mánadagur 20. juli 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 136 - 20. juli 2009
Christian Mouritsen
Hví ert tú við Múrin?
Eg vildi fyrst og fremst heilsa upp á fólk.
Hvar býrt tú við Múrin?
Eg koyri sjálvur ímillum, tí nú fótbólturin er, so drekkur mann ikki.
Hvat er tað besta?
Tað er at heilsa upp á fólk. Men eg gleði meg eisini til Tiesto.
Hvat er tað ringasta?
At tað kostar so nógv fyri ein einstakan dag.
Hvat gleðir tú teg til?
At síggja fólk og at hoyra Tiesto.
Tóra Olsen
Hví ert tú við Múrin?
Fyri at ballast og hava tað stuttligt.
Hvar býrt tú við Múrin?
Í “Kollafirði” í Kirkjubø.
Hvat er tað besta?
Ballini, og Meyla og Jens Marni
Hvat er tað ringasta?
Veðrið, men góða lagið vinnur á tí.
Er tað nakað tú gleðir teg
serliga til?
Anna David beint nú, og til at
veðrið batnar.
VOXPOP VIÐ MÚRIN
Fríða Eysturoy
Hví ert tú við Múrin?
Tí tað er spennandi, og so er tað øgiliga gott, at tey hava okkurt til fleiri
aldursbólkar.
Hvar býrt tú við Múrin?
Vit koyra ímillum til Havnar.
Hvat er tað besta?
Pipar og Salt var stuttligt, og gyklaralandið er eisini gott.
Hvat er tað ringasta?
Onki.
Er tað nakað tú gleðir teg serliga til?
Týr og Ace of Base.
Hví ert tú við Múrin?
Tí tað er besti festivalur í Føroyum. Men
tað sigur seg sjálvt, tí hann er í Havn.
Hvar býrt tú við Múrin?
Eg koyri ímillum. Ella eg koyri ikki sjálv.
Men tað er gott bussamaband.
Hvat er tað besta?
Ace of Base, tí har kann mann syngja við.
Og fólkini sjálvandi.
Hvat er tað ringasta?
Regnið.
Er tað nakað tú gleðir teg
serliga til?
Ace of Base, Anna David og so vóru
Faroe5 fittar.
Jógvan Ósá
Hví ert tú við Múrin?
Fyri at hugna mær við vinmonnum
og so eisini fyri at hoyra góðan
tónleik.
Hvar býrt tú við Múrin?
Eg eigi at sova í tjaldi. Men eg eri
farin til Havnar at sova.
Hvat er tað besta?
Tónleikur og øl, men tað hevur eisini
nógv at siga, at góð fólk eru har.
Hvat er tað ringasta?
Veðrið í dag.
Er tað nakað tú gleðir teg
serliga til?
Ace of Base
Hallur
Johannesen
Hví ert tú við Múrin?
Fyri at arbeiða, og tí tað er
nýtt og spennandi
Hvar býrt tú við Múrin?
Heima, men busssambandið er
øgiliga gott.
Hvat er tað besta?
Maturin. Tað er nóg mikið av
góðum mati.
Hvat er tað ringasta?
Tað er eitt sindur avsíðis, og
sjálvandi veðrið í dag. Og
pylsuvognarnir eru ov lítlir.
Er tað nakað tú gleðir
teg serliga til?
Afterparty fyri starvsfólkum
sunnukvøldið.
Sunneva
Johannesen
Orð & myndir: Eirikur í Jákupsstovu