Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-20, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. juli 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 tíðindi Nr. 136 - 20. juli 2009 Tað hevur gingið langt betur enn væntað við nýggju sushi- og vínbarrini Etika á Áarvegnum. Nógvu vitjanirnar kunnu ikki bara vera nýfingni, tí somu fólkini koma aftur og aftur, sigur stjórin Johannes Jensen sushi Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Tá ið nýggja sushi- og víonbarrin Etika á Áarvegnum læt upp fyri tveimum vikum síðan, grunaði eingin, at ráur fiskur fór at fella so nógvum føroysum gómum, sum royndirnar longu nú eru. - Tað hevur gingið nógv, nógv betur enn væntað, og vitjanirnar eru so nógvar, at neyðugt er at bíleggja borð, bæði á middegi og um kvøldið, sigur Johannes Jensen, stjóri á Etika. Heilt nógvir útlendingar hava verið og fingið sær ein bita í nýggju matstovuni, men størsti parturin av gestunum hevur verið føroyingar. Johannes Jensen sigur, at tey allar flestu hava verið væl nøgd, og hann hevur fingið fleiri heilsanir bæði frá føroyskum og út lend s k- um gestum um, at føroysku sushi rættirnar standa ikki aft an fyri sushi í øðrum lond um. Hugsast kundi, at nógvu vitja n ir nar kunnu tulkast sum, at fólk eru nýfingin, men tað er ikki bra tað, tí sam bært starvsfólkunum vitja somu fólk aftur og aft- ur, sigur Johannes Jensen. Hann heldur, at væl dámdu matvørurnar ikki minst skulu setast í samband við, at dygdin á føroyska vatninum og fiskinum er so høg. Føroyskt sushi fær góða móttøku Sushi- og vínbarrin Etika á Áarvegnum hevur fingið óvæntaða góða móttøku Sambært seinastu for søgnunum hjá íslendska fíggjar mála- ráð num, verður talan um búskaparvøkstur í 2010 Búskapur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hetta framgongur av grein- ing, sum er latin OECD, og sum eisini er endurgivin á heimasíðuni hjá føroyska Lands bankanum. Íslendska fíggjar mála- ráð ið metir m.a. fyri 2009, at tøka inntøkan hjá íslends- ku húsarhaldunum, minkar 11% og arbeiðsloysið verð- ur 9% í miðal. Privata upp- sparingin er økt og eftir- spurningurin lækkaður. Al menna og privata nýtslan minka ávikavist uml. 21% og 25%, og fyri búskapin sum heild verður mett, at BTÚ minkar við 10,6% í 2009. Roknað verður við BTÚ- vøkstri á 0,5% longu í 2010, hóast privata nýtslan fram- hald andi verður lutfalsliga lág. Høvuðsorsøkin til hesa vend skyldast serliga stórar íløgur í orkuframleiðslu. Í 2011 verður BTÙ- vøkst ur in mettur til 5%, ser liga orsaka vøkstri í privat ar i nýtslu og íløgum. Men harumframt betrar vikn aða íslendska krónan um kappingarevnið, og út flutn ingurin væntast at økj ast so mikið, at talan verð ur um handil s javna- avlop í 2011 svarandi til uml. 6% av BTÙ. Eftir- spurn ing urin verður sostatt í størri mun enn áður rætt- aðu r mótvegis innlendis fram leiðs lu heldur enn inn- flutn ingi. Við hesum hava ís lendskar vørur og tænastur kapp ingarfyrimun, og summ ir íslendskir fram- leið ar ar eru hervið minni rakt ir av kreppuni enn ann- ars. Forsøgnin fyri 2012-2014 vísir ein árligan vøkstur í BTÙ á 2,6%, lágan og støðug an prísvøkstur á uml. 2,5% og eitt gjaldsjavnahall á 1,5% av BTÚ. Ar beiðs- loysið væntast at verða 4% í miðal tá búskapurin aftur kemur í javnvág. Íslendski búskapurin veksur aftur í 2010 Fallið er stórt, men longu næsta ár fer at ganga framá í íslendska búskapinum, siga nýggjastu búskaparmetingarnar Nýggjar mánamyndir Í hesum døgum eru 40 ár liðin síðani, at amerikumenn fyrstu ferð lendu á mánanum. Mikil ivi hevur verið um, hvørt hetta veruliga hendi ella um hetta bert var gykl fyri øllum heiminum. men nú hevur Nasa kunngjørt nakar myndir, sum skulu prógva, at ørnin veruliga lendi á mánanum. Myndirnar eru tiknar av rúmdarskipinum Lunar Reconnaissance Orbiter, og tær vísa lendingarfarið frá Apollo 11 júst har, sum Neil Armstrong og Buzz Aldrin lendu í juli 1969. Myndirnar eru tiknar millum 11. og 15. juli í ár, og Nasa kunngjørdi tær fríggjadagin. Obama í mótráki Talið av av teimum, ið treytaleyst stuðla Obama, fellur støðugt. Fyri fyrstu ferð síðani valið er talið av teimum, ið halda at Obama klárar seg væl, follið niðurum 60%. Hetta eru heili 10 % færri enn í vár, vísa meiningakanningar. Tað er serliga hátturin, Obama hevur tikið sær av fíggjarmálum og lovaðu broytingarnar innan heilsuverkið, sum enn ikki eru framdar, sum fáa fólk at missa álitið á forsetanum, skrivar Ritzau. Bert 59% halda nú, at Obama klárar seg væl. Men hóast fólk byrja at missa álitið á Obama, so eru tey tó ikki farin yvir til Republikanarnar. Bert 36% halda, at republikanararnir klára seg væl. Eitt av høvuðsnøvnunum við Múrin vóru teir víða- gitnu skemtararnir úr Pipar- & Salt. – Tað var sum at sur- fa á einari bylgju av góðum stem ningi, sigur Sjúrður Skaale. Eitt av høvuðsnøvnunum, og helst mest vitjaða kon- ser t in við Múrin var tann hjá skemtarunum Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe. Við einari ørgrynnu av frálíkum tónleikarum trinu teir á pall í Kirkjubø fríggjakvøldið, og sjáldan var eins góður stemn ingurin at síggja í Krikju bø, sum tá Esmar Eystur oy og companí vóru á palli. - Áskoðararnir vóru so fan tast iskir og gjørdi tað lætt hjá okkum at framføra. Tað hevði neyvan gingið so væl sum tað gjørdi, um áskoð ar arnir ikki vóru so heit ir uppá okkum, sigur Sjúr ð ur Skaale. Pylsuvognurin koppaði Hóast konsertin var framúr, so vóru nakrir smávegis trupul leikar á pallinum. Mill um annað datt tann væl kendi pylsuvognurin í høvdi á songkvinnunum, men eingin skaði stóð av hes um. - Vit gjørdi nakrir smá- vegis feilir á pallinum, men vit høvdu vant nógv við tón leikarunum, so tað vistu vit frammanundan fór at koyra væl, sigur Sjúrður Skaale. Og tónleikararnir vóru eingi aðrir enn Jóhannes á Rógvi, Kim Hansen, Jens Mar ni Hansen og James Ol sen. Við øðrum orðum Show menn. Spurdur um hvørt Pipar& Salt verða at síggja á palli aftur skjótt, sigur Sjúrð ur Skaale, at hann ong ar viðmerkingar hevur, tó leggur hann dent á, at upp living við Múrin var nak að fyri seg og ótrúliga væl eydnað. Pipar&Salt: Áskoðararnir gjørdi tað lætt