Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 20. juli 2009 – Nr. 136 Adebayor til City Við hesum hevur nýríka City enn einaferð styrkt sær um álopspartin, sum umframt Adebayor eisini telur Carlos Tevez og Robinho. Sjálvur sigur Adebayor, at hann er komin til eitt komandi stórfelag. - Hetta er felagið, sum um eitt ár ella tvey hevur eitt av heimsins bestu fótbóltsliðum. Vit skulu stríðast fyri felagið og liðið, og tú sært longu nú, at áskoðararnir hava álit á okkum, segði Adebayor, eftir at hann í dag hevði verið til læknakanningina, sum ikki gav nakrar óvæntaðar trupulleikar. Eto´o og 335 milliónir Tað er tað, sum Inter fær fyri at selja Zlatan Ibrahimovic til Barcelona. Hartil sleppur Inter at leiga Alexander Hleb. Tað hevur forsetin í Barcelona, Joan Laporta, sagt við spanskar miðlar í dag. Tað eru annars bert fáir dagar síðani, at Inter segði, at Zlatan ikki fór nakran veg, tí einki felag var til reiðar at rinda hálvu milliardina, sum Inter kravdi. Beinini hjá Samuel Eto´o eru tó eisini eitt slag av pengum í fótbóltsheiminum, og við at leggja tey afturat handlinum, sleppur Barcelona við ”einans” at rinda 45 milliónir evrur - svarandi til 335 milliónir krónur. Og hartil fær Inter altso loyvi at læna Hleb komandi kappingarárið. 07 Vestur ÍF Meðan avrikið hjá fuglfirðingum boðaði frá, at teir ikki ætla sær at leggja kongin, so tóktust fleiri av vágamonnunum ikki so væl upplagdir, tá ið teir løgdu rygg til 3-0 tap, sum ber við sær, at støðan er rættuliga hættislig ÍF-07 VESTUR Jóannes Hansen Plássið í bestu deildini stendur upp á spæl hvørja ferð, tá ið fujglfirðingar og vágamenn tørna til. Tí var talan um rættuliga lyklauppgerð, tá ið 07 Vestur ígjár vitjaði í Fuglafirði. Fuglfirðingar vunnu 3-0, og harvið tók ÍF seg fleiri fet frá niðurflytingarhóttanini, meðan tað ikki sær gott út hjá 07 Vestur. Sunnudagin fara teir í Sørvági at fáa vitjan av KÍ, og tá er kravið full úrtøka. Annars fer tað neyvan at bera til at varðveita plássið í bestu deildini. ÍF tykist hava fingið nýggjan íblástur. Kappingin um plássini er vorðin størri, og teir, sum høvdu fingið møguleikan hesa ferð, vóru sinnaðir at arbeiða fyri sakini. Teir reyðu fluttu seg væl hvør fyri øðrum, Bartal Eliasen og Høgni Zachariassen vóru stinnir í miðverjuni, Alexander Jovevic var gott bindilið á miðvøllinum, og Øssur Dalbúð, sum ikki slapp framat í Runavík, arbeiddi alla tíðina nógv sum fremsti maður. Kanska kundi hugflogið havt verið størri, tá ið avgerandi sendingarnar skuldu leggjast. Ov ofta vóru sendingarnar høgar fram ímóti brotsteiginum, har tað var torført hjá teimum fremstu at fáa tamarhald á. Øssur Dalbúð kundi havt sett hol á beinanvegin, tá ið hann var púra leysur. Trygvi Askham hálvbjargaði, og so var Dánjal á Lakjuni, sum hesa ferð var næstfremsti maður, fyrstur á. 1-0 og brekkan var vorðin uppaftur brattari hjá 07 Vestur, sum hevði ógvuliga ilt við at fáa álopsspælið at hanga saman. Sera nógv hongur á Tór-Ingar Akselsen, sum megnar nógv einsamallur, men sum hesa ferð var heilt væl innballaður. At støðan framvegis var 1-0, tá ið teir fóru at hvíla seg, gjørdi, at vágamenn framvegis kendu seg hava møguleikan. Tað høvdu teir, inntil tað restaði eitt stórt korter, men 07 Vestur hevði ilt við at spæla seg til málmøguleikar ímóti heimamonnunum, sum