týsdagur 21. juli 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 137 - 21. juli 2009
Nýggj bók gevur
óvanligt innlit í sera
bersøgið brævaskifti
millum tríggjar av
okkara mætastu
rithøvundum ,
Christian Matras,
William Heinesen og
Karsten Hoydal
Bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
»Christian Matras’ brev
veksling
med
William
Heinesen og Karsten Hoy
dal« er heitið á heilt ser
merktari útgávu hjá for
lagnum Fróðskapur, sum
júst er komin í bókabúð
irnar.
Talan er um onki minni
enn brævaskifti, sum teir
tríggir rithøvundarnir Chr.
Matras, William Heinesen
og Kartsten Hoydal høvdu í
tíðarskeiðnum frá endanum
á fyrra heimsbardaga til
nakað eftir seinna heimsbar
daga. Í bókini fær lesarin
høvi at fylgja við í einum
sera livandi, persónligum
og ofta rættiliga bersøgnum
“brævapráti” milllum teir
tríggjar høvundarnar. Hartil
gevur útgávan ein sjád
saman møguleika at fáa
innlit í ikki minst føroyskt
bókmentaligt virksemi í
hesum tíðarskeiðnum.
Bersøgin brøv
Tað er AnneKari Skarð
hamar, sum skrivaði Ph.
D.ritgerð um partar av
ritverkinum hjá Christiani
Matras, sum hevur fingið
skrivað brøvini av. Hartil
hevur hon kryddað brøvini
við viðmerkingum og frá
greiðingum til ymiskar til
sipingar og persónar, so
lætt er hjá lesaranum at
fylgja við.
Umframt arbeiðið at geva
út bókmentaligt tilfar, kjak
ast teir tríggir høvundarnir
um og gera viðmerkingar
til tekstir hjá hvørjum
øðrum. Í brøvunum gera
teir eisini metingar av tekst
um hjá øðrum høvundum,
og kjakast annars um ment
an, politikk og heimligar
bókmentir sæð í ljósinum
av norðurlendskum og evro
peiskum bókmentum.
Sum heild eru teir sera
bersøgnir í hesum brøv
unum og tað kann væl hugs
ast, at onkur lesarari fer at
hveppa seg við av útsøgnum
um ávísar persónar ella
hendingar.
Í støðum hava brøvini ein
meiri privatan dám, har tey
til dømis snúgva seg um
Bersøgin brøv hjá
Heinesen og Hoyd
Viðmerkingar frá rit-
stjóranum til brævið á
høgru síðu:
1. Christian Matras og
William Heinesen gikk
sammen på Realskolen i
Tórshavn 1912-1916. Da
Christian Matras høsten
1916 gikk det siste året
på realskolen, var Will-
iam Heinesen blitt elev
ved Købmandsskolens
forberedelsesklasse
i København (Brovst
1987:18).
2. Jeppe Aakjær (1866-
1930), dansk dikter fra
Jylland. Aakjær er særlig
er kjent for sine folkelige
dikt, men skrev også
sosialrealistiske romaner
og folkelivsskildringer.
De sangbare diktene
„Jeg er havren“ og „Jens
vejmand“ ble oversatt
til færøysk av Christian
Matras. Jf. brev 90.
3. Karl, ofte kalt Carli, er
Carl Johan Bech (1895-
1988), som ble Færøyenes
første dyrlege og var i
stillingen fra 1918 til han
ble pensjonert i 1961
(Johannessen 2007:399).
Han var i slekt med William
Heinesen og Jørgen-Frantz
Jacobsen, var fem år eldre
enn dem og hadde status
som høvding for de andre
guttene i barndommen.
I 1912 ble Carl Johan
Bech veterinærstudent
ved Landbohøjskolen
i Danmark og tok av-
sluttende eksamen i
1917(Brovst 2000: 9ff,
48-49).
4. Christian Matras ble
opptatt som elev ved Sorø
Akademi høsten 1917.
5 Christian Matras var
„losjerende“ hos Sigrid
Lützen fra Sandoy, som
hadde flyttet til Tórshavn
da hun ble enke og tok
skoleelever i pensjon
(Skarðhamar 1996:23,
Debes Dahl 2001:110f).
