Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 20. juli 2009 – Nr. 136 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 33 Heima á Sandi var tað um reppið, at vanlukka spurdist burturúr, tá ein bilur brádliga sneiddi inn fyri ein av súkklarunum, sum kom við fullari ferð SÚKKLING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá súkklað verður í kapping, er ferðin gjarna nógv hægri, enn vit eru von við, tá talan er um vanliga súkkling. Tí kunnu kappsúkklararnir koma óvart á fólk í ferðsluni, ið ikki varnast, at ferðin er nógv hægri. Ein støða í einkultstartinum heima á Sandi fríggjadagin mundi endað galið, um súkklarin ikki var so snarráðin og kvikur, at hann í avgerandi splittsekundinum fann einasta útvegin í støðuni. – Eg kom koyrandi frá bygdini og ímóti Statoilstøðini, tá tveir bilar stóðu á vegnum. Júst sum eg yvirháli, sneiddi annar inn á støðina og rakti bakhjólið hjá mær við kúfangaranum, sigur Christian Guttesen, sum er ein av royndastu súkklarunum í kappingini – og tað gjørdi kanska munin. – Har vóru bara tveir møguleikar, tí misti eg tamarhaldið á súkkluni, rendi eg beint í bussin, sum stóð við vegjaðaran, og hinvegin kundi eg royna at stýra millum fólkini, sum tóku tíð og stóðu við síðuna av bussinum. Tíbetur sá eg eitt hol millum fólkini og tók kjansin – og tað gekk akkurát. Lukkutíð fyri Christian, slapp hann snikkaleysur frá hesum óhappinum, ið hendi, meðan hann hevði góða ferð á súkkluni, samstundis sum hann so at siga onga tíð hevði til at umráða seg í. – Nú gekk so væl, at eg ongantíð steðgaði, men kundi halda fram. Tó var eg so skakkur av hendingini, at eg ristist og skalv í eina góða løtu og slett ikki fekk konsentrerað meg um súkklingina, sigur Christian. – Beint aftaná mundi eg yvirsæð eitt sving, tí eg slett ikki var komin fyri meg, so tað, ið ikki var hent áðrenn, mundi hent aftaná. Hetta var skakandi, men til alla lukku slapst undan, at nakað álvarsligt hendi, tí her var veruliga nær við, at tað endaði heilt galið. Ov vánaligt veður Tíðliga sunnudagin var so mikið ringt veður, at seinasti teinurin, sum var Streymoyggin við sínum 109 kilometrum, ikki varð súkklað. Seinni batnaði veðrið tó munandi SÚKKLING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Eftir leygardagin, tá súkklu­ kappingin var darvað av vána­ ligum veðri í Suðuroy, var gjørt av at avlýsa seinasta teinin sunnudagin, sum var úr Tjørnu­ vík til Havnar umvegis Saksun og Gomlurætt. Veðrið var fyrr um dagin so vánaligt, at yvir­ dómarin, Geyr Gilsteinsson, ikki helt tað vera ráðiligt at gjøgn­ umføra ein veðurharðan dag aftrat. – Vit vóru úti á pørtum av rutuni og forhoyrdu okkum annars um veðrið aðrastaðni, og tá vit søgdu súkklarunum, at vit ætlaðu at avlýsa teinin, mótmælti eingin av teimum. Í staðin valdu vit bara at taka eina paradusúkkling í Havn og á Argjum, sum so endaði