Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 20. juli 2009 – Nr. 136 NSÍ VÍKINGUR Sølvi Vatnhamar bjargaði Víkingadegnum, tá hann skeyt einasta málið í Sarpugerði leygardagin. Síðan samanlagda felagið Víkingu sá dagsins ljós á vetri í 2007, hevur tað ikki eydnaðist NSÍ at fingið stig móti teimum ljósabláu. Fimm dystin og fimtan stig til Víking, siga hagtølini FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Víkingur! Víkingur! Tað verður buldrað á trummur- nar. Ein lítil løta restar í. Og tað er nógv sum bendir á, at vikuskiftið er bjargað í Gøtu. Sølvi Vatnhamar hev- ur júst lagt Víking á odda, sum hevur kós móti fimta sigrinum av fimm møguligum móti NSÍ. Víkingur vann sær trý sera týdn- ingarmikil stig í stríðnum um heiðursmerkini leygardagin. Einsamalla málið hjá Sølva Vatn- hamar kann væl vísa seg at gerast sera umráðandi, tá avtornar. Tí NSÍ og EB/Streymur renna í løtuni aftaná trimum teimum ovastu. Lítið spæl Tað er ikki altíð, at vøllurin í Sarpu- gerði er karmur um frálíkt fótbólts- spæl. Tað er serliga undirlagið, sum ger tað torført hjá ymsu liðunum at spæla bólt. Og leygardagurin var einki undantak. Trýstspælið hjá Víkingi eydnaðist væl, og gestirnir úr Runavík høvdu ofta lítið pláss at spæla á. Tí var møguleiki fyri fleiri nærdystum, har leikararnir ikki aftraðu seg. Bæði liðini vóru væl skipað. Í verjustøðu vóru tey ansin, og góvu lítið pláss til mótstøðuna. Károly Potemkin, sum var einsamallur framherjin hjá NSÍ, hevði eisini trupulleikar við Atla Gregersen og Niclas Niclasen, sum vóru miðverjar hjá heimaliðnum. Málið Einasta málið í dystinum kom, tá 10 minuttir restaðu í av spælinum. Innskifti Símun Louis Jacobsen sendi bóltin inn í brotsteigin úr høgru, har Erling Jacobsen var staddur. Við høvdinum stýrdi hann bóltin fyri føturnar á Sølva Vatn- hamar, og úr stuttari fjarðstøðu var miðvallarin tryggur. Royndu at trýsta Undan málinum tóktist tað, sum runavíkingar vóru nøgdir við mál- leysa úrslitið. Gestirnir vildu ikki leggja ov nógv fyri á hálvuni hjá Víkingi, men støðan broyttist sjálv- sagt eftir málið. Óli Hansen varð seinastu løtuna fluttur úr miðverjin og fram í álopið, men tað hjálpti lítið. Hóast heimaliðið loyvdi NSÍ fram á sína hálvu, høvdu runavík- ingar lítið pláss. Víkingur vardi borg seinastu løtuna. Og tað eydnaðist. HB bað um umbering HB sendi leygarkvøldið fráboðan út um avlýsta 1. deildardystin ímóti VB/Sumba í dag. Fleiri samanfallandi umstøður vóru orsøk til avboðið hjá HB. Seinni kom skriv út frá sama felag, har tey harmaðust um avboðið og undirstrika, at nevndin ikki metir, at tað er nøktandi, at felagið noyddist at geva avboð. »Í samráð við venjaran verða tí neyðug stig tikin til, at hetta ikki kemur fyri aftur. Vit biðja hini liðini í 1. deild eins og FSF um umbering fyri støðuna«, skrivar HB í skrivinum. Eitt stig til Símun Samuelsen og liðfeløgunum í Keflavík at vinna eitt stig, tá ið teir í leygarkvøldið vitjaðu í Kaplakrika á Hafnafirði. Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið Keflavík javnaði til 2-2. Símun Samuelsen legði innfyri, og Magnús S. Þorsteinsson sendi bóltin í málið. Símun Samuelsen hevur verið eitt sindur skaðadarvaður seinastu vikurnar, men í kvøld var hann á vøllinum alla tíðina. Víkingur vinnur hvørjaferð Ræðast ikki Víking NSÍ hevur seinastu tvey árini leikt fimm dystir móti Víkingi. Og hvørjaferð hava runavíkingar tapt. Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, sigur, at liðið tó ikki ræðast Víking. - Talan er ikki um eitt Víkinga-kompleks. NSÍ vann ofta á GÍ, so tað er meira ella minni tilvildarligt, at Víkingur hevur vunnið á okkum seinastu tvey árini, sigur Pauli Poulsen. Hann metir ikki, at talan var um eina stóra fótbóltsuppliving í Sarpugerði. - Tað var ikki gott fótbóltsspæl. Vit royndu at spæla, men tað var hekk ikki saman. Vit skapa fáar møguleikar, men Víkingur hevur heldur ikki stórvegis at bjóða. Vit royndu at trýsta seinastu løtuna, men tað eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið, sigur Pauli Poulsen, venjari. uni Hæddar- punktið á árinum Sølvi Vatnhamar, sum var einsamallur málskjútti hjá Víkingi, var sjálvsagt ovurfegin eftir dystin leygardagin. Og hann staðfesti, at málið var hæddarpunktið í hesum kappingarárinum. - Eg havi bíða leingi eftir málinum, og tað var stuttligt, at tað skuldi verða so týdningarmikið. Tað var perfekt, staðfestir miðvallarin. Var sigurin uppiborin? - Dysturin var sera tættur. Seinastu løtuna í fyrra hálvleiki trýstu runavíkingar, men annars vóru vit við yvirlutan. Sigurin var uppiborin. Dystirnir móti NSÍ er eisini vorðin sannar grannauppgerðir, og sigurin var sera umráðandi. Víkingur hevur spælt fimm dystir móti NSÍ og vunnið hvørjaferð, so vit kunnu ikki klaga, sigur Sølvi Vatnhamar. uni Víkingur vann fyri fimtu ferð upp í slag móti NSÍ um vikuskiftið Mynd: Álvur Haraldsen