Úr »Christian Matras’
brevveksling med Wil-
liam Heinesen og Karsten
Hoydal«
Persónlig hjartasuff, bókmentakjak, politikkur ... Brøvini hjá Chr. Matras,
William Heinesen og Karsten Hoydal reika víða í sermerktari útgávu frá
forlagnum Fróðskapur
Parlagið stendur sína
roynd á ólavsøku
Úr øllum ættum koma gestir
– gestaboð og fólkaskikkur
Vakmyndatól: Her verða
syndirnar avdúkaðar
Sosialurin gevur tær Føroya størsta ólavsøkublað
Við 128 spennandi litsíðum man ólavsøkublaðið hjá Sosialinum vera størsta blað, sum nakrantíð er framleitt í Føroyum
Í dag fáa føroysk húski ólavsøkublaðið hjá Sosialinum ókeypis í postkassarnar.
Við 128 síðum av spennandi lesnaði og lýsingum, er ólavsøkublaðið í ár helst størsta einstaka blað nakrantíð í landinum.
Í blaðnum er ein ørgrynna av lesnaði, mest til skemt, men eisini okkurt til álvara.
Les um parlagið, sum stendur sína roynd á ólavsøku og um serføroysku ólavsøkukenningina. Finn svarið upp á, hví
tríggir føroyskir miðlaredaktørar høvdu eitt skulkiskema, tá teir gingu í studentaskúla. Og hvat sigur R.C.
Effersøe á Tinghúsvøllinum í samrøðu við Tórodd Poulsen? Í ólavsøkublaðnum kanst tú eisini lesa um
gestaboð og fólkaskikk á ólavsøku, og um vakmyndatólini, sum síggja allar ólavsøkusyndirnar.
Í ólavsøkublaðnum finnur tú eisini umrøður av tiltøkum, sum verða á ólavøku, og ikki minst: Stóru
skránna fyri alla ólavsøkuna.
rd
6
Ólavsøkublaðið – juli '09
7
Ólavsøkublaðið – juli '09
Hon situr full, og hann
roynir at fáa hana heim.
Ólavsøkan er ársins veistla,
tá fólk drekka, hugna sær
og hava tað stuttligt. Men
hvat við parlagnum og hvat við
børnunum, tá vit fáa upp í
høvdið?
Tey standa har so
sjelaglað og klemmast.
Ólavsøkan sigst vera
okkara valentine. Høgtíðin,
tá ung finna saman, og
pør aftur verða forelskað
og ganga hond í hond eftir
Áarvegnum. Men er tað nú
veruliga so? Fær kærleikin
rúm á ólavsøku?
Parlagið fær roynt seg á ólavsøku
Tríggjar
vísar konur
um parlagið
á ólavsøku
Armgarð Arge, teologur
Mena Joensen, alkohol
misbrúksráðgevi
Marit Petersen,
kærleikscoach
Fyrr var sagt, at tað var fríggingar
myrkt á ólavsøku. Ólavsøkan var
staðið og tíðin, tá tú kundi finna
tær maka. Men í dag ferðast vit øll
líka nógv, og fólk hittast á netinum
og aðrastaðni. Er kærleikin horvin
úr ólavsøkuni?
– Tey ungu í dag fara neyvan á
ólavsøku fyri at finna sær maka,
heldur Marit Holm Petersen,
kærleikscoach. Hon heldur, at ung
í dag hittast á netinum, har tey eru
nógv meira opin og erlig enn tey
eru á dansigólvinum ella á einum
gøtuhorni á ólavsøku.
– Fara tey til Havnar á ólavsøku,
so fara tey á ball og eru saman
við vinum, sum tey kenna
frammanundan.
Armgarð Arge, teologur, er
partvís samd.
– Tá ið tú leggur profil á netið,
sum nágreiniliga lýsir hvør tú ert, og
hvønn tú søkir, so fellur tú neyvan
fyri tí fyrsta og besta á ólavsøku.
Men kærleikin er ikki altíð so lættur
at stýra, hann kann yvirraskað – ikki
minst á ólavsøku.
Tí ólavsøkan er eitt time-out frá
gerandisdegnum. Ein kulmination
av summarinum, har vit lata okkum
í annan ham og koma hvørjum
øðrum meira við.
