mánadagur 20. juli 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 20. juli 2009 – Nr. 136 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
Pól Johannus heldur
fram á Toftum
Pól Jóhannus Justinssen verður eisini komandi ár, at síggja í reyða B68
búnanum. Tað skrivar heimasíðan hjá B68. - Nú hava 14 leikarar sáttmála
við B68 fyri 2010, og tað er nevndin hjá B68 sjálvandi sera fegin um,
verður sagt á heimasíðuni hjá B68. Pól Jóhannus Justinussen kom til B68
eftir summarsteðgin í fjør og hevur verið fastur maður í miðverjuni hjá
B68 síðani. Pól Jóhannus, sum hevði sín fótbóltsliga uppvøkstur í NSÍ,
spælir eisini á U21 landsliðnum.
Nýggir KÍ-sangir
Todi Jónsson og Atli Danielsen gjørdu comeback fyri KÍ á
vøllinum sunnudagin, og kring vøllin ljómaðu spildurnýggir KÍ-
sangir. Í løtuni verða upptøkur gjørdar til nýggja tónleikaútgávu
hjá KÍ, og í sambandi við dystin ímóti B68 sunnudagin klokkan 15,
vóru tríggir av sangunum spældir fyrstu ferð. Lokali rockbólkurin
Grandma’s Basement eigur eina sangin, rockhetjan Karl Martin
Samuelsen syngur ein, og síðani hevur fjepparin Eyðun
Thorgeirsson gjørt ein sang, sum tveir av tónleikunum í bólkinum
Credo hava spælt inn.
B68
KÍ
Todi Jónsson og Páll
Klettskarð skoraðu báðir.
Men tað hjálpti øgiliga
lítið ímóti einum flúgvandi
B68-liðið við einum ávísum
Øssuri Hansen, sum David
Beckham kundi øvunda í
gjár
Fótbóltur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
- Eg vóni ikki, at fólk verða alt ov
skuffað og kedd. Vit fara at gera tað
betur.
Orðini eigur Páll Klettskarð, sum
hóast hann gjørdi eitt mál í stuttu
tíðini, hann var inni, var týðiliga
vónbrotin eftir dystin.
Men tað er skilligt, at hann stóð
við hasi kensluni í gjár. Todi, Atli og
Páll spældu á fyrsta sinni í longri tíð
við KÍ, og hetta var nógv gjørt
burturúr frammanundan. Vónirnar
vóru veruliga høgar í Klaksvík til
dystin ímóti B68.
Kanska gerast orðini hjá einum
av smápiltunum á liðnum fyri tíð
síðan bara sannari og sannari.
- Bara Ronaldo kann bjarga KÍ.
Men helst er tað soleiðis, at KÍ
bara møtti best spælandi liðnum í
Føroyum í gjár, og tá 38 ára gamli
Øssur Hansen fekk nærum hvønn
bólt perfektan, so var lítið at gera.
Todi gjørdi sítt
Tá dysturin var næstan líka gamal í
minuttum, sum Todi Jónsson er í
árum, fekk KÍ eitt hornaspark.
Bólturin varð lagdur væl innfyri.
Kristoffur Jakobsen snittaði bóltin
við høvdinum og úr einum og
einum hálvum metri eydnaðist 37
ára gamla áloyparanum at skora
sítt fyrsta mál fyri KÍ síðan 1992.
Men áðrenn tað hevði ein annar
veteranur longu verið upp á spæl,
tá Øssur Hansen eina løtu framm-
anundan hevði lagt eitt perfekt
fríspark til Keita, sum stýrdi bóltin
aftur um Jákup Mikkelsen.
Í fyrra hálvleiki, sást tó væl, hvønn
veg tað bar. B68 var í umstillings-
spælinum ár í venjing frammanfyri
KÍ, og sjálvsálitið hjá toftamonnum
var eyðsýniligt.
Beint fyri hálvleik royndi Øssur
Hansen seg aftur við frísparki, og
hesaferð var tað Niklas Joensen,
sum slapp at beina bóltin í málið.
