mánadagur 20. juli 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 20. juli 2009
23
Ace of Base byrjaði
við buldur og brak, og
bjargaðu sær sjálvum við
øllum hittunum. Svenski
bólkurin var tó ikki eitt
høvuðsnavn verdugur
Hví man hevur valt, at eitt
avdankað svenskt 90'ara
orkestur skal vera
høvuðsnavn, er mær ein
gáta. Eg vildi nógv heldur
hoyrt eitt nú The Dreams
ella kanska Týr, tá
festivalurin fór at ganga
móti endanum. Men rætt
skal vera rætt. Tey
skuffaðu ikki so nógv, kanska tí at eg ikki
hevði nakrar vónir til framførsluna, sum var
flott uppsett, men øgiliga kitsjut.
Buldur og brak
Ace of Base byrjaðu við buldur og brak, tá
flotta ljósshowið byrjaði, og silhuettir av
dansarum dansaðu runt á pallinum.
Yvirhøvur var koreografiin á pallinum góð,
ljósshowið riggaði væl og sangarinnan var í
toppformi. Men tað riggaði tó ikki super
væl, tí tað var týðiligt, at bólkurin hevði sína
stórheitstíð fyri nógvum árum síðan.
Fyri tað fyrsta, so skuldu tey altso havt
eitt orkestur á pallinum, tí tað sær eitt
sindur láturligt út, ikki so mikið sum at hava
ein DJ, sum stýrir tónleikinum. Har var
einans eitt kór og tvey keyboard á pallinum,
umframt guitarin, sum høvuðsmaðurin Ulf
Berggren viðhvørt spældi á. Hetta gjørdi, at
tað var sum at vera til eina karaoke
framførslu. Hesin Ulf var eisini ómetaliga
kiksaður, minti meg um ein annan Ron
Jeremy, har hann stóð í frakka, langum
slikkhári og stórum búki. Kiksað.
Tað størsta yvirraskilsi, var, at
sangarinnan, Jenny Berggren, faktiskt sang
óluksáliga væl. So væl, at eg í byrjanini helt,
at tað var playback. Tað var tað tó ikki, skilti
eg, sum framførslan fór fram. Hon dugdi
eisini sera væl at fáa gongd í áhoyrarnar,
sum vóru ógvuliga lívligir gjøgnum
framførsluna.
Hittini bjargaðu konsertini
Ace of Base hava, hóast alt, eina rúgvu av
stórum hittum, sum tey allarflestu kunnu
syngja við til. Hetta bjargaði framførsluni frá
at vera ordiliga kiksað, tí ein kann ikki lata
vera við at lata seg forføra eitt sindur, tá tú
hoyrir fleiri túsund fólk syngja við.
Hæddarpunktið kom tó ikki fyrr enn í
eykanummarinum, tá The Sign stóð úr
hátalarunum. Har vóru neyvan meira enn
nøkur fá, sum kundu halda sær frá at syngja
við tá.
Alt í alt ein framførsla, ið var í lagi, men
als ikki ein, sum burdi verið høvuðsnavn á
einum so stórt uppslignum festivali sum Við
Múrin. Næstu ferð vóni eg veruliga, at teir
fáa eitt ordiligt og aktuelt navn, at spæla
leygarkvøld.
Ófatiligt, at menninir
í Páll Finni Páll ferð
eftir ferð megna at fáa
fjøldina at kóka - hóast
vánaligar umstøður
Við einum braki av
einari framførslu
megnaðu Páll Finnur
Páll at fáa troyttu og
køldu áskoðararnar
at gloyma alt um
vánaligu
umstøðurnar, ringa
veðrið og longu
køirnar.
Sum heild vóru
færri fólk á festivalinum leygarkvøldið,
enn tað høvdu verið hinar
festivaldagarnir.
Veðrið var ikki av tí besta, og við
vindi og regni var tað heldur ótespiligt
á festivaløkinum, og sum verða man,
so var einasta tjaldið, ið seldi øl og
annað, fult av fólki, og tískil var
bíðitíðin alt ov long.
Ace of Base hitaðu upp
Hóast tað tóktist leingi at bíða, frá tí
teir fyrstu ferð komu á pall til sjálv
konsertin byrjaði, so bleiv bíðitíðin við
eitt gloymd, tá ið teir trivu í fyrsta
lagið.
Finnur Jensen og Páll Oddur
Rubeksen, oddamenninir í bólkinum,
vóru enn einaferð fantastiskir at lurta
eftir, og við teirra kendu slagarum
sang tann stóra mannamúgvan við til
hvørt orð í hvørjum sangi.
Við løgum sum ”Eg”, ”Herbergið”
og ”Russiski vinur” var hetta ein
frálíkur endi av einum heldur lítið
sigandi kvøldi, og eins og Finnur
Jensen tók til, so tóktist tað mest sum
at Ace of Base bert vóru upphiting hjá
Páll Finnur Páll, ið eftir øllum at døma
vóru tann bólkur, ið flestu
festivalgestirnir bíðaðu eftir.
Enn einaferð vístu Páll Finnur Páll
seg sum teir tungvektararnir teir eru,
og spurningurin er, um hesir føroyski
tungvektararnir ikki eru ein av
høvuðsorsøkunum til, at føroyingar
leita sær á festival. Í øllum førum má
sigast, at framførslan við Múrin ikki
bert var ein sum fall inn í mongdina.
Páll Finnur Páll vístu seg frá sínari
bestu síðu, og allarhelst telist hendan
framførslan ímillum teirra bestu
nakrantíð og ímillum tær bestu við
Múrin.
Vóru fleiri føroyskir tónleikarar sum
hesir, so var neyvan neyðugt hjá G!,
Summarfestivalinum og Múrinum at
brúka alt ov nógvar pengar uppá
útlendskar leivdir frá fortíðini.
MÚRURIN
ON FIRE!
Barbara
Holm
barbara@sosialurin.fo
Sveinur Dam
Sveinur.dam@
gmail.com
se bjóðaðu í karaokeball
Páll Finnur Páll hava valla verið
betur enn tað sama
Ace of Base hava
sæð betri dagar
enn í Kirkjubø