við trimum umførum í Gundadali, men uttan at vera kapping, sigur hann. Tað vísti seg annars, at veðrið batnaði nógv út á dagin, og óivað hevði borið til at gjøgn­ umført seinasta teinin eisini, men avgerðin var tikin, so har gjørdist einki við tað. Helst hevði tað eisini sítt at siga, at avgerðin í bæði einstaklinga­ og liðkappingini longu var fallin, so har hevði ikki verið tað stóra at kappast um kortini. – Tá hugt verður at veðri­ num, sum tað bleiv seinna­ partin, var tað kanska eitt sind­ ur spell, at kappingin var avlýst fyrr um dagin, men tað er lætt at siga aftaná, segði Gunnar Dahl­Olsen, sum eisini fekk við­ hald frá Torkil Veyhe: – Ta løtuna, tá avgerðin var tikin, sá tað einki út, men seinni var veðrið so gott, at tað sakt­ ans kundi verið súkklað. Kapp­ ingin kundi kanska verið útsett ein tíma, men nú bleiv tað so, sum tað bleiv. Høvdu bara ein ella tveir minuttir verið á muni, hevði tað kanska verið verri at avlýst. Hafsteinn Ægir Geirsson, sum tey fýra undanfarnu árini hevur vunnið Statoil Kring Føroyar, brúkti ongar umberingar, tá hann staðfesti, hví hann ikki aftur í ár stóð ovastur á sigurspallinum SÚKKLING Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tríggjar teir fyrstu dagarnar líktist súkklukappingin sær sjálvari, tí hóast danski A­súkklarin, Troels Toftager Nielsen, var drúgvastur í teimum báðum einkultstartunum í Klaksvík og heima á Sandi, vóru bæði Torkil Veyhe og Hafsteinn Ægir Geirsson við heilt har frammi. Tað sá eisini út, sum tað plagdi, tá teir báðir komu saman um mál­ strikuna í Saltangará hósdagin – men við Hafsteinni nakrar fáar senti­ metrar frammanfyri. Í Suðuroynni leygardagin gjørdist tað føroyska liðið, ið streyk avstað við øllum og knústi alla mótstøðu, og sjálvt ikki Hafsteinn fekk bland­ að seg uppí, men var hálvantólvta minutt aftan fyri Torkil Veyhe og Guðmund Joensen. – Eg skal vera tann fyrsti til at við­ ganga, at hinar fýra kappingarnar hjá mær í Føroyum hava verið stuttligari enn henda. Men hesa ferð var einki at gera hjá mær, tí Torkil og Guðmundur vóru snøgt sagt ov sterkir, segði Hafsteinn, tá alt var liðugt seinnapartin í gjár. Hann brúkti ongar umberingar, men rósti teimum báðum fremstu í kappingini treytaleyst, hóast hann millum annað kundi fortalt, at hann kanska var nakað eymur í bein­ unum, tí hann beint undan Statoil Kring Føroyar hevði verið við í harð­ ari og drúgvari kapping í Íslandi – sum hann vann… – Her var eingin ivi um, at tað var best liðið sum vann kappingina hesa ferð, men tað tekur ikki hugin frá mær – heldur tvørturímóti. Vón­ andi kann eg koma sterkt aftur, tá nýggj kapping verður aftur her um eitt ár, segði Hafsteinn Ægir Geirs­ son, ið sjálvur triði var við á liðnum, HFR Team, ið gjørdist næstfremst í liðkappingini. Samlað tíð 227 km Nr. Navn Felag Tíð Nr. Tíð Nr. Tíð Nr. Tíð Nr. 1 Torkil Veyhe TSF 