Øssur allastaðni
Gjøgnum seinna hálvleik heilt B68
fram at vera omaná. KÍ spælið hekk
ikki væl saman, og serstakliga
nógvir bóltar vórðu mistir á miðjum
vølli. Hetta dámdi B68 heilt væl, so
hvørt teir herjaðu á í mótálopum.
Tað var í einum av hesum, at
Øssur Hansen á triðja sinni slapp at
leggja upp til mál. Við eini sending
uppá einar 40 metrar fekk Óli Olsen,
sum ikki hevur skorað, síðan hann
kom í land, bóltin við handaru
stong. Um enn eitt sindur ótrygt
fekk hann lagt bóltin í málið, og nú
var B68 trygt á odda.
Men 10 sekund áðrenn hetta,
skuldi KÍ havt javnað, tá ikki færri
enn tveir leikarar stóðu við nærum
opnum málið.
Páll slapp eisini
Tað var onkursvegna lagt upp til, at
Páll Klettskarð skuldi fáa sín fyrsta
dyst í ár fyri besta liðið hjá KÍ við at
loysa Toda Jónsson av. Men í
støðuni KÍ var í, valdu teir at satsa,
og tóku Oddmar á Lakjuni á høgra
bakki av vøllinum og settu áloyp-
aran á vøllin í staðin.
Gjøgnum dystin fekk hann eisini
onkran møguleika. Men tað var ikki
fyrr enn Niklas Joensen hevði skor-
að sítt seinna mál, og dysturin
endaliga var avgjørdur, at Páll Klett-
skarð skoraði sítt fyrsta mál fyri KÍ.
Tá B68 gav bóltin upp eftir málið
hjá Pálli Klettskarð, floytaði Dagfinn
Olsen dystin av. Tá vóru nógvir av KÍ
áskoðarunum longu burtur. Bláu
leikararnir løgdu seg niður og vón-
loysi lýsti av teimum. Hinvegin var
fagnaðurin hjá B68 nærum óstýri-
ligur og leikaranir fóru í einum slagi
av gleðisrúsi at takka áskoðarunum.
Kanska hetta staðfestir, hvussu
nógv at siga, dysturin hevði at siga
fyri bæði liðini.
Saman-
spælið
var mun-
urin
Øssur Hansen, sum legði upp
til trý mál í dag, legði størstan
dentin á samanspælið.
- Munurin á liðunum í dag,
er at vit eru nógv betri
samanspældir. Teir hava fingið
tríggjar nýggjar mans, og tað
tekur sína tíð at spæla eitt lið
saman, greiðir Øssur Hansen
frá.
Hinvegin er hann sum teir
flestu, tá tosað verður um
meistaraheiti.
- Vit hava tað øgiliga
stuttligt, tá vit spæla fyri tíðina.
Men vit taka bara ein dyst á
gangin. Royna at njóta tað, og
so verður tað, sum tað verður.
Todi
fegin at
vera
aftur
37 ára gamli áloyparin, Todi
Jónsson, var fegin at spæla
aftur við KÍ, men hann
staðfestir, at avrikið hjá KÍ ikki
var nóg gott, tá spælt verður
ímóti einum so væl spælandi
B68 liðið.
- Vit eru ikki sterkir nokk í
nærdystunum. Teir sleppa at
spæla frítt, og tað gekk heldur
ikki nóg skjót fram eftir
vøllinum, greiðir Todi Jónsson
frá.
Hann leggur afturat, at
uppdekkingin ikki var nóg
góð, og tí bar so væl til hjá B68
at gagnnýta deyðbóltarnar.
Spurdur um tað er líkasæla,
metir áloyparin, at tað heldur
eru vantandi royndir, sum eru
trupulleikin. Hann staðfestir
eisini, at hann er nøgdur við at
fáa mál, men at tað altíð er eitt
lið, sum bæði vinnur og tapir.
KÍ-B68 2-4 (1-2):
Todi møtti yvirvaldinum
Fyri fyrstu ferð síðan
1992 var Todi Jónsson
á blettinum fyri
barndómsfelagið í gjár.
Men tað hjálpti lítið móti
flúgvandi toftamonnunum
Mynd: Álvur Haraldsen