– Ólavsøkan er eitt yvirgangsrit,
har vit hava kenslurnar frammi og
eru opin. Og hetta kann bæði vekja
og endurvekja kærleikan. Parlagið
kann gránað í gerandisligum
stúranum um bil, hund og
lívstrygging, og tí er tað gott
við høgtíðum sum
ólavsøkuni, har vit
í veistlulag nema
við kenslurnar hjá
hvørjum øðrum, so
forholdið aftur gerst
spennandi og tølandi.
Men skal lív kveikjast
í kærleikan, so er tað ikki
nokk bara at ganga hond
í hond eftir Áarvegnum.
Sambært Margit Holm
Petersen, kærleiks-coachi, er
lykilin heldur, at vit loyva
hvørjum øðrum at njóta
ólavsøkuna bæði saman
og hvør sær.
– Vit eru ikki bygd at
hanga saman alla tíðina.
Maður og kona eru ymisk
og skulu eisini loyva sær
ymiskleikan. Hevur hann
hug til okkurt, so lat hann
fara, og finn tú so tína
egnu gleði, og sjálvandi
eisini umvent, viðmælir
kærleikscoachurin.
Hon eftirlýsir spontanu
gleðina á ólavsøku. Vit hava jú
so nógv at gleðast um.
– Hyggja vit inn í okkum
sjálvi heldur enn eftir
materiellum virðum, so
finna vit út av, at hvør
dagur hevur sínar gleðir,
vit skulu bara duga at
njóta tær. Tað er við
ólavsøkugleðini sum við
allari gleði yvirhøvur,
hon kann ikki keypast.
Mín elskaða
Skal man bara loyva hvørjum øðrum at
fjasa og flippa út uttan mørk, og hvussu
við sjalusi?
– Fyrst og fremst haldi eg, at vit skulu
unna hvør øðrum gleðina at møta góðum
vinum og kenningum, sigur Marit Holm
Petersen, kærleikscoach.
– Men vit kunnu gera makanum greitt,
hvar okkara mørk ganga. Eingin eigur at
finna seg í, at makin brýtur tíni mørk, men
vit kunnu seta mørkini uttan at brigsla, eru
ráðini hjá Marit Holm Petersen.
Armgarð Arge, teologur, sigur, at
sjalusi er irrationell og uttan samband við
veruleikan.
– Ert tú sjalu, so liggur orsøkin ofta
í tínum lívsførningi ella einum lágum
sjálvsvirði. Og kemur óttin, tí makin
veruliga er ótrúgvur og óalítandi, so nyttar
tað einki at fjøtra hann ella noyða hann
til nakað. So drepur tú bæði kærleikan og
gleðina, sigur teologurin.
– Man má velja at trúgva, at alt sum
skal henda, tað hendir. Og um hann er so
býttur -ella hon er so býtt – at spæla sær av
við meg, so er tað teirra trupulleiki, leggur
Mena Joensen afturat.
Marit Holm Petersen, kærleikscoach,
leggur dent á, at kærleiki er at unna hvør
øðrum gleði.
– Tað er gott fyri
kærleikan, at man unnir hvør
øðrum gleði. At man kann fara
í býin í hvør sínum lag og so
sita og fortelja og flenna
saman aftaná. Tá smittar
man hvønn annan við gleði,
og kærleikin veksur.
Men alt ov nógv deila
ikki gleðirnar, tí so verður hin
øvundsjúkur. Í staðin fyri gleði
og kærleika velja tey sita oman
á hvørjum øðrum og halda
hvørjum øðrum í misskiltum
tjóðri.
– Eg veit um menn, sum ikki
kunnu dansa meir enn tveir
dansir við aðrari, tí so verður
konan óð, og tað eru menn, sum
gerast firtnir, um konan tosar
ov leingi við ein annan mann.
Úrslitið er, at eingin er glaður.
Alt her í lívinum er eitt val – tú
velir til ella velir frá. Og tú mást
liva við avleiðingunum.
– Um tú livir í einum ólukku-
ligum hjúnabandið og sært
ólavsøkuna sum ein kempi
skoringsmarknað, so fær tað
avleiðingar, og tað mást tú so
liva við, staðfestir Armgarð
Arge.
