Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 tíðindi Nr. 136 - 20. juli 2009 Børn skriva ummæli Býarbókasavnið skipar í summar fyri ummælarakapping fyri børn. Øll børn frá 2. til 10. flokk í fólkaskúlanum kunnu taka lut í kappingini. Sagt verður, at tað hevur ikki týdning, hvørjum máli bøkurnar eru á, og eisini er loyvt hjá børnunum at senda inn fleiri ummøli. Freistin at senda inn ummæli er tann 16. august, og verður drigið millum trý gávukort til bókahandil millum tey, sum hava sent inn. Umvæla skúlan á Trøllanesi Arbeiðið við at umvæla skúlan á Trøllanesi fer nú ígongd. Tað skrivar Klaksvíkar Kommuna á heimasíðu sínari. Seinastu árini er ein partur av játtan býráðsins brúktur til hetta umvælingararbeiði. Takið og vindeyguni eru skift, og nýggjur ketil settur í. Innveggirnir eru tiknir niður fyri at kunna bjálva teir. Eisini eru gólvini tikin upp fyri at bjálva og leggja nýtt. Fyri at fáa ferð á arbeiðið, søkti Klaksvíkar Kommuna fyri í ár Innlendismálaráðið um stuðul til útoyggjamenning. Innlendismálaráðið hevur nú játtað 70.000 krónur til liðugtgerðina. Tvøroyrar Býráð hev ur nú endaliga sam tykt at stevna Strandf erðsluni eftir havnargjaldi fyri Smyril og stevnt verð­ ur eftir fullari upp­ hædd Stevning Áki Bertholdsen aki@ssialurin.fo Nú hevur Tvøroyrar Býráð mist tolið við Strand­ ferðslu ni og landsstýrinum. Í fleiri ár hevur Tvøroyrar Býráð roynt at fáa Strand­ ferðsluna og landsstýrið at góð taka, at Smyril eigur at betala havnargjald fyri at brúka Trongisvágsfjørð á veg til og frá Sam ferðs lu­ havn ini á Krambatanga. Men landsstýrið tvíheldur um, at Smyril eigur ikki be t a la havnargjald. Tvøroyrar Býráð tví held­ u r um, at Smyril skal betala havnargjald og tí hevur bý ráð ið samráðst við fleiri av teimum seinastu lands­ stýris fólkunum, sum hava um sitið málið í lands stýri­ num, men alt til fánýtis. Men nú kemur málið so til skarpskeringar, tí á bý ráðs fundi hevur Tvør oy r­ ar Býráð nú endaliga sam­ tykt at stevna eftir upp­ hæddini. Miseydnað í fleiri ár ­ Vit hava roynt í fleiri ár at fáa eina avtalu við skiftandi lands stýrisfólk um havnar­ gjald fyri Smyril, men til fá nýtis og sostatt er onki hjá okkum at gera, uttan at stev na, sigur Kristin Michel sen, borgarstjóri. Hann sigur, at høvdu sam ráð ing ar nar við lands­ stýr ið borið á mál, hevði tað uttan iva borið til at samst um eina skipan, har Strand ferðslan fekk av sláttur, tí at Smyril brúka Trongisvágsfjørð so oftani. ­ Men tá ið allar sem ings­ royndir eru miseydnaðar, hava vit stevnt eftir fullari upp hædd. Kristin Michelsen sigur, at sostatt er nú endaliga gjørt av at stevna Strand­ ferðsluna eftir 14 milliónum krón um. Løgfrøðingar hjá lands stýri num hava akkur át beint øvugta mein ing um, antin Smyril skal betala havnar gjald ella ikki og higartil hevur lands stýrið lurta eftir tí, sum sigur nei Stevning Áki Bertholdsen aki@ssialurin.fo Løgfrøðingar eru alt annað enn samdir í, um Tvøroyrar Kommuna hevur rætt til at be ta la havnargjald fyri Smyr il, tá ið hann siglur inn ella út eftir Trongisvágs­ firði, so leiðis sum vit greiða frá í hinari greinini her á síðu ni. Løgfrøðingarnir hava enn