mánadagur 20. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 136 - 20. juli 2009
Uttan at víkja fyri
nøkrum, buldraði Týr
seg gjøgnum ein góðan
tíma, har tvíræddaðir
guitarir, tungar
rútmur og progressivir
metaltónar áttu
Kirkjubø
Við tunga kvæða
rokkinum hava Týr
langt síðan skrivað
navn sítt í metal
søgubøkurnar, og
leygardagin sluppu
vit at hoyra, hvussu
ein vælsmurd
tungmálmsmaskina
ljóðar.
Løg sum Hold the
Heathen Hammer High, Sinklars Vísa
og Hail to the Hammer, tryggjaðu eina
góða uppliving, tá Týr spældu fyri
stóru fjøldini, ið fyri ein stóran part
stóð og headbangaði og rópti saman
við oddamanninum Hera Joensen.
Týr eru væl brýndir av nógvum
konsertvirksemi, og at teir eru í so
góðari venjing, gjørdi at undirritaði fór
frá Stóra Palli við eini góðari kenslu,
hóast eg altíð havi eitt sindur ilt við at
taka Týr í álvara. Alt hetta við brynjum
og idealisering av fornum kempum, ið
eyðkennir fyribrigdið Týr, er eitt sindur
ov nógv fyri meg. Men konseptið hjá
teimum er ógvuliga gjøgnumført, og
tað taki eg hattin av fyri.
Næstan ordiliga gott
Tónleikaliga var ikki tað stóra at seta
fingurin á hjá Týr, sum kompromisleyst
buldraðu seg gjøgnum ein góðan tíma,
har tvíræddaðir guitarir, tungar rútmur
og progressivir metaltónar áttu
Kirkjubø. Heri Joensen er ein góður
frontfigurur, sum dugir væl at fáa
áhoyraran við í framførsluna, tá hann
millum sangirnir stutt og greitt greiddi
frá sangunum, meðan hann onkuntíð
fekk sær upp í nevið av
drekkihorninum. Nokk so kul at hava
eitt horn við á pallin, haldi eg.
Samanspælið millum trummur og
bass var framúr, og tað var merkisvert
at hoyra, hvussu væl teir báðir Gunnar
Thomsen og Heri Streymoy fylgdu
hvørjum øðrum, sjálvt gjøgnum tey
meira progressivu pettini.
Tað einasta, ið eg havi hug at fýlast
á, er guitarspælið. Hóast bæði Heri og
Terji eru frálíkir guitarleikarar, tykist
tað sum at guitarsoloirnar eru ov
torførar at framføra á palli. Tað mátti
borið til at gjørt tær eitt sindur øðrvísi
til framførslurnar, tí hóast tær rigga
væl á eini útgávu, eru fortreytirnar
nógv øðrvísi á palli. Tað riggaði eitt
sindur klombrut til tíðir, fyri at siga
sum tað er. Eitt hugskot hevði kanska
verið at Terji tók fleiri av teimum, tí
hann tóktist tryggastur við teimum.
Sum heild var framførslan tó fín, og
um mær ikki dámdi teir so væl áðrenn,
so fekk eg tó eyguni upp fyri nøkrum
av dygdum teirra hetta leygarkvøldið,
hóast eg enn havi eitt sindur ringt við
at taka konseptið í álvara.
KVÆÐAROKKUR
Í KIRKJUBØ
Sveinur Dam
Sveinur.dam@
gmail.com
Týr høvdu eina orkumikla og gjøgnumførda framførslu
Mynd: Beinta Haraldsen
Ace of Bas