Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 136 - 20. juli 2009 1.000 færri fáa løn Í Norðoyggjum eru talið av løntakarum minkað sløk 10% hetta seinasta árið. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari. Samlaða talið av løntakarum var í apríl mánaði í ár 25.195, og eru hetta á leið 1.000 færri, enn tað var í apríl mánaði í fjør. Hetta svarar til 3,6%. Nógv tann størsta afturgongdin er í Norðoyggjum, har talið av løntakarum er minkað 9,9% hetta seinasta árið. Minsta afturgongdin er í Suðurstreymoy, har talið av løntakarum minkaði 1,7%. Bugatti 100 ár Bugatti verksmiðjan varð sett á stovn av Ettore Bugatti, sum var italienari. Bugatti vórðu skjótt kendir fyri sínar eksklus­ ivu og sportligu bilar við stórum motorum. Bugatti verk­ smiðjan framleiddi bilar til síðst í 50­unum, tá hon kom í fíggjarligar trupulleikar og mátti gevast við framleiðsluni av bilum. Í 1998 keypti VW­konsernin rættindini til framleiðslu av Bugatti, og í 2005 kom tann kendi “ekstremi” sportbilurin Bugatti Veyron EB 16.4 við yvir 1000 hestakreftum og eini toppferð upp á 407 km/t á marknaðin. Í sambandi við 100 ára stovningardagin eru nakrir sergjørdir Bugatti Veyron í heilt serligum litum framleiddir. H1N1 krímið kann koma at kosta før­ oyska samfel­ag­num eitt stað mil­l­um 30 til­ 40 mil­l­iónir krónur í mistari inntøku Sjúka Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Tað kann gerast ein dyggur frammaná, tá sjúkradagarnir orsakað av H1N1 kríminum skulu gerast upp. Verða somu tøl galdandi fyri Føroyar, sum fyri Dan­ mark, kann samlaði kostn­ aðurin fyri føroyska sam­ felagsbúskapin koma at liggja eitt stað millum 30 og 40 milliónir krónur. Tað vísa tøl, ið eru gjørd við støði í útrokningum hjá Dansk Arbejdsgiverfor­ ening og hagtølum frá Hag­ stovuni. Tølini vísa, at talan kann gerast um 25­ 30.000 fleiri sjúkradagar enn vanligt hjá teirri føroysku arbeiðsfjøld­ ini, sum í 2008 taldi 29.430 fólk, verður fjórði hvør raktur av H1N1 kríminum. Fleiri ting eru tó, ið gera at hesi tølini skulu takast við fyrivarni. Eitt nú kann tað ávirka nógv, júst nær fólk gerast sjúk. Er arbeiðsgevarin so hepp­ in, at arbeiðstakarin gerst sjúkur um eitt vikuskifti, er missurin tann minsti, með­ an ringasta føri er, at arbeiðstakarin gerst sjúkur ein mánadag og liggur sjúk­ ur alla vikuna. Eisini er útrokningin gjørd við støði í donskum tølum, tá eingi føroysk hag­ tøl fyriliggja um kostnaðin á einum sjúkradegi. Før­ oyska bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) er eitt lítið vet lægri enn tann danska, sum donsku tølini taka støði í. Men við teimum fyrivarn­ um, sum eru, er ikki óhugs­ andi, at talan kann gerast um ein samlaðan miss fyri føroyska samfelagið, ið liggur eitt stað millum 30 og 40 milliónir krónur. Brynja seg til epidemi Í Danmark leggur felagið Dansk Industri upp til at fyritøkur gera eina tilbúgv­ ingarætlan, har tey eitt nú skulu fáa fleiri at arbeiða heimanífrá, snýta video­ og telefonkonferansur í staðin fyri ferðir og gera herferðir fyri reinføri, til tess at sleppa undan at smittan breiðir seg. Danska Heilsustýrið væntar at umleið 1,5 millión danir verða raktir av H1N1. Hetta svarar til at umleið 13.300 føroyingar verða raktir av sjúkuni, áðrenn hon er hæsað