vóru nógv betri upplagdur. Jens Erik Rasmussen varð eina ferð um at verða leysur, men í skotstøðuni varð hann taklaður av Bartali Eliasen. Tá ið eitt stórt korter var eftir, hvarv allur spenningur um, hvussu stigini skuldu býtast. Petur Reinert bríkslaði og vísti á ellivu metra blettin, tí Jón Nielsen, sum aftur er í vágaverjuni, eftir at hann hevur roynt seg í høvuðsstaðnum, skuldi hava togað í innskifta Rógva Jacobsen. Andy Olsen umsett til mál, og harvið var spurningurin, hvussu stórur heimasigurin skuldi verða. Blaðungi Ari Ellingsgaard varð skiftur inn á miðvøllin í høgru, tá ið tað restaði eitt korter, og hann átti sín stóra lut í triðja málinum. Innleggið var gott, og støðan kundi havt verið vandamikil. Sigtór Petersen royndi at verja fyri, men fyri hann og 07 Vestur var tað óheppið, at bólturin fór í málið. Fyri ÍF kendist tað hugaligt, at Rógvi Jacobsen endiliga er nóg væl fyri at spæla við. Hann varð skiftur inn miðskeiðis í 2. hálvleiki, og nú verður kappingin um plássini á liðnum uppaftur størri, enn hon var undan týdningarmiklu uppgerðini ímóti 07 Vestur. Avrikið hjá vágamonnum var ikki nóg gott til at fáa stig burturúr. Í hesi vikuni verður stóra takið hjá Piotr Krakowski og hansara monnum at fáa liðið at trúgva uppá, at tað skal bera til, tá ið teir um eina viku skulu stríðast við klaksvíkingar. Ungu menn- inir fáa møguleikan Dánjal á Lakjuni, sum skoraði fyrsta ÍF málið, er ein av fleiri ungum spælarum, sum fáa møguleikan í Fuglafirði ÍF Jóannes Hansen Enn er langt á mál, áðrenn ÍF heilt er sloppið undan hótt- anini av niðurflyting. Men trilvaligi sigurin á 07 Vestur ber við sær, at lagið er gott, og at tað er gott mót í Fuglafirði um, at tað skal bera til. 18 ára gamli Dánjal á Lakj- uni er ein av teimum, sum rættuliga hevur fingið møgu- leikan í ár. Hesa ferð hevði hann meiri sentralan leiklut, enn hann ofta áður hevur havt, tá ið hann fyri tað mesta hevur verið ytstur í høgru á miðvøllinum. Hesa ferð var byrjanin hjá Dánjali flúgvandi. Hann legði ÍF framum, tá ið ein minuttir var farin: - Andy Olsen sendi bóltin ímóti málinum, málverjin hálv- bjargaði, og tað gjørdi hann eisini, tá ið Øssur Dalbúð royndi seg. So setti eg bóltin í tað síðuna, har málverjin ikki var. 20 ára gamli Øssur Dalbúð hevur spælt lítið í NSÍ, har hann fyri tað mesta hevur ver- ið skiftur inn, tá ið ein lítil løta hevur verið eftir at spæla. Hesa ferð var hann á vøllinum allar 90 minuttirnar. Ein annar blaðungur spæl- ari, sum fekk møguleikan á ÍF liðnum ígjár, var 16 ára gamli Ari Ellingsgaard. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter. Lítla løtu seinni var hann við í triðja ÍF málinum. Hann legði bóltin væl innfyri, og har var ein av verjuspælar- unum so óheppin, at hann við beininum stýrdi bóltin í málið. - Vit kundu havt skorað fleiri mál, tí vit høvdu fleiri góðar møguleikar. Fyrstu løtuna, eftir at vit vóru komnir framum, vóru vit eitt sindur aftarlaga, men seinni í 1. hálvleiki og í 2. hálvleiki høvdu vit møguleikar at skjóta fleiri mál, heldur Dánjal á Lakjuni. Stórur munur á hugburðinum 07 Vestur er í tungum sjógvi. Í hesi vikuni verður stóra takið hjá Piotr Krakowski og hansara monnum at fáa liðið at trúgva uppá, at tað skal bera til, tá ið teir um eina viku skulu stríðast við klaksvíkingar Mynd: Savnsmynd