mánadagur 20. juli 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 20. juli 2009 – Nr. 136
Umframt at vinna
einstaklingakappingina
í Statoil Kring Føroyar,
vann Torkil Veyhe eisini
liðkappingina saman við
Guðmundi Joensen og
Gunnari Dahl-Olsen
SÚKKLING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Síðstu tvey árini hevur Torkil Veyhe
verið eitt pláss frá at vinna Statoil
Kring Føroyar, og hvørja ferð hevur
tað verið íslendingurin, Hafsteinn
Ægir Geirsson, ið hevur »staðið fyri«.
Men í ár eydnaðist tað so, og
harumframt var Torkil eisini partur
av liðnum, ið vann fyrsti
liðkappingina nakrantíð í Statoil
Kring Føroyar.
– Eg sá longu, tá vit koyrdu
prologin í Klaksvík og eg var tvey
sekund framman fyri hann, at hetta
nokk skuldi fara at ganga.
Taktikkurin var at taka tað í
Suðuroynni, og at har skuldi verða
tað heilt stóra brakið, segði Torkil
Veyhe eftir lokna kapping og eftir
at hava tikið ímóti tveimum
steypum seinnapartin í gjár.
– Tað vísti seg eisini, at tað var í
Suðuroynni, at alt bleiv avgjørt.
Talan var eisini um eina spennandi
kapping, men tað vísti seg, at longu
á veg niðan úr Fámjin fall avgerðin,
tí tá fóru vit so langt frá hinum, at
tað heldur ikki hevði komið í vanda,
um súkklingin í Streymoynni hevði
verið gjøgnumførd.
Báðar einkultstartirnar og
Eysturoyarteinin var Torkil
næstfremstur, men tað snúði seg
bara um sekund, og tí satsaðu hann
og teir báðir liðfelagarnir,
Guðmundur Joensen og Gunnar
Dahl-Olsen, uppá at fáa alt avgjørt í
Suðuroynni, har teinurin legði upp
til fleiri útbrot, tí har eru jú bæði
Fámjinsskarð, Hovsegg og Hesturin
tvær ferðir at fara uppum.
Besti klintrarin
Guðmundur Joensen, ið annars
mest fæst við triathlonkappingar,
var fegin um at hava vunnið
kappingina um fjallaspurtirnar og
at hava verið við til at vunnið
liðkappingina:
– Eg fór við fyri at vera ein
motorur fyri liðið, men nú endaði
eg enntá á øðrum plássi og vann
fjallatroyggjuna, so eg eri sera fegin
um mítt avrik. Fjallakappingin
gjørdist løtt, tá vit fyrst høvdu
hektað hinar av, so tað gekk alt eftir
ætlan hjá okkum, segði Guðmund-
ur.
Triði maðurin á liðnum, Gunnar
Dahl-Olsen, hevur verið við í mong
ár, men eisini stórsúkklingin hjá
Team GTG í Suðuroynni gagnaði
honum, tí tá avtornaði, fekk hann
eitt fjórðapláss, sum hann var væl
nøgdur við:
– Mítt persónliga úrslit er
nøktandi, haldi eg. Eg visti, at Torkil
heilt víst fór at geva Hafsteinn ein
skarpan gang í ár, eins og eg
væntaði, at Guðmundur eisini fór at
gera tað. Teir eru ótrúliga sterkir í
mótbrekku, sum kanska var mín
styrki fyri nøkrum árum síðani, men
tað er tað ikki nú, segði Gunnar.
– Hinvegin er mín styrki kanska
meira tað taktiska, tí eg havi fingið
royndirnar við árunum, so eg havi
kanska allíkavæl nakað at geva
hesum ungu monnunum. Eg
væntaði, at Torkil fór at vinna, eins
og eg visti, at Guðmundur fór at
vera við heilt har frammi. Og tað
gekk bara alt upp á stás.
Satsaði upp á tað
Ofta hevur súkklingin vunnið
Føroyum heiðursmerki á
Oyggjaleikunum, men í Álandi
taldist súkklingin als ikki millum
ítróttargreinarnar, og tað var
kanska ein orsøk til, at føroysku
súkklararnir løgdu nógv fyri, so teir
skuldu vinna Statoil Kring Føroyar –
bæði einstaklinga- og liðkapp-
ingina.
– Tá eg hoyrdi, at súkklingin ikki
var við í Álandi, gjørdi eg av at satsa
100 prosent uppá at vinna hesa
kappingina í staðin, so tað hevur
verið tað, eg havi sæð fram ímóti
nú, segði Torkil Veyhe, sum ikki
hevur so nógvar kappingar eftir at
súkkla í ár. Ein føroyameistarakapp-
ing er eftir, men annars er ein kapp-
ing í Íslandi í august, har fleiri av
føroysku súkklarunum fara at royna
seg.
Sum sagt, fæst Guðmundur mest
við triathlon og líknandi kappingar,
og hansara næsta stóra avbjóðing
verður hálvan august, tá hann skal
kappast um danska meistaraheitið í
hálvum »Iron Man«. Tí var Statoil
Kring Føroyar kanska mest eitt slag
av upphiting fyri hansara
viðkomandi – og enntá við einum
flottum úrsliti.
Torkil
vann alt
Avgerðin í Statoil Kring Føroyar fall í Suðuroynni, tá Torkil Veyhe, Guðmundur Joensen og Gunnar
Dahl-Olsen saman við Árna Már Jónsson stungu av frá hinum, tá súkklast skuldi niðan úr Fámjin. Tað
eydnaðist til fulnar, og síðani sá eingin aftur í halaferðina á teimum…
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Torkil Veyhe, ið vann Statoil Kring Føroyar, á sigurspallinum í Gundadali í gjár saman við Guðmundi
Joensen og Árna Már Jónssyni
Mynd: Bergur Ingemarsson Johansen
Owen skoraði sigursmálið
Manchester United spældi um vikuskiftið venjingardyst móti
Malaysia, og málrevurin Michael Owen skoraði sigursmálið seint í
dystinum. Onglendingurin hevur tískil fingið eina góða byrjan í
Manchester United troyggjuni. Í fyrra hálvleiki skoraðu Wayne
Rooney og Nani, men í seinna hálvleiki svaraði Malaysia aftur við
tveimum málum. Owen var innskifti, tá hálvur tími var eftir at
spæla, og tá fimm minuttirnir restaðu í, var hann á rætta staðnum
og skoraði til 3-2.
Beckham varð háðaður
David Beckham varð alt annað enn væl móttikin, tá hann
royndi seg í troyggjuni hjá Los Angeles. Onglendurin hevur
seinastu árið verið knýttur at hópinum hjá AC Milan, men er
nú aftur í amerikanska felagnum. Og hann var háðaður.
Fjeppararnir róptu millum annað, at hann skuldi sleppa sær
heim og annað.