Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 • 17. juli 2009 20 bóka ummælið mortan@hamrabyrgi.com Góð frukt ...úr Keyps samtøkuni Góð frukt ...úr Keypssamtøkuni 38 ára gamla Christine Rys gaard, ið er rit høvund ur, sjúkrasystir og land bún að ar frøð ingur, gav herfyri út bók um tann vælkenda trupul leikan, ið nógv foreldur stríðast við. Tað er tann dagurin, tá ið børn ini eru vorðin so stór og vaks in, at nú tíma tey ikki long ur at lurta eftir fo r eldru num. Børnini, ið plagdu at vera so fitt og óskyldug, eru nú farin at hava egnu meiningar og siga greitt frá hvat tey vilja og ikki vilja. Foreldur, ið kanska hava havt fult tamarhald á at tryggja børn­ unum ein sunnan lívsstíl, mugu nú standa gánandi og hygg ja at meðan óvitarnir gevast at eta skilagóðu mat pakkar nar og heldur kasta seg yvir fastfood, kips, sodavatn. Og harafturat tíma óvitarnir ei heldur at røra seg, men sita heilar dagar framman fyri telduspælinum og sjón varpinum. Hvat er at gera? Bókin ”Sunde unger – mad, mod og motion til tweens og teens” fer í dypdina við trupu­ leikan við skúlabørnum og letur bæði lærarar, læknar, heilsu rá­ ðgevar og børnini sjálvi koma til orðanna. Christine Rysgaard kennir sjálv til trupulleikan við ovurfita og at eta skeivt. Bæði sum blað ung og eftir at hon átti børn. Bókin er ikki bara ein bók við høvuðleysum uppskriftum. Rit høvundurin megnar at fevna um øll tey málini sum eyð kenna trupulleikan. Tí hvussu fært tú skúlabørn at eta frukt og grønmeti sum heilsu myndugleikarnir tilmæla? Summi foreldur eru heppin ella hava dugað væl, men eg hugsi at ein stórur bólkur av for eldr um kundi hugsað sær at fingið eitt boð uppá hendan spurn ingin. At vera sunnur sum barn snýr seg eisini um at fáa sjálvsálit sum vaksin. ”Sunde unger”, Christine Rys­ gaard, People’s Press, 187 blað­ síðir, innbundin, uml. kr. 184 Mortan í Hamrabyrgi umrøður nýggjar bøkur um mat og drekka Sunnir óvitar