mánadagur 20. juli 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 20. juli 2009
25
Børnini fingu eisini sítt
Við Múrin.
Tey sluppu at gera
sær sleikisneisar,
sneisabreyð, vitja
húsini hjá Huldu, síggja
klovnar, fáa ballónir,
gera perlur, síggja teir
vælkendu figurarnar úr
sjónvarpinum og ikki
minst ríða á hestbaki.
Ókeypis! Hetta var við
í prísinum umframt at
til bar fylgja við, hvat
hendi á
tónleikapallunum,
meðan ein var staddur
á barnaøkinum. Lendið
er so mikið væl egnað
og vallað, at hóast tað
er uppbýtt, riggar tað
sum ein eind.
Sum heild var hetta
ein væl samansjóvað
eind, har býtið gjørdi,
at sum so kundi tú alla
tíðina fylgja við í, hvat
gekk fyri seg í skránni,
meðan tú gekk í
barnauniversinum.
Hetta riggaði hetta
væl, og fyrireikararnir
skulu hava rós fyri, at
ikki var neyðugt hjá
foreldrum at gjalda
fyri hvørt nikk og
prikk, sum børnini
ynsktu at gera. Her
vóru børn og vaksin
stødd úti í náttúrini,
samstundis sum tey
púra trygt kundu royna
allar teir aktivitetir og
uppliva tað undir
haldið, sum festival
urin hevði at bjóða
teimum smæstu.
to.
EINGIN MÚRUR
MILLUM
ÆTTARLIÐINI
Festivalurin í Kirkjubø hevði eisini okkurt til børnini
Leygardagurin í Gyklara landinum
endaði við, at børnini gjørdu
sneisadrýl yvir opnum eldi
Myndir: Eirikur í Jákupsstovu