Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 136 - 20. juli 2009 Kirkjubøur var um vikuskiftið karm ur um tíðarbundið undirhald og tíðar­ leysum umhvørvi M angt broytist á mansins ævi. Frá at hava verið miðdepil í Føroyum við latíni, terparíi og prestaskúla, varð Kirkjubøur um vikuskiftið gandaður til tølandi trekkplástur og poppmentan. Men hetta riggaði. Har summi kanska ikki sóu møguleikan fyri sjálvum múrinum, valdu onnur at hyggja upp um. Tí múrar seta ongan í bás. Bara vit sjálv. K irkjubøur hevur leingi verið ein atdráttarmegi fyri gestir uttan úr heimi. Ein tíðarlummi fyri gestir, ið vildu síggja, hvussu fólk í gamla bóndasamfelagnum livdu. Enn sum áður er bygdarfólkið víðskygt og dugir at síggja, at tað at fylgja við tíðini eisini kann vera at hýsa tí nýggja í tí gamla. Tí tað at vera tíðarbundin er jú, at vera bundin at ávísari tíð. Og so fert tú skjótt úr tíðini. Ert tú hinvegin tíðarleysur, bindur tú teg enn fastari í tíðina, tí tá verður tú longri í henni. K anska var tað hetta, sum hendi um vikuskiftið í Kirkjubø, har Føroya gamla bispasæti var umbroytt til festival. Tað skerst ikki burtur, at festivalurin er ein seriøsur kappingarneyti til hini tilboðini, ið føroyska summarið hevur at bjóða. Umhvørvið finst neyvan vakrari, og er veðrið til vildar og tónleikurin nóg góður, eru fortreytir fyri at skapa ein fangandi tónleikafagnað. K irkjubøur er ikki longur bert ein varði sum vísir, hvussu eitt trýdningarmikið tíðarskeið í Føroya søgu einaferð man hava tikið seg út. Saman við einum summarsligum tiltaki kann festivalurin Við Múrin vera við til at bróta teir múrar niður, ið kanska kunnu tykjast at vera millum søguna og samtíðina. Her sameinast her møttust gamalt og nýtt og vøkrum umhvørvi – og góðum veðri! - to. … VANDUST Í BISKUPA BÝGGI! Myndir: Beinta Haraldsen