Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 • 17. juli 2009 19 mat ummælið mortan@hamrabyrgi.com Í seinastuni hevur verið nógv um røða av feskum føroyskum fiski, borðreiddur ráur og eftir japansk um leisti. Tað er at fegn ast um at vit duga at flyta okk um í Føroyum og royna nak að nýtt. Men góður klassiskur fiska mat ur skal ikki gloymast í hes um sambandi. Eg havi tíverri hug at pá stan da at klassiskur føroyskur fiska matur fyri ein part er eyð kendur við at alt er yvir- kókað/ -stokt/-bakað og so fram veg is. Høvuðsrávøran, fisk ur in hevur verið góður, men er so tilgjørdur íhel. Tilhoyrið (grøn- meti, sós o.l.) hevur oft a ni verið ivasamt í dygd ella hálvvfabrikata og hevur somu- leiðis eisini bara gjørt ilt verri. Soleiðis hevur støðan verið og er enn nógva staðni í Før oyum. Men á matstovuni á gamla hotell i num í Havn, Hotel Haf nia, er tað klassiska í føroyskum mat høpi vorðið dagført, so tað svar ar til tey krøv, modernaði før oy ingurin og ferðamaðurin, setur í 2009. Í vikuni var eg framvið og smakkaði fiskaborðið á Haf nia. Og fyri at sláa tað fast bein an vegin var tað ein sonn fragd at uppliva at kenda klassis ka eyðkennið fyri Hafnia, verts skap ur in, enn stendur í hásæti. Fiskaborðið var tó ikki ’klass- iskt føroyskt’, sum eg orð aði meg í innganginum. Ho tel Hafnia hevur veruliga megn að at dagført siðbundnan fiska mat í Føroyum eftir evro pe isk um leisti. Allur fiskurin var per fekt tilgjørdur. Somuleiðis grøn met ið, eplini og rísið. Frísk ar rávørur, tilgjørdar frá grund ini. Heimagjørdur matur. Grund leggjandi matstovu-ABC’- ið á Hafnia er veruliga kom ið uppá pláss. Ikki minst eftir at dugnaligi kokkurin, Jørn Boss en er komin til. Stílurin á Hafnia er sum nevnt klass iskt evropeiskur. Og tað kann vera ein smags- sak, um ein um dámar nógv pyntaðan mat. Men tað vælkenda skapar eisi ni tryggan og hugnaligan dám, sum tá ið vit sita til borðs hjá ommu sunnudag. Júst sokallaður ”ommu-mat ur” er við at taka seg upp sum eitt rák í stórbýum kring Evropa. Fleiri kokkar eru farnir at leita burtur frá tí tekniska og endurtulka held ur viðurkendar dygdir frá gomlu kókikonunum. Mest kent á okkara leiðum er ivaleyst matstovan Nimb í Keyp- mannahavn við Thomas Her man á odda. Sum tað sæst á myndu n um er fiska- buffet’in á Hafnia rúgvismikil og spenn - andi. Nógvar leskiligar saman set ing ar. Toskur við kryddurtum í butterdeiggi, marineraður jom frú hummari, havtaska við rót frukt um og sinnopssós, damp að ur kalvi við smør og spíðs ká li, hvítvínsdampaðar kræk ling ar, krabbi í dild og si tr ón, steinbítur við tomat og purru, paella, rækjur og so ikki minst heilur dampaður tosk ur, laksur og kalvaspragga. Fiska- borð ið var so klassiskt at grind og spik stóð eisini frammi at velja hóast frámæli frá Fólkaheilsuráðnum. Turrur fisk ur somuleiðis. Royktur og grav ad laksur. Eingin fer svangur frá borð i num og so at siga alt var vælgjørt. Altíð er okkurt smá vegis at finnast at. Ov nógv pan er ing ella okkurt tilhoyr sum kanska ikki hóskaði so væl til. Og kanska kundi okkurt broyskið rátt salat verið til. Fenni kel saknaði eg eitt sindur til eitt fiskaborð. Ása Johnsdóttir, stjóri á Haf nia, hevur dugað væl at leitt Hotel Hafnia inn í nýggja øld og kortini varðveitt klassiskar dygd ir. Kenni eg hana væl, steð gar hon ikki her. Og meðan eg minnist til tað: ein fantastisk rabarbu- terta omaná! Hafnia – klassiskt og tó Mortan í Hamrabyrgi um mælir mat úr føroysku matvøru handl unum. Skoðsmálini eru latin í mun til góðsku.