tá beint øvugta meining um málið, tí onkur heldur, at Smyril skal ikki betala havnar gjald, men aðrir siga, at ongin ivi er um, at Smyril skal betala. Tað er Vinnumálaráðið, sum umsitur Strand ferðslu­ na, men innlendismálaráðið umsitur føroysku havn ir­ nar. Og hesi bæði ráðini hava hvør sær roynt at fáa greiði á, um Smyril skal betala havnar gjald á Trongis vágs­ firði ella ikki. Og tey koma til beint øvugta niðurstøðu. Løgfrøðingur, sum vinnu­ mála ráðið hevur spurt, sig­ ur, at Smyril skal ikki betala Havnargjald, men løg frøð­ ing ur, sum inn lendis mála­ ráðið hevur spurt, sigur, at sjálv andi skal Smyril Betala havnargjald Men sum tað sæst í grein­ ini omanfyri, hevur lands­ stýr ið higartil bara lurtað eft ir løgfrøðinginum, sum sig ur nei. Landið bæði vald og gjald Vinnumálaráðið vísir til, at tað er landið, sum hevur bygt samferðsluhavnina á Kram ba tanga og sum skal hal da hana. Ráðið staðfestir, at tá ið havn in á Krambatanga varð gjørd, varð upplýst í við­ merk ingunum til lógina, at talan er um eina landshavn. Upplýst varð eisini, at hetta fór at hava fíggjarligar av leið ingar fyri Tvøroyrar Kommunu, tí hon missir havnar gjaldið við tað, at sigl ing in á kommunalu havn ina á Drelnesi verður niður løgd. Sostatt kann landið ikki rinda havnargjald fyri Smyril, fyrrenn Løgtingið hev ur samtykt eina nýggja lóg um hetta. Blanda tvey hugtøk saman Men hesum er ein løg frøð­ ing ur, sum inn lendis mála­ ráðið hevur spurt, alt annað enn samdur í. Hann staðfestir, at Tvør­ oy r ar Kommuna hevur full­ an rætt til at krevja øll gjøld, sum hoyra havnum til, sama hvør eigur sam ferðslu havn­ ina á Krambatanga. Hann kallar tað beinleiðis eitt løgfrøðiligt skammlop, tá ið ognarviðurskiftini á Krambatanga og rætturin til at krevja havnargjald, verða tengd saman, tí ognar viður­ skiftini til bryggjukantin og havnargjaldið eru hvør sítt. Hann vísir eisini til, at Strandferðslan betalir havnar gjald til Tórshavnar Kommunu og landið hevur annars goldið sín part av næst an øllum havnum í land i num. Fyri at allar havnir tí skulu vera javntsettar, eigur Strand ferðslan at betala havnar gjald allastaðni, har hon siglur. Løgfrøðingurin sigur, at havnar gjald eru ásett fyri at gera kommunurnar førar fyri at byggja og reka havna øk ið og fyri at gera tær førar fyri at halda eitt ávíst støði, tá ið skip skuku av greiðast, eisini á trygdar­ økinum. Tað eru eisini kommunur­ nar, sum, í fyrsta umfari, bera allan vandan, tá ið van lukkur og skaðar henda og upptakið av tí kann mang an vera ótespuligt og kostn að armikið. Øvugta meining um kravið av Tvøroyri Krevja 14 milliónir frá Strandferðsluni - Tað sær ikki út til, at landsstýrið vildi finna semju og tí verður stevnt eftir fullari upphædd, sigur Kristin Michelen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum her er fangaður ímeðan hann gevur seyðinum. Í baksýninum sæst Smyril fara frá á Samferðsluhavnini á Krambatanga Løgfrøðingar, sum landsstýrið hevur leitað sær ráð hjá, eru grundleggjandi ósamdir um kravið frá Tvøroyrar Býráðið um, at Smyril skal betala havnargjald fyri at brúka Trongisvágsfjørð tá ið hann siglur til og frá Krambatanga