Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 136 - 20. juli 2009 Vantandi hagtøl um ættleiðing Ættleiðingarfelagið hevur heitt á Ríkisumboðið, um at fáa til vega álítandi hagtøl yvir ættleiðing í Føroyum . Hagtøl um ættleiðing hava stóran áhuga millum fólk og fær Ættleiðingarfelagið fleiri spurningar hesum viðvíkjandi. Fólk vilja vita, hvussu nógv børn verða ættleidd árliga, hvussu býtið er millum londini, hvussu nógv eru ættleidd til Føroya tey síðstu 10 árini og so framvegis. Á heimasíðundi hjá kærunevndini í ættleiðingarmálum, www.adopt.dk, eru hagtølini fyri Danmark bæði lætt og greitt atkomulig. Í Føroyum varir Ríkisumboðsmaðurin av málsøkinum ættleiðing og hevur stovnurin atgongd til tøl í sambandi við ættleiðing. Brævaskifti út í bók »Christian Matras’ brevveksling med William Heinesen og Karsten Hoyda« er heitið á heilt sermerktari útgávu hjá forlagnum Fróðskapur, sum júst er komin í bókabúðirnar. Talan er um onki minni enn bræva­ skifti, sum teir tríggir rithøvundarnir Chr. Matras, William Heinesen og Kartsten Hoydal høvdu í tíðarskeiðnum frá endanum á fyrra heimsbar­ daga til nakað eftir seinna heimsbardaga. Bókin gevur ein sjádsaman møguleika at fáa innlit í ikki minst føroyskt bókmentaligt virksemi í hesum tíðarskeiðnum. Øll brøvini eru givin út við loyvi frá familjuni hjá brævaskrivarunum. Tað er Anne­Kari Skarðhamar, sum skrivaði Ph.D.ritgerð um partar av ritverkinum hjá Christiani Matras, sum hevur fingið skrivað brøvini av, viðmerkt og annars lagt útgávuna til rættis. - Vit høvdu 137 við- gerðir hesar dagarnar, og tað er alt frá plástri til tað heilt akutta, sigur Steinbjørn Olsen, leiðari fyri sam- arittarnar, sum vóru við Múrin VIÐ MÚRIN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Hetta er fystu ferð, at vit hava havt so langa vakt. Vit byrjaðu mikudagin klokkan 15 og góvust ikki fyrr enn sunnumorgunin klokkan 06, sigur Steinbjørn Olsen, sum var leiðari fyri samaritt­ arnar á festivalinum við Múrin. Átta ferðir máttu teir geva ilt og átta ferðir máttu teir senda boð eftir sjúkra­ bilinum. ­ Í fýra førum var talan um heilt akutta viðgerð, og vit vóru til reiðar við hjarta­ startaranum, sigur Stein­ bjørn Olsen. Allar viðgerðir verða skrásettar, og tilsamans góvu samarittarnir 137 við­ gerðir á festivalinum. ­ Hetta er sjálvandi eitt stórt tal, men vit skulu eis­ ini minnast til, at vit byrjaðu mikudagin, so tað hevur eis­ ini verið yvir eina langa tíð, sigur Steinbjørn Olsen. Nógv fólk hava verið til avrúsingar hjá samarittunn­ um, og í fleiri førum hava tey verið noydd at fingið hita aftur í fólk, sum eru dottin av. ­ Hetta var serliga gald­ andi tá veðrið gjørdist so vánaligt, sigur Steinbjørn Olsen. Væl fyrireikað Tey hava verið nógv til arbeiðis hesar dagarnar. ­ Vit vóru 24 fólk til arbeiðis, tá vaktin var størst. Vit eru 32 útbúnir samarittar og umframt tað hava eisini aspirantar hjálpt til, sigur Steinbjørn Olsen. Fólk, sum ynskja at gerast samarittar, skulu verða asp­ irantar í eitt ár, áðrenn tey sleppa at læra til samaritt. ­ Vit hava fyrireika okk­ um ógvuliga væl. Og sam­ starvið við sjúkrabilatænast­ una og løgregluna hevur Samarittarnir úr at gera Básurin, vit fingu, lá illa fyri í gykla- landinum og ikki á einari náttúrligari leið hjá teimum ungu. Tað var helst orsøkin til, at vit ikki býttu út meiri enn helvtina av hítum í mun til aðrar festivalar, sigur Malan Egholm frá Fólkaheilsuráðnum VIÐ MÚRIN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fólkaheilsuráðið hevr verið fastur fúsur á teimum sein­ astu festivalunum, har tey upplýsa teimum ungu um sex og rúsevni. Eisini hava tey býtt út ókeypis hítir á festivalunum, og tað hava tey ungu tikið væl ímóti. ­ Básurin, vit fingu, var plaseraður í gyklaralandin­ um heilt niðri við sjógvin, og tað var ikki ein leið, sum tey ungu náttúrliga løgdu fram­ við. Og tað eru vit eitt sindur hørm um, tí eftir øllum at døma bar ikki til at flyta bás­ in, sigur Malan Egholm frá Fólkaheilsuráðnum. Tey valdu tí at fara út at ganga á sjálvum festivaløk­ inum fyri at hitta tey ungu, og tað riggaði rímiliga væl. ­ Men vit býttu bara út eitt stað millum 2000 og 2500 hítir, og tað er bara umleið ein helvt av tí, vit býttu út á G!­Festivalinum og Summarfestivalinum í fjør, sigur Malan Egholm. Økið var ógvuliga stórt, og hartil gjørdist veðrið vánaligt leygarkvøldið, og tað hevur kanska heldur ikki bøtt um at býta út hítir á økinum. Lítið upplýst Í sambandi við festivalin hevði Fólkaheilsuráðið gjørt eitt spurnarblað, sum varð deilt út á økinum, har ungfólk kundu svara seks spurningum um Klamydia. ­ Lutakast fór so fram millum tey, sum høvdu svarað øllum spurningunum rætt, um talutíðarkort frá Vodafone og Føroya Tele, og tað tóktist at vera popu­ lert millum ungfólk, sigur Malan Egholm. Men hon sigur samstund­ is, at vitanin millum ungfólk um kynssjúkur er ógvuliga avmarkað. ­ Tað tykist, sum nýta tey ungu hít bara við tí enda­ máli, ikki at gerast við barn. At nýta hít fyri at verja seg móti kynssjúkum kemur í lítlan mun teimum ungu til hugs, sigur Malan Egholm. Skúlarnir svíkja Malan Egholm heldur, at tað verður nýtt ógvuliga lítil tíð upp á sexualundir­ vísing í skúlunum. Og hartil verður fokuserað í alt ov stóran mun upp á at gerast upp á vegin ella ikki. ­ Tað verður tosað alt ov lítið um kynssjúkur og um kenslur. Yvirhøvur verður nýtt alt ov lítil tíð upp á hetta í skúlunum, sigur Malan Egholm. Vóru ov illa plaserað Samarittarnir høvdu úr at gera á festivalinum við Múrin Mynd: Durita Müller Thomsen Fólk frá Fólkaheilsuráðnum býttu út hítir á festivalinum. Men avsetningurin var ikki eins góður og til G! og Sumamrfestivalin í fjør Mynd: Durita Müller Thomsen