Ólavsøkan er høgtíðin hjá allari familjuni. Ikki so
at skilja, at øll skulu vera við til alt, men ólav-
søkan má ikki haldast uppá
premissirnar hjá bara einum
persóni í familjuni, sigur
Armgarð Arge.
– Konur hava havt eina ótrúliga
óinteressanta ólavsøku í nógv ár. Tí
tað var ein mannfólkaveistla, har teir
kundu reypa og vera øðiligir, meðan góðu
mammurnar og børnini fóru tíðliga í song.
Í dag er øðrvísi. Vit síggja ikki longur
hesar deyðdruknu menninar, sum fyltu
býarmyndina á ólavsøku fyrr, og súra
konan, sum gekk og hálaði hálvfullan
mann, er eisini um at hvørva.
Hetta kann millum annað koma av,
at ólavsøkan sum veistla ikki hevur
sama týdning sum fyrr, heldur
Armgarð Arge, sum vísir á, at
fyrr vóru tvær stórar veitslur:
annað jólakvøld og ólavsøkan.
Men nú býður árið so nógvar aðrar
veistlu, at alt skal ikki brennast av á ólavsøku.
– Og so duga vit kanska betur at virða hvønn
annan og gera innanhýsis avtalur, so tað er rúm
fyri, at bæði maður, kona og børn fáa eina góða
og stuttliga ólavsøku.
Mena Joensen, alkoholmisbrúksráðgevi, sigur,
at eisini á rúsdrekka-økinum skulu geva hvørjum
øðrum frælsi.
– Í fyrstuni, tá eg bleiv edrú, helt eg eisini,
at maðurin skuldi vera tað. Men hann dugir at
drekka, og honum dámar tað, so hví skal eg taka
tað frá honum?
Tær tríggjar eru tó samdar um, at eitt greitt
mark er fyri stuttleika: Børn og full fólk hoyra ikki
saman.
– Tað líkist svartasta ongum at foreldur ganga
sjónliga ávirka við børnum á ólavsøku, sigur Mena
Joensen avgjørd.
– Nei, hetta hoyrir ongastaðni heima, og er
ágangur móti børnunum, leggur Marit Holm
Petersen afturat.
Hetta merkir sjálvsagt ikki, at øll skulu vera
avhaldsfólk á ólavsøku. Børn hava eisini brúk fyri
at síggja, at foreldrini kunnu drekka eina øl ella
eitt glas av vín uttan at missa tamarhaldið. Tað
týdningarmesta er, at ólavsøkan verður hildin í
kærleiksfullari virðing fyri hvørjum øðrum, bæði
vaksnum og børnum.
- Og vit skulu læra okkum at tosa og gleðast
um, hvussu stuttligt vit høvdu tað, í staðin fyri,
hvussu full vit vóru, sigur Marit Holm Petersen,
kærleikscoach.
Lagt til rættis:
Dorit Hansen
Myndir: Jens K. Vang/
Beinta Haraldsen
Sjalusi er irrationell
Skeg ella skít
Hon er ótrygg, tí hann hyggur eftir einari aðrari. Á
ólavsøku hitta vit gamlar vinir og fyrrverandi flammir.
Vit práta, hyggja og flirtra. Men hvar gongur markið?
14
Ólavsøkublaðið – juli '09
15
Ólavsøkublaðið – juli '09
Í ár er møguleikin fyri eini
føroyskari kenning á tjóð
arhátíð okkara størri og
betri enn nakrantíð áður
Stutt fyri jól í fjør fingu føroyingar
sín tjóðarsnaps, tá fyritøkan Dism
við Mortan Mols Mortensen og
Erling Eidesgaard á odda, fór undir
at framleiða føroyskt rúsdrekka.
Úrslitið var akvavitt, ið fekk navnið
Lívsins Vatn.
Fyri góðum mánaði síðani kunn
gjørdu somu menn, at nú fekst
Eldvatn. Eldvatn er vodka, framleitt
úr føroyskum vatni til føroyingar.
