fríggjadagur 17. juli 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 135 - 17. juli 2009
Býarbókasavnið
skipar fyri summar
kapping fyri børn
TÍÐINDASKRIV
Tað er stuttligt at lesa, og
nú kanst tú eisini fáa nakað
burturúr við at siga øðrum
frá tínum lesiupplivingum.
Send okkum eitt bókaum
mæli, og tú ert við í luta
kastinum um góðar vinning
ar.
Øll børn, sum fara í 2.
10. flokk eftir summarfrítíð
ina, kunnu vera við í átak
inum.
Hevur tú lisið eina ord
iliga góða bók, sum tú held
ur, onnur eisini áttu at lisið,
ella hevur tú lisið eina, sum
er so vánalig, at onnur børn
mugu ávarast móti henni,
so er bara at senda inn.
Tað ger tað sama, um bøk
urnar, tú ummælir, eru á før
oyskum,
donskum
ella
kanska á enskum. Tað er
loyvt at senda fleiri um
mælir.
Freistin at lata ummælir
inn er 16. august 2009, og
20. august kasta vit lut um
tríggjar vinningar. Trý børn
vinna hvørt sítt gávukort á
300 kr. í H.N. Jacobsens
Bókhandli. Vinnararnir fáa
boð frá okkum og verða har
umframt
kunngjørdir
á
www.bbs.fo.
Gloym ikki at skriva eina
teldupostadressu,
so
vit
kunnu fáa fatur á tær, um tú
ert ein av teimum hepnu
vinnarunum.
Far inn á www.bbs.fo,
skriva ummælið og send! –
Ella kom inn á bókasavnið
og fá eitt útfyllingarskjal.
Summarkapping fyri børn
Ikki fleiri ferjuferðir
Í USA hevur rúmdarumsitingin NASA gjørt av, at fyribils
verða ikki fleiri rúmdarferjur skotnar út í rúmdina.
Avgerðin er tikin, eftir at nøkur petti duttu av
rúmdarferjuni Endeavour, tá hon bleiv skotin út
fyrrakvøldið. Kanningar hjá NASA hava víst, at talan var
um nøkur petti av bjálvingini, sum er uttan á
brennievnitangunum. John Shannon hjá NASA sigur við
tíðindastovuna AP, at tey stúra ikki fyri Endeavor og
teimum sjey rúmdarfólkunum umborð á ferjuni, men at
tað er neyðugt at fáa staðfest, hvat hendi, aðrenn tann
næsta rúmdarferjan verður send avstað.
Fimm byggifeløg
eru við í innbodnari
lisitasjón um Eiði 2
Suður
TÍÐINDASKRIV
Arbeiðið uppá Eiði 2 Norð
ur verður liðugt seint í
heyst, og so er klárt at fara
undir fyrireikingarnar til
Eiði 2 Suður. Samanlagt
kemur henda verkætlanin at
økja um vatnorkuna hjá
SEV við 16 mió. kilowatt
tímun.
Verkætlanin Eiði 2 Suður
hjá Elfelagnum SEV verður
nú boðin út. Bygginevndin,
sum nevndin í SEV hevur
sett at hava eftirlit við
arbeiðnum, hevur gjørt av
at bjóða arbeiðið út í inn
bodnari lisitasjón millum
fimm norðurlendsk byggife
løg.
Føroysku
byggifeløgini
Articon og J&K Petersen
eru við sum hvør sín partur
av tveimum av teimum inn
bodnu samtøkunum.
Útbjóðingartilfarið verð
ur sent út í næstu viku, og
væntandi verður støða tikin
til tey til ta tíð innkomnu
tilboðini einaferð í heyst.
16 mió. kw-
tímar aftrat
Arbeiðið fevnir um at gera
ein 8,6 kilometrar langan
tunnil
við
tilhoyrandi
áarinntøkum úr Skálagjógv,
omanfyri Norðskála, suður
til Blásenda, norðanfyri
Veðranes.
Eiði 2 Suður er framhald
av Eiði 2 Norður, sum
verður liðug seint í heyst.
Byggifeløgini MT Højgaard
og J&K Petersen hava í
felag
staðið
fyri
bori
arbeiðnum, meðan byggi
felagið Kanjon hevur gjørt
áarinntøkini.
Eiði 2 Norður kostar um
leið 65 mió. kr.
Samanlagt fer Eiði 2 verk
ætlanin at økja um vatn
orkuna hjá SEV við umleið
16 miljónum kilowatttím
um aftrat teimum 40 miljón
unum,
sum
Eiðisverkið
framleiðir frammanundan.
Byrja næsta summar
Roknað verður við, at klárt
verður at fara undir bori
arbeiðið næsta summar, og
eftir ætlanini skal arbeiðið
vera liðugt í 2013.
Í sambandi við útbygging
ina skal eisini ein triðja
turbina setast upp á Eiðis
verkinum.
SEV hevur við góðkenn
ing frá Fíggjarmálaráðnum
gjørt avtalu við Íleggingar
grunnin fyri Føroyar um at
læna 218 mió. kr. úr grunn
inum til fremjanina av allari
Eiði 2verkætlanini.
Í bygginevndini fyri Eiði
2 eru: Steinbjørn O. Jacob
sen, formaður, Jákup Suni
Lauritsen,
næstformaður,
Pauli T. Petersen og Hákun
Djurhuus, stjóri í SEV.
Eiði 2 boðið út
Arbeiðið uppá Eiði 2 Norður verður liðugt seint í heyst,
og so er klárt at fara undir fyrireikingarnar til Eiði 2
Suður. Samanlagt kemur henda verkætlanin at økja um
vatnorkuna hjá SEV við 16 mió. kilowatt-tímun
Mynd: SEV
Pávin dottin
Benedikt XVI pávi er innlagdur á eitt sjúkrahús í italska
býnum Aosta. Ovastin hjá katólsku kirkjuni datt í morgun
í summarhúsi sínum í Les Combes í Aostadalinum og
fekk skaða í økulin. 82ára gamli pávin varð innlagdur til
eygleiðan, men kláraði sjálvur at halta inn á skaðastovuna
saman við skrivara sínum, George Gänswein. Sambært
talsmanninum hjá Vatikaninum, Federico Lombardi, er
ikki talan um nakað álvarsligt. Afturhalds sinnaði týski
Joseph Ratzinger hevur staðið á odda fyri teimum 1,13
milliardunum katolikkum um allan heim síðani apríl
2005, skrivar boersen.dk.