Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 136 - 20. juli 2009 Tijs Michiel Verwest er borgarliga navn hansara. Maðurin kemur frá Hollandi og er ikki hvør sum helst. Tað hevur hann próg­ vað á palli fer eftir fer, og tað prógvaði hann eisini í Kirkjubø fríggjakvøldið. Serligur maður og serlig krøv Men Tiësto er eisini nakað fyri seg, tá hann ikki stendur á palli. Tiësto kom til Føroya í egnum flogfari. Maturin, ið hann skuldi eta áðrenn framførsluna, kundi ikki vera tann sami, sum hinir tónleikararnir ótu og varð tískil bílagdur aðrastaðni frá. Somuleiðis kravdi hann, at allur vegurin frá Gomlu Rætt til Kirkjubø var fullkomiliga avbyrgdur, tá hann koyrdi oman, soleiðis at eingin annar bilur var á vegnum hesa løtuna. Eisini á sjálvum pallinum hevði hann serlig krøv. Útgerðin, hann hevði við síðuna av sær fyri at hoyra tað, hann sjálvur spældi, svarar til somu útgerð, ið verður brúkt til eina hallarkonsert í Føroyum. Eitt annað, ið eisini skilti hann frá flestu av hinum tónleikarunum við Røddin er bæði stór og góð, men Linda Andrews átti at sungið meir og tosað minni, tá hon var á palli fríggjakvøldið Meira sang, minni tos. Tað er tað besta ráðið, eg vil geva Lindu, sum fleiri ferðir vísti sína stóru rødd, tá hon framførdi á Stóra Palli fríggjakvøldið. Við einum blandi av tøkuløgum og løgum av hennara egnu fløgu, vísti Linda, at hon nokk var ein verdugur vinnari av X­Factor, men nakar stórur undirhaldari, er hon ikki. Løgini “Money, Money, Money”, “You Can't Hurry Love”, “Mercy”, “So What” fyltu ein góðan part av fram­ førsluni hjá Lindu. Og tað er synd, tí tey hava øll tað í felag, at tey eru tøkuløg, sum vit kenna frá X­factor, har hon framførdi tey. Ov nógv tøkuløg Eg haldi, at tað er eitt sindur løgið, at man verður biðin at spæla á einum tónleikafestivali, og so framførir eina rúgvu av løgum, ið onnur hava gjørt kend. Men Linda syngur væl, og málbólkurin heldur allarhelst, at tað er ordiliga feitt. Linda hevur stutt síðan givið eina fløgu út í egnum navni, og løgini, hon spældi av henni, er fínasta slag poppur. Væl samanskrúvað og fang­ andi poppløg, meistarliga framborin av Lindu og úrmælingunum á ljóðfør­ unum. Linda átti at framført nógv fleiri løg av hesum slag, fyri at vísa, hvør hon er, so at siga. Tí hon er for hundan ein fantastisk sangarinna, og ein framúr góð fyrimynd hjá fólki, sum ætla at gera tað, tey brenna fyri, duga og elska. Klichéir í paradís At Linda hevur eina sera góða rødd, havi eg longu nevnt. Men hon dugir altso betur at brúka hana til sang, enn til at tosa millum sangirnar. Eg má tíverri viðganga, at eg havi ongantíð hoyrt keðiligari presentatiónir millum sangirnar, enn tær, sum Linda diskaði upp við fríggjakvøldið. Tað er næstan synd at kalla tað fyri presentatiónir, tí fyri tað mesta vóru tað messandi røðir av klichéum, ið vist høvdu til endamáls at spreiða gleði, men í staðin tóktist at vera tiknar frá einum sjálvhjálparskeiði. Stemningurin millum løgini minti meg um eitt forkrampað vekingarmøti, og tað haldi eg er eitt sindur keðiligt, tí fólk koma á festival at hoyra tónleik, og ikki fyri at blíva mint á, at øll eru so glað og góð, og at fólkini á forsíðunum á glamour­bløðunum eru viðgjørd í Photoshop, og slett ikki eru so pen í veruleikanum! Tí skulu vit vera glað fyri okkum sjálvi! Thumbs up til sangin – men, fá handan peikifingurin niður Linda! LINDA SKULDI SUNGIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hann er kendur sum ein av heimsins bestu DJ’arum, og tað prógvaði hann dyggiliga fríggjakvøldið. Tiësto er nakað fyri seg, bæði so og so Sveinur Dam Sveinur.dam@ gmail.com TIËSTO NAKAÐ FYRI SEG Linda átti at framført fleiri løg av síni egnu fløgu Mynd: Beinta Haraldsen