Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-20, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 20. juli 2009 35 nøvn Sunnudagin 19. juli fylti Jastrid Egholm Hansen, Sørvági, 75 ár. Jastrid er fødd og uppvaks­ in í Vestmanna sum yngsta av 8 børnum hjá Gudrun og Jákupi Egholm. Tríggjar mán­ aðar áðrenn Jastrid bleiv fødd doyði pápin tá ið skip hansara, sluppin Neptun, gekk burtur. Sum 27 ára gom­ ul flutti Jastrid í 1961 í ný­­ bygd hús í Sørvági saman við manninum, Sigfred Han­ sen, og tvíburðasynunum Ják­ up og Jóhannus Egholm Han­ sen. Nakað seinni flutti eisini elsti sonurin Niels Egholm til Sørvágs. Seinni komu dótt­ urin Jacoba og sonurin Sjúrð­ ur afturat. Maðurin, Sigfred Hansen doyði í 2004, 78 ára gamal. Longu áðrenn Jastrid flutti til Sørvágs var hon millum teirra, sum setti spor eftir sær. Sum ung hondbólts­ kvinna var hon sostatt við á einum úrvalsliði, sum fór til Íslands at leika hondbólt. Eisini eftir at hon flutti til Sørvágs hevur hon verið ein undangongukvinna, sum hevur verið við til at broyta bygdamyndina. Í 1974 opnaðu hon og Sig­ fred eina kiosk Úti á Bakka (úti á kaiuni) í Sørvági, og í 1984 bygdu tey saman við tvíburðasynunum ný­ggja kaffistovu á sama stað. Í 1981 bleiv Jastrid vald í nevndina í Sørvágs Hús­ møðrafelag, og var frá fyrsta degi og næstu 24 árini fram til 2005 forkvinna í felagnum. Sum nevndarlimur og for­ kvinna arbeiddi hon í fleiri ár fyri at skapa undirtøku í bygd­ ini fyri at opna vøggustovu og barnagarð til frama fyri úti­ arbeiðandi foreldrini. Á bygd­ arráðsfundi í 1993, hvar Jastr­ id var vorin vald inn, varð sett hart móti hørðum og gjørdi bygdarráði av at seta á stovn vøggustovu og barnagarð og at keypa gomlu sý­slumans­ húsini til endamáli. Sum forkvinna í Sørvágs Húsmøðrafelag var tað eisini Jastrid, sum tók stig til at felagið ognaði sær egin hølir, tá ið felagið í 1995 keypti hølini hjá Før­ oya Banka í Sørvági. Keypi bleiv fíggja einans við teim­ um tiltøkum, sum Hús­ møðrafelagið stóð fyri, eitt nú banko, jólaveitslur, mat­ søla á stevnum, o.s.fr. Jastrid er ikki millum teirra, sum bara fannst at kommunalpolitikarum, hon var ósamd við, men sum eisini sjálv gjørdi nakað fyri at broyta støðuna. Á komm­ unuvalinum í 1989 bleiv Jastrid sostatt sum fyrsta kvinna nakrantíð vald í Sør­ vágs Bygdaráð fyri ein kvinnulista, hvar hon sæt í 4 ár. Hetta var slóðbrótandi, tí á teirri tíð vóru bert fáar kvinnur í føroyskum komm­ unalpolitikki. Meðan Jastrid var nevnd­ arforkvinna í Sørvágs Hús­ møðrafelag tók hon eisini stig til at stovna dagtilhald fyri teimum eldru í Sørvági, og seinni eisini fyri teimum eldru úr hinum bygdunum í Vágum og hevur sjálv staði á odda fyri at røkja hesa uppgávuna fram til í ár. Samstundis sum Jastrid hevur verði virkin úteftir hev­ ur hon eisini tikið sær av upp­ vakstrinum av børnunum. Hóast hvørki Jastrid ella mað­ urin sjálvi hava nakra útbúgv­ ing, hava tey stuðla børnunum í at takað víðarigangandi út­ búgvingar. Børnini eru sostatt í dag øll útbúgvin og í arbeiði í Føroyum, Danmark og Viet­ nam sum maskinmaður, ad­ vokatur/skipsførari, arkitekt­ ur, lækni og verkfrøðingur. Jastrid helt