mánadagur 20. juli 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 20. juli 2009 – Nr. 136
Holst spældi javnt
Fyrsta umfar í ársins útgávu av donsku landskappingini varð
leikt í gjár. Einasti føroyingurin í donsku kappingini, Christian
Holst, var á vøllinum fyri Silkeborg, sum spældi javnt á
útivølli móti HB Køge. Føroyski landsliðsframherjin var
útskiftir miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hann og liðfelagin
Rajko Lekic rendu saman, og Holst fekk ein snudd í høvdið.
Úrslitini í SAS-liguni vóru hesi: FC Nordsjælland – FC
København 2-0, FC Midtjylland – Esbjerg fB 0-0, Sønderjyske
– Randers 1-0, HB Køge – Silkeborg 1-1 og Brøndby – OB 2-2.
Hoyvíkingur á Ólavsøku
10-mannafarið hjá Hoyvíkingum fer at rógva kapp á ólavsøku.
Tað skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum. Magnus Madsen og
Martin Dahl hava saman við Stefan Mølvig tikið stig til at
manna bátin. Eydnaðst tað Hoyvíkingi at vinna á ólvasøku, fær
báturin einki stig. Tað er krav, at ein bátur skal luttaka á trimum
øðrum FM-stevnum, um stig skal verða givið.
Við trivaligum 3-0 sigri
á Sevmýri tryggjaðu
sandoyingar sær fremsta
plássið í næstbestu
deildini
1. DEILD
Jóannes Hansen
Nú tað resta tólv umfør, eru tað
sandoyingar, sum liggja best fyri í
kappingini um at flyta upp úr 1.
deild. Leygardagin vitjaði B71 á
Sevmýri. Um tað hevði eydnast
heimaliðnum at vunnið, so hevði TB
verið rættuliga væl við í kappingini
um fremsta plássið.
Men TB hevði ikki so nógv at
bjóða uppá. Ebbe Kristin Thomsen
skoraði tvey mál fyri B71 eftir lítlari
løtu, tá ið ein hálvur tími var farin,
og so var spurningurin bara, hvussu
stórur B71 sigurin skuldi verða. 3-0
málið varð skorað í yvirtíðini.
tóra samrøðuevnið hetta
vikuskiftið var, at HB ikki møtti upp
á Vágseiði. HB var undan hesum
umfarinum topplið. VB/Sumba
vinnur øll stigini. HB boðaði
fríggjadagin VB/Sumba frá, at tað
ikki bar til at manna liðið hesa ferð.
Leygarkvøldið harmaðist felagið
um støðuna. Um hetta fer at fáa
aðrar avleiðingar fyri HB er ikki
greitt enn.
Hjá FC Hoyvík hilnaðist ikki væl
fimm tey síðstu umførini undan
summarsteðginum. Hesa ferð
eydnaðists tað at vinna øll stigini
ímóti B68. Sigursmálið til 3-2 varð
skorað í síðstu løtu.
Víkingur vann 3-1 á NSÍ. Talan
mundi vera um met, tá ið
víkingarnir skoraðu fyrsta málið. Tá
vóru sjey sekund farin!
Í fjúrtan teimum fyrstu
umførunum eydnaðist tað ikki MB
at vinna. Leygardagin eydnaðist tað
at vinna bornuppgerðina á Skála 1-
0. Einsamalla málið skoraði Jógvan
Joensen, tá ið tað restaðu tíggju
minuttir.
At Víkingur vann á NSÍ, og at
Skála tapti ímóti MB ber við sær, at
tað verður ógvuliga torført hjá
Skála at varðveita plássið í deildini.
Fjepparafelagi hja ki broytt navn til tann blaa dynan
Hetta er nýggi 07vestur sangurin. Vágamenn eru jú tiltiknir
fyri teirra elevatorlið. Lagið er ”busta tenn”: upp og niður,
aftur og framm, alt í senn, tað sigur Hegga Samuelsen!
Jens erik vann veddimáli, sum hann gjørdi saman við
maldini. Fyri 30 árum sídani veddaðu teir um, hvør kláraði at
halda á longst. Og man má siga, at jens erik er still going
strong
Um ki skal koma upp ur botninum mugu teir faa sær atlantic
airwais til sponsor heilsan ein b68ari
Vit taka imoti øllum ti sum NSI ikki far brukt. 2 teir bestu
leikanir a vøllinum i dag, voru NSI-ara. Andy og Øssur
Bestubitar úr sms-kappingini í Triðja Hálvleiki
B71 er á veg uppeftir
Stórtap
í Íslandi
Fyrri vinardysturin á
íslandsferðini hjá U-15
gentunum endaði leygardagin
við 7-0 tapi
Føroysku U-15 genturnar í
fótbólti løgdu leygardagin
rygg til stórtap í Íslandi.
Úrslitið var 7-0, eftir at
hálvleiksstøðan hevði verið 2-
0. Tvey tey fyrstu málini vórðu
skorað í 1. og 3. minutti, og
triðja málið varð skorað, tá ið
ein tími var farin.
Klokkan 17 í dag spæla
Føroyar og Ísland aftur U-15
kvinnulandsdyst.
Føroyska liðið leygardagin: 1.
Bjarta Johansen HB – 2. Elin
Kruse EB/Streymur, 5. Gunnrið
Joensen KÍ, 3. Sólja Eiðisgarð
EB/Streymur, 17. Súsanna
Norðgerð, VÍKINGUR (13. Rakul
Johannesen, B36, 60.) - 6. Una
Joensen KÍ (8. Amanda K.
Olsen, HB, 57.), 10. Íðunn
Magnussen EB/Str, 11. Ansy
Sevdal B68/NSÍ, liðformaður, 7.
Elin Maria Isaksen, 07 VESTUR/
MB (12. Birma Tummasardóttir,
SKÁLA, 57.) – 9. Ásleyg
Súnadóttir AB (14. Annika
Petersen, ÍF, 72.), 15. Ragna í
Lambanum ÍF.
Á bonkinumum uttan at
verða skiftar inn:
4. Sandra Jonsen AB, 16.
Palma Ryggshamar Víkingur,
18. Lovisa Østerø KÍ
mørk
1.deild
VB/Sumba-HB avlýstur
VB/Sumba uttan dyst
Víkingur-NSÍ 3-1 (2-0)
1-0: Bárður Hansen 1.
2-0: Bárður Hansen 40.
3-0: Kaj Leo í Bartalsstovu 75.
3-1: sjálvmál 82.
TB-B71 0-3 (0-1)
0-1: Ebbe Kristin Thomsen 29.
0-2: Ebbe Kristin Thomsen 32.
0-3: Høgni Warberg 90.
FC Hoyvík – B68 3-2 (2-1)
1-0: Jørgen Meitilberg
2-0: Mortan Joensen
2-1: Bogi Gregersen
2-2: Bogi Gregersen
3-2: Uni Holm Johannesen
Skála-MB 0-1 (0-0)
0-1: Jógvan Joensen