins spælarar verða. Hinvegin verða tað um- boð fyri fjølmiðlarnar, lið- skiparar hjá fótbóltsliðun- um og venjarar, sum saman skulu finna ársins spælarar. Í ár verða árins spælarar, ársins málverji, ársins stjørnuskot og ársins venj- ari funnin. Hetta eru nakað færri kjósingar enn vanligt hevur verið seinnu árini, men ivaleyst nógv greiðari. Beinleiðis í ÚF Útvarpið fer at senda frá tiltakinum leygarkvøldið. Leygarkvøldssendingin Leið 5 fer at hava umboð á staðnum, og tí kunnu fólk umvegis lurtitólið fylgja við í, hvør verður heiðrað- ur. Fótbóltsgalla verður á dansistaðnum Platform í Havn leygarkvøldið kl. 21.30. Tiltakið varðar í mesta lagi tveir tímar, tí kl. 23.30 byrjar vanliga dansi- virksemið hjá Platform. Saman við Platform skipar Sosialurin fyri tiltak- inum, og fyrireikararnir hava sent atgongumerki út til feløgini. Er tað okkurt felag, sum ikki hevur fingið atgongumerki til kvøldið, kunnu tey venda sær til Platform. Leygarkvøldið verður tað avdúkað, hvørjir ársins spælarar og venjarar eru hjá kvinnum og monnum. Útvarpið fer at senda beinleiðis frá tiltakinum Ársins spælarar skulu kjósast Klokkan 7.00 í gjára- morgunin fóru teir 15 dagrøktararnir í Kollafirði í arbeiðs- steðg. Grundin til arbeiðssteðgin er, at Tórshavnar Komm- una ikki virðir rættin hjá dagrøktarunum og øðrum arbeiðs- fólki at skipa seg í fakfelag, vil Føroya Arbeiðarafelag vera við ARBEIÐSSTEÐGUR Ingrid Bjarnastein Kollafjarðar Kommuna og Føroya Arbeiðarafelag gjørdu í ár 2000 sáttmála fyri dagrøktararnar í Kolla- firði. Leiðarin á lønar- deildini hjá Tórshavnar Kommunu var við til samráðingarnar og góðtók treytirnar, ið vórðu settar í sáttmálanum. Dagrøktararnir í Kolla- firði hava altíð verið limir í Kollafjarðar Arbeiðara- felag, men tá kommunur- nar løgdu saman 01.01.01 vísti tað seg skjótt, at Tórshavnar Kommuna ikki virdi sáttmálan, ið dagrøkt- ararnir høvdu fingið. Tórshavnar Kommuna er eisini farin at taka pro- sentgjøld av lønunum hjá dagrøktarunum til eina lívstryggingar- og eftir- lønarskipan hjá einum heilt øðrum fakfelag har dag- røktararnir ongantíð hava verið limir. Dagrøktararnir hava í apríl mánaða í ár boðað frá, at teir framvegis ynskja at vera limir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag, sum er limur í Føroya Arbeiðara- felag, og heittu teir eisini býráðið á, um at flyta prosentgjøldini, sum eru ásett í sáttmálanum, til Kollafjarðar og Føroya Arbeiðarafelag. Hendan áheitan hevur ongantíð verið eftirlíkað. Tolið uppi Føroya Arbeiðarafelag finnur seg ikki í, at býráðs- umsitingin fer so illa við starvsfólkunum í komm- uni, og nú er tolið uppi. Sum ein avleiðing av hesum boðaði Føroya Arbeiðarafelag í farnu viku býráðnum frá, at teir vildu hava samráðingar fyri dag- røktararnar innan týsdagin 16.10.2001. Ein vika er nú farin síðani freistin var úti, og onki er hent enn. Tí fóru dagrøktararnir í Kollafirði í arbeiðssteðg í gjár. Føroya Arbeiðarafelag hevur heitt á Starvsmanna- felagið um at nokta limum sínum at taka upp arbeiði, sum er rakt av arbeiðs- steðgi. Mánadagin 22. oktober var kunningarfundur á Hotel Føroyum, sum TK Stovan skipaði fyri. Hesin fundur varð kallaður KT- TRYGD, og var um, hvussu virkir kunnu tryggja seg ímóti telduvirus og teldusníkum KUNNINGARFUNDUR Ingrid Bjarnastein TK Stovan skipaði mána- dagin fyri kunningarfundi á Hotel Føroyum. Ein kunn- ingarfundur er eitt millum- ting millum skeið og fyrilestrar. Hesin fundur var mest ætlaður virkjum og stovnum fyri at upplýsa tey um, hvussu tey á bestan hátt kunnu varða seg móti telduvirus og teldusníkum. Seks fyrilestrahaldarar tosaðu um trygd. Jónsvein Joensen, ið er útbúgvin cand. merc. dat. og dagliga starvast hjá Faroesoft, Jóhan Martin Jacobsen, KT-grannskoðari í grann- skoðaravirkinum Rasmus- sen & Weihe, Jógvan Elias Winther Poulsen, advokat fulltrúi og Kjartan Dals- gaard frá Tryggingar- felagnum Føroyar. Síðani vóru eisini tvey umboð fyri tvey virki, Niels Kristian Nolsøe frá Elektron og Olaf Enemoto frá Farodane. Nomið varð millum