0:10:30 2 3:13:06 2 0:36:30 2 2:36:03 1 6:36:09 2 Guðmundur Joensen FTF 0:10:57 6 3:13:09 7 0:37:23 4 2:36:05 2 6:37:34 3 Árni Már Jónsson HFR 0:10:51 5 3:13:09 4 0:37:50 5 2:37:44 3 6:39:34 4 Gunnar Dahl-Olsen TSF 0:11:22 9 3:13:09 5 0:38:39 7 2:40:02 4 6:43:12 5 Hafsteinn Ægir Geirsson HFR 0:10:32 3 3:13:06 1 0:36:40 3 2:47:33 5 6:47:51 6 Troels Toftager Nielsen ABC 0:10:22 1 3:13:06 3 0:35:26 1 2:50:12 6 6:49:06 7 Gunnlaugur Jónasson HJM 0:10:44 4 3:13:09 9 0:37:56 6 2:55:39 8 6:57:28 8 Andrass Joensen FTF 0:11:44 13 3:13:09 8 0:40:17 11 2:55:39 7 7:00:49 9 Sigurgeir Agnarsson HJM 0:11:18 8 3:13:09 11 0:39:24 8 2:59:59 11 7:03:50 10 Pétur Ragnarsson HFR 0:11:16 7 3:13:09 14 0:39:50 9 2:59:59 9 7:04:14 11 Hlöðver Sigurðsson HFR 0:11:41 12 3:13:09 10 0:41:34 13 2:59:59 10 7:06:23 12 Morten Hansen TSF 0:11:27 11 3:13:09 6 0:39:58 10 3:04:37 12 7:09:11 13 Sverri Mohr Edvinsson TSF 0:11:24 10 3:13:09 12 0:42:55 17 3:05:13 13 7:12:41 14 Wim De Dobbeleer HFR 0:11:57 14 3:13:09 13 0:40:56 12 3:07:45 15 7:13:47 15 Áslakkur Nesá SCR 0:12:04 15 3:20:55 17 0:41:40 15 3:07:30 14 7:22:09 16 Súsanna Skylv Sørensen FTF 0:12:25 17 3:20:55 16 0:41:39 14 3:25:02 17 7:40:01 17 Jóhann Brend CKK 0:12:07 16 3:14:15 15 0:42:53 16 3:35:17 19 7:44:32 18 Christian Guttesen FCK 0:12:40 18 3:32:50 18 0:46:05 20 3:24:46 16 7:56:21 19 Jógvan Djurhuus TSF 0:12:47 19 3:32:54 20 0:45:32 18 3:34:44 18 8:05:57 Ikki gjøgnumført Evald Rasmussen TSF 0:12:51 20 4:10:00 22 0:46:39 21 Ikki á mál Jákup Johansen TSF 0:13:27 22 3:55:21 21 Ikki við Ikki við Hans Egholm TSF Ikki við 4:10:00 22 Ikki við Ikki við Lars K. Thomsen CKK 0:13:13 21 3:32:54 19 0:45:36 19 Ikki á mál Marin Ennistein Heinesen TSF 0:14:33 23 4:10:34 24 0:50:11 22 Ikki á mál Henry Berg TSF 0:14:52 24 4:14:22 25 0:54:02 23 Ikki á mál Unglingabólkur Jóanis Albert Nielsen TSF 0:15:36 1 Ikki við 0:36:23 1 Ikki við Statoil Kring Føroyar – einstaklingakapping Klaksvík Eysturoy Sandoy Suðuroy 8 km 115 km 27 km 77 km Mótstøðan ov stór Mundi endað galið Hafsteinn Ægir Geirsson á veg gjøgnum Vágsbygd leygardagin. Ikki er sørt, at vinnarin síðstu fýra árini her sær eitt sindur uppgevandi út Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Malsom verður við Í farnu viku skifti Sam Malsom úr B36 til íslendska Þrótt, sum er botnproppur í bestu deildini í Íslandi. Þróttur fær í kvøld vitjan av Breiðabliki, sum er á sjeynda plássinum, og við í hópinum hjá heimaliðnum er Sam Malsom. Tískil er líkt til, at onglendingurin fer at spæla sín fyrsta dyst fyri felagið í kvøld. AB tapti AB fyrireikar seg í hesum døgum til komandi kappingarár. Fyrsti dysturin av týdningini verður 12. august, tá liðið vitjar hjá ÍF Føroyum í donsku steypakappingini. AB spældi fyrsta venjingardystin í summar um vikuskiftið. Og á heimavøllinum tapti teir grønu úr Gladsaxe við 2­1 móti FC Vestsjælland.