av. Nýggja krímið kann kosta milliónir Føroya mest vitjaði portal­ur fær nýtt snið og­ fl­eiri funktiónir. – Hann verður meira brúkaravinarl­ig­ur og­ munandi penari at síg­g­ja til­, sig­ur Ól­i á Deil­d Ol­sen, l­eiðari á FT Onl­ine, sum umsitur portal­in Portal.fo Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Á middegi í morgin verður Føroya størsti portalur, Portal.fo, givin út av nýggj­ um. Talan verður bæði um eitt nýtt snið og fleiri funk­ tiónir. ­ Vit hava gjørt eitt nýtt layout, sum er meira brúk­ aravinarligt, og sum er nógv penari enn tað, vit kenna nú. Ongar funktiónir verða strikaðar, men ymsar funkti­ ónir verða fluttar, sigur Óli á Deild Olsen, leiðari á FT Online, ið umsitur Portal.fo. Tíðindini á Facebook og Twitter Umframt at fáa eina størri umvæling í útsjóndini, verð­ ur talan eisini um fleiri funktiónir, ið verða knýttar at Portal.fo, sum árið líður. ­ Eitt nýtt verður at fólk kunnu melda seg inn í Face­ book ella Twitter bólkin hjá Portal.fo, og at so verða yvirskriftirnar lagdar út sum status, greiðir Óli á Deild Olsen frá. Fleiri bólkar av tíðindum Ein onnur broyting sum verður at síggja, er at tíðind­ ini nú verða betri flokkaði. Hetta fer at gera tað lættari hjá fólki at finna tey tíð­ indini, ið hava teirra áhuga. ­ Framyvir verða uttan­ landstíðindi fyri seg, innan­ landstíðindi fyri seg, ítróttur fyri seg og so framvegis, greið­ ir Óli á Deild Olsen frá. ­ Eisini verður ein nýggj live­síða til fótbólt og aðrar ítróttakappingar, sum eru í gongd, soleiðis at hetta ikki verður lagt út sum nýggj tíðindi, men verður leypandi uppdaterað, sigur hann. ­ Vit hava eisini fingið føroysku partabrøvini og føroyska vísitalið inn á Port­ alin, og tað er nakað nýtt, sigur Óli á Deild Olsen. Meira kemur seinni Henda broytingin, sum verð­ ur at síggja í morgin, er bert byrjanin á eini størri umvæl­ ing av portalunum hjá Før­ oya Tele. Talan er um Portal.fo, sportal.fo, planet.fo, nummar. fo og fleiri, sum næstu tíðina leypandi verða umvældar, fáa nýtt snið og nýggjar funktiónir. ­ Hetta er bara tað fyrsta, sum lesarirnir sleppa at síggja ordiligt, sigur Óli á Deild Olsen, leiðari á FT Online. Portal.fo nýggjan ham í morgin Verandi snið á Portal.fo fer í søguna á middegi í morgin. Tá verður Portalurin ein nýggjur, meira brúkaravinarligur og snøggari portalur at síggja mynd: Snapshot Tríggir tilburðir staðfestir um viku­ skiftið Tríggir nýggir tilburðir av H1N1 krími eru staðfestir um vikuskift­ ið. Tað boðar Bjarni á Steig, virkandi lands­ lækni, frá. Talan er um ein per­ són, ið hevur samband við fyrstu smittukelduna, sum er flogfarið, ið lendi í vágum 7.juli klokkan 14, og um tveir aðrar per­ sónar, ið hava eru komnir heim úr evropeiskum londum. Sostatt er samlaða talið av tilburðum í Før­ oyum, nú komið upp á 14, og er talan um fleiri ymiskar smittukeldur. Hósdagin vóru 53 fólk kannað, og væntar landslæknin at tað talið nú er komið upp um 100 fólk, ið hava latið seg kanna. ­ Men enn eru so bara 14 tilburðir staðfestir, boðar Bjarni á Steig, virkandi lands­ lækni frá. -rn Umleið 13.000 føroyingar – tað er fjórði hvør - væntast verða raktir av sjúkuni, áðrenn hon er doyr út. Hetta kann fara at kosta samfelagnum og vinnulívinum einar 30 til 40 milliónir Tilgjørd mynd