annað við ymisk vandamál, lógfrøðilig sjónvarmið í sambandi við KT-trygd, vágar, sum eru í mun til valda KT-trygd og so framvegis. Skeiðið vardi bert henda eina seinnpartin, men und- irtøkan sera góð. Umleið 110 luttakarar vóru við. Ongin dagrøkt í Kollafirði KT-Trygd á Hotel Føroyum C M Y K 18 Nr. 206 - 25. oktober 2001 19 Ríð tær ikki so niðarlaga við Júkagørðum fram, úti stendur Grimhild við so mangan mann. BÓKAUMMÆLI FYRIBILS Hans Jacob Debes Emil Thomsen hevur gjørt enn eitt bragd. Hann hevur givið ella gevur út “Føroya kvæði”, tey fyrstu 2o av 40. Alt er ikki komið enn; men tað kemur. Í skreytútgávu. Hetta er Føroya tjóðskapar- verk, sum Emil hevur fingið lív afturí. Og tað er samstundis við til at fáa lív aftur í tjóðskapin. Eingin hevur kveikt lív aftur í hann, sum júst Emil, saman við øllum øðrum, hann er komin við. Tað man vera øllum kunnugt. Tað er ikki løtuverk at fara undir eina nýggja útgávu av Føroya kvæðum. Hvat var føroysk mentan uttan tey? Og málið? At duga at taka til eitt kvæðaørindi í rættum tíma, eisini tað var og er føroysk mentan - um tað so var triðja morgun. Og so at fara undir hetta vakra stórverk á 86. aldri - ja, tað er beinleiðis ótrúligt, og byggir á eitt áræði, sum fáur á foldini hevur havt. Úr Fororðinum “Nú FØROYA KVÆÐI koma út sum fólkaútgáva, er eitt ynski, sum BÓKA- GARÐUR leingi hevur havt í hyggju at fremja, vorðið veruleiki. Tiltakið var fyri nøkrum árum síðan komið væl áleiðis, men tá ið fíggjarkreppan lamdi samfelagið, kom steðgur í. Ætlanin var kortini ikki slept, og nú vónin aftur birtist um frægari tíðir fyri land og fólk hevur BÓKAGARÐUR gjørt av at fremja ætlanina.” Stórætlan Hetta er stórætlan. Helst tann størsta í Føroyum nakrantíð. Hetta er ikki at ríða niðarlaga. Tað ber ikki til at taka bók fyri bók, tá ið meira enn tjúgu eru komnar. Tað ber heldur ikki til at taka kvæði fyri kvæði og er helst heldur ikki neyðugt. Tó, tað er hugtakandi at síggja og lesa allar variant- arnar av sama kvæði. Hetta vísir individualitetin í føroyskum kvæðaskald- skapi. Júst tí at hann var borin á manna munni, oyggj úr oyggj, bygd úr bygd. Innsavnarar Allar kvæðaútgávur mugu byggja á innsavningar hjá Svabo, Jóhannes Í Króki og allar hinar, systematisering- ina hjá Svend Grundtvig og niðurskrivingina hjá svági hansara Jørgen Bloch, “Corpus Carminum Færo- ensium”. Tað mátti av sonnum vera ein fundur, at Emil fekk fatur á læraranum og sálar- frøðinginum Dánjali Nicla- sen, ættaður úr Kunoy, iva- leyst kann kønasti í hesum kunnleika. Dánjal í Kunoy hevur skrivað ein lærdan inngang til hvørt kvæði. Hetta er stórarbeiði, sum má hava tikið nógv tíð. Alt er so væl granskað og so væl skrivað. Spell, at Dánjal ikki slapp at síggja hesa snotuligu útgávu. Í dag granskar eingin kvæði og kvæðasøgu líka so lítið sum nakað annað. Ið hvussu er sæst einki úrslit av nakrari gransking. Einki um aldur kvæðanna og um málið í teimum, eisini eftir aldri. Lívsvísdómur Kvæðini eru full av lívs- vísdómi, sum ikki er før- oyingum fremmandur. Tað ber ikki til at taka nakran serligan vísdóm burtur úr hesum velduga verki, sum ikki verður lisið eftir fáum døgum. Serliga variantarnir eru ikki altíð lættir at halda hvør frá øðrum. Útgávan er ikki liðug enn. Fleiri bind eru eftir. Um Emil ikki hevði havt annað gjørt, sum hevði hetta stórverk verið ein varði í sjálvum sær. Ein mentunarhetja Før- oya Emil Thomsen er einki minni enn ein tjóðskaparlig mentunarhetja. Hann hevur offrað sítt lív fyri føroyska mentan, og tað má sigast at hava eydnast væl. Favnar av tí besta, til er er komið av føroyskum bókaverkum. Eg trúgvi aldri, at pengar hava drivið hann í hetta velduga verk. Heldur tjóð- skaparlig idealisma. Emil og Tívil Men verður talt saman, og tungt er at telja segði Tívil, so hevur Emil útgivið út við 400 umsetingar og um leið 300 bókaheiti. Samantalt telur hetta út við eina millión. Eingin livir ævinliga. Men Emil má fáa ein minnisvarða. Helst ikki ov langt frá skyldmanni hans- ara Nólsoyar-Pálli. Hevjið í Homrum 19