At skola sterka løgin niður, hevur
føroyingurin manga føroyska øl í at
velja. Føroya Bjór framleiðir og selir
hópin av ymiskum øli, og harvið eru
møguleikarnir fyri at drekka sær
eina reina føroyska kenning er størri
og betri enn nakrantíð.
Nossaheitur snapsur
Men er tað nakað, ið er serføroyskt
og hoyrir tjóðarhátíð okkara til,
er tað sermerktar blandingar við
einum heilt óvanligum temperaturi
– ofta nevndur nossatemperaturur –
bjóðaður úr lummafløsku.
Hóast tað ikki er til at vita, hvat
tú fært í munnin, eru nakrir aftur
vendandi løgir, ið tú heilt víst fært
bjóðað á ólavsøku.
Heitt Taffel Akvavitt, ein sonevnd
ur reyður Aalborg, er tann mest
vanligi. Ein variantur av hesum er
at sleppa nakað av sitrónvatn í. Ikki
tí, at tað verður betri av tí, men tað
ger man bara.
Heitt og bíligt ginn er somuleiðis
tiltikið. Ein nýggjari drykkur er
Baileys, hvørt løgur í høvuðsheitum
er gjørdur á whiskey og róma, og
fær hann ein ógvuliga undarligan
og klumputtan konsistens av liggja
í flógva vestalummanum. Famous
Grouse og annað whisky í minni
dýra endanum, eru eisini klassikarar.
Við øðrum orðum er tað dansk
asta akvavitti eins føroyskt og
Lívsins Vatn á ólavsøku. Skál og
góða ólavsøku!
______________________________________
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ein feit
FØROYSK KENNING
Drekka
fyri átta
milliónir
Smáir 100.000 litrar av øli, góðir
20.000 litrar av víni og smáir
20.000 litrar av spiritusi. So mikið
leggja føroyingar inn undir seg
upp undir ólavsøku
»Skál og góða ólavsøku!« Á ólavsøku verður
drukkið, og tað verður drukkið nógv. Við
festivalum bæði fyri og eftir ólavsøku er ilt at
siga, hvussu nógv fólk drekka júst á ólavsøku,
men Rúsdrekkasøla Landsins hevur gjørt eitt
yvirlit yvir, hvat og hvussu nógv løgdu undir
seg, tær báðar tvær vikurnar fyri tjóðarhátíð
okkara í fjør.
Selja fyri átta milliónir
Rúni Herup Olsen, innkeypsleiðari í Rús
drekkasølu Landsins, sigur, at tey meta, at
sølan verður nakað tann sama í ár sum í fjør.
Tað merkir, at føroyingar helst fara at keypa
rúsdrekka fyri 8.245.197 krónur, tí so mikið
brúktu føroyingar í Rúsdrekkasølu Landsins
upp undir ólavsøku í fjør.
Hesar krónur vórðu býttar soleiðis, at
4.341.801 krónur fóru til spiritus, 2.411.091
krónur til øl og 1.492.305 krónur til vín. Fyri
hesar pengar fingu føroyingar 95.046 litrar
av øl, 22.279 litrar av víni og 19.596 litrar av
spiritus.
Tilsamans 136.921 litrar av rúsandi løgi.
– Um eg persónliga skal gera nakrar
viðmerking til innkeypsvanarnar í løtuni, so
rokni eg við, at serliga sølan av cider fer at
verða stór upp undir ólavsøku í ár, sigur Rúni
Herup Olsen sum viðmerking til hagtølini.
Drekka meiri vín
Í yvirlitinum hjá Rúsdrekkasølu Landsins
verður cider bólkað undir vín. Tað sæst eisini
aftur á hagtølunum, sum vit eisini prenta her
á síðuni, tí í 2008 seldu tey væl meiri vín enn
í 2007.
Harumframt minkaði sølan av bæði øl og
spiritus frá 2007 til 2008.
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
2008:
Vín
22.279 litrar
Kr. 1.492.305
Spiritus
19.596 litrar
Kr. 4.341.801
Øl
95.046 litrar
Kr. 2.411.091
2007:
Vín
18.999 litrar
Kr. 1.267.037
Spiritus
22.106 litrar
Kr. 4.551.510
Øl
105.441 litrar
Kr. 2.625.966
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
MYND: ÁLVUR HARALDSEN