mánadagur 20. juli 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 20. juli 2009
29
Múrin var, at einki myndafólk slapp
fram at sjálvum pallinum, meðan hann
spældi.
Fólkið elskaði hann
Men hóast krøv og ógvusliga útgerð,
so prógvaði Tiësto, at hann er ein
stjørna í sínum bólki. Dance og
elektrotónarnir buldraðu úr kraftmiklu
hátalarunum í samfullar tveir tímar, og
fólki elskaði tað.
Við djúpum og jøvnum rútmum varð
fjøldin pumpað upp, og saman við
einum gjøgnumførdu ljósshowið var
talan um eina nærum fullkomna
framførslu, sum var heilt øðrvísi enn
tað, Trentemøller borðreiddi við kvøldið
fyri, men á ongan hátt aftanfyri.
Tiësto var cool og helt eina vissa
fjarstøðu frá fjøldini, meðan
Trentemøller hinvegin helt eina minni
veitslu á pallinum. Fullkomiliga hvørt
sítt, men eins og hjá Trentemøller, so
var talan um eina gjøgnumførda og
profesionella framførslu.
Hóast vánaligt ljóð
eydnaðist tað The
Dreams at hava eina
frálíka framførslu har
teir vístu, hví teir eru so
væl umtóktir í Danmark
Við popputa punkrokkinum, ið hevur
borið teir á hægstu tindar í Danmark,
tóku Hans Edward, Eirikur og tvær
ferðir Heini Kirkjubø við stormi.
Helst kendastu føroyingarnir í
Danmark, vóru fyri eina ferð skyld og
spældu í Føroyum, og hóast ljóðið var
rótut, gjørdist tað beinanvegin greitt,
at hesir ungu menninir hava okkurt
uppá hjarta.
Við eini blanding av sjarmu, vreiði
og sjálvspei, løgdu teir fyri við eini
intro, sum førdi til lagið Himlen Falder/
Helvede Kalder. Har frá spældu teir hitt
oman á hitt, nakað ið má metast at
vera flott, havandi í huga, hvussu
ungur bólkurin er.
Tað er sjáldsamt at síggja ein bólk,
ið hevur tríggjar frontmenn, men tað
má man næstan siga, at The Dreams
høvdu, tí hóast Hans Edward er
sangari, vóru tað beiggjarnir Eirikur og
Heini, sum fyltu mest millum løgini.
Ikki tí, Hans Edward er sum føddur at
standa á palli, men tað er mest í
sangunum, at hann kemur til sín rætt.
Ein bólkur í toppformi
Sum áður sagt, var ljóðið ikki av tí
besta, og hetta var harmiligt, tí
bólkurin spældi sera væl. Nærum
eingin feilur var at hoyra, og tað var
stuttligt at síggja unga Heina Corfitz
spæla á sín guitara, sum var hann ein
garvaður rokkari.
Samanspælið er eisini allan rós vert.
At teir hava vant nógv fyri at koma so
langt, hoyrdist aftur í framførsluni, sum
endaði við einari frálíkari útgávu av
Grand Prix hittinum La' Mig Være, sum
teir blandaðu saman við Summer of
'69 hjá Bryan Adams. Frískt!
Yvirhøvur ein feit framførsla, har
bólkurin vísti, hví teir hava klárað seg
so væl í Danmark, har teir eisini eru
kendir fyri at vera tætt við fjepparan,
við millum annað at skipa fyri
intimkon sertum heima við hús.
SWEET DREAMS
Sveinur Dam
Sveinur.dam@
gmail.com
Tiësto var
ein serlig
uppliving –
bæði á og
uttanfyri pallin
Tað var stuttligt at síggja unga
Heina Corfitz spæla guitar
Mynd: Beinta Haraldsen