føðingardagin heima saman við teimum av børnunum, sum eru stødd heima. Tillukku við 75 ára degn­ um til eina merkiskvinnu. jh Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Rætting Í føðingardagsheilsan í vikuskiftisblaðnum skrivaðu vit, at Thordur Thorsteinsson fylti 50 ár leygardagin 18. mai. Tað er ikki rætt, hann fylti leygardagin 18. juli. Vit biðja orsaka mistakið. -red Ein merkiskvinna fyllir 75 Dagurin 20. juli. Elias. Dagurin verður hildin til minnis um profetin Elias, sum Kongabøkurnar í Gamla testamenti siga frá. Í Føroyum hevur hann fingið navnið Líggjas. Bíbilskt navn, ið merkir Jahve er Guð mín. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Í dag 20. juli verður Absalon Absalonsen, ættaður úr Vági, búsitandi í Havn, 70 ár. Umframt so nógv annað, hevur Absalon fyrst og fremst verið sjómaður. Hann hevur verið á sjónum síni 50 ár, og teir eru ikki nógvir sum klára tað. Pápi Absalon var Marius Absalonsen, ættaður av Við­ areiði, sum eisini var ein royndur fiskimaður. Mamm­ an var Frida f. Mikkelsen, ættað úr Vági. Eina tíð undir krígnum búðu tey í Skálavík. Marius sigldi við Norðbúgvanum, har Esmar Fuglø var skipari. Men at búgva í Vági og sigla norðanfjørðs bar illa til sum ferðasambandið var til Suðuroyar tá. Tá lá tað nógv betri fyri at búgva í Skála­ vík, so gott ferðasambandið var í Sandoynna! Her kann verða nevnt, at Marius eisini var við Ananu mitt í 30­ unum, har samlaða manning­ in var um 160. Hetta er fremsta átak á sjónum, sum hevur verið í Føroyum. Absalon fór fyrst í real­ skúla í Vági, og so fór hann til skips. Hann fór fyrst sum messudrongur, síðan sum dekkari við trolaranum Fiskanes, sum tá var okkara flaggskip, nakað sum Norð­ borg í dag. Hesir fiskimenn fingu seg ofta royndar og hetta var ikki minst galdandi í januar 1959, tá ið Fiskanes var á somu leið sum Hans Hedtoft, og var Absalon eis­ ini við tá. Manningin fekk fyri sín leiklut í leitingini av Hans Hedtoft viðurkenn­ ing frá KGH. Men Fiskanes fekk eisini nógvan fisk, og tað var til­ tikið, hvussu strævið tað var við hesum trolarum. Hetta var annars høvið til at lóg­ festa vaktarskipan umborð á trolarum, har teir skiftisvís arbeiddu og høvdu frí seks tímar. Absalon hevur roynt nógv annað á sjónum. Hann sigldi sum skipari og búði í Grøn­ landi í fleiri ár. Hann letur væl at grønlendingum. Hann var skipari á Jógvan á Gørðunum, einum av teim­ um stállínuskipum, sum vit fingu so nógvar av fram í 60­unum. Eitt skifti hevði hann eisini sluppina Sæborg, sum var keypt úr Lorvík. Seinast í 60­unum varð Absalon skipari á Borgini. Teir royndu fyrst í Grønlandi, har teir eina ferð høvdu ein ringan túr heim. Teir fingu ein ringan sjógv, sum breyt alt omanav dekkinum. Tele­ fonin fór eisini, og teir noyddust inn á Reykjavík. Um hesa tíðina fóru menn at síggja møguleikar við ídnaðarfiski. Borgin var eitt av teimum fyrstu skip­ unum, sum fóru at royna hesa veiðu. Hetta vóru skip, sum vóru bygd til heilt aðra veiðu, men hesi skipini vístu, at hetta bar til. Skjótt vóru skip bygd til endamálið, og vit fingu skjótt tíggjutals skip á ídnaðar­ veiðu. Hesin fiskiskapur kom at gerast sera tý­dningar­ mikil, tá ið vit komu inn í 70­ ini. Her kom Absalon í fel­ agsskap við Hera Hjelm, sum eisini hevði víðskygni á hesum øki. Teir keyptu Bjar­ noy, sum var ein av teimum nógvu ídnaðarskipunum. Hesi tóku tó ikki so nógvan fisk í lastina. Tí kom hugskot­ ið um størri skip, og hetta gjørdist gamli portugalstrol­ arin Vágbingur. Hetta førdi aftur til hugskotið at lata ídnaðarfiskin koma Suður­ oynni til gagns, og fingu teir bygt fiskamjølsvirki í Lopra. Men við ídnaðarfiski var tað kanska meira enn við fiskivinnu annars, at tað gongur upp og niður, og tá niðurgongdin kom varð lítið eftir av hesi vinnu. Bjarnoy 2/Vágbingur gjørdist annars sjónleikarhús í Stockholm! Tá var rækjuveiðan meira í hæddini, og bygdu teir Svalbard, sum teir høvdu í nøkur ár, tá tað eisini her fór at ganga niður á bakka. Absalon var kendur at vera sera góður at vera saman við sum skipari. Ein sumbingur segði einaferð við mammuna Fridu, at Absalon var besti skipari hann hevði verið saman við. Sinni var ikki skapt í honum. Sjóvinnan hjá Absalon endaði so við, at hann eitt skifti var við South Island og síðan sigldi hann við hol­ lendskum veitingarskipum til hann gavst fyri nøkrum árum síðani. Absalon hevur eisini dámt at rógva út. Hann hevur róð út við Aksel (Thorsteinsson) hjá Jóin og hevur eisini verið formaður á útróðrarbátinum Albert Victor. Annað enn sjógvur Absalon hevur havt annað á skránni enn sjógvin. Hann hevur skrivað ein hóp. Absa­ lon hevur givið út væl um­ tóktu skaldsøgurnar Hjálpt úr Neyð og Sodnhúsfólkini, sum hava evni frá gomlum døgum í Føroyum. Her hevur Absalon verið so heppin at hava livað saman við ommuni og abb­ anum í Vági, sum vóru sera søgufróð, og sum hava givið íblástur til hesar skaldsøgur, sum tískil eisini eru grund­ aðar á veruligar hendingar. Síðan gav hann út ævisøg­ una hjá kenda skiparanum Jóan Petur hjá Mouritsi. Henda bók er eitt virðismikið íkast til okkara fiskimanna­ søgu. Bókin er sera umfatandi og í henni eru nevnd ikki færri enn 155 skip og 735 persónar. Tí er tað ofta, tá sóknast verður eftir onkrum upplý­s­ ingum um skip og menn, at teir finnast í hesi bók. Tað seinasta skrivliga avrikið er tý­ðingini av bók­ ini um Titanic “Ein minnilig nátt,” sum upprunaliga kom í 1956. Nú filmar verða gjørdir, har nógv íspinn er í søguni, kann tað vera gott at fáa eina bók um hesa hending, sum heldur seg til verunleikan. Absalon dugur eisini at yrkja, og okkurt yrkingasvn er komið út. Hann hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og var nógv ár løgtingsvalevni í Suðuroynni hjá Sjálvstý­ris­ flokkinum Seinastu tíðina er Absalon eisini kendur sum vertur á Torginum í Rás 2, har hann hevur sý­nt gott hegni at fáa gestir at greiða frá teirra lívi bæði á tí tímiliga og andaliga økinum. Eins og foreldrini hevur Absalon alla sína tíð verið virkin í Brøðrasamkomuni í Vági, í Nuuk og nú í Havn. Absalon er giftur við Elsu f. Weihe av Selatrað. Hon er dóttir Andreu og Lassen Wei­ he. Børnini eru Árni, Laila, Bjarni og Ragnar. Systkini eru Óluva, John, Hanna, Anna Gretha og Ólavur. Føðingardagurin verður hildin í Danmark. Hiðani verð­ ur ynskt hjartaliga tillukku. ó. Absalon Absalonsen 70 ár