týsdagur 21. juli 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Ólavsøkublaðið – juli '09
3
Ólavsøkublaðið – juli '09
Ó
lavsøkan er eitt hitt elsta føroyska tjóð ar
eyð kenni og hevur serstakt pláss í hjørt
unum á øllum føroyingum. Føroyar eru eitt
av heimsins elstu fólkaræðiligu londum og
Ólavsøkan er livandi partur av okkara fólka
ræðiligu stýrisskipan. Tá forfedrar okkara nomu
land, summir úr eystri og summir sunnaneftir
úr norrønum búsetingum í bretsku oyggjunum,
høvdu teir sum allir ný lend ingar við sær teir
samfelagsstovnar og tey ment anarvirði, sum
eyðkendu norrønu sam feløgini á vesturstrond
Noregs. Hetta merk ir, at teir við sær høvdu
vest urnorrønt mál, trúgv, mentan og síðst men
ikki minst altingið. Forfedrar okkara skipaðu
samfelagið í oyggjunum sum frælst land, frístat,
har altingið var hægsta lóggávu og dómsvald.
Tað var sostatt ikki talan um fólkaræðiliga skipan
í nútímans týdningi, stórir partar av fólkinum
vóru uttan politiska ávirkan, men hinvegin so
lá tað politiska valdið í hondunum á frælsum
kvinnum og monn um.
Á
altingi í Tórshavn vóru stórar avgerðir tiknar,
eitt nú kristnitøkan fyri gott og væl túsund
árum síðani, á altingi var dømt og sáttargerðir
gjørdar, hjúnarbond avtalað eins og keypstevna
var hildin og ítróttaleikir framdir. Frístaturin
Føroyar hevði einki kongsvald og tí var einki
yvirvald til at fremja dómar tingsins. Hvør ætt
sær noyddist sjálv at síggja til at fremja dómar
tingsins. Hetta elvdi mangan til stríð og blóðugar
ósemjur. Henda skipan gjørdi tað eisini lættari
hjá fremmandum valdi at leggja Føroyar undir
seg, og endin gjørdist, sum øll vita, at Føroyar
komu undir norskt kongsvald sum eitt sovnevnt
norskt skattland. Nýggi samfelagsstovurin kirkjan
gjørdist ein tann týdningarmesti stovnurin
og høvuðssæti kirkjunar, Kirkjubøur gjørdist
mentanarháborgin burturav.
Ó
lavur Halgi, ein hin mætasti kongur í
Norður londum, varð av katólsku kirkjuni
kosin halgi menni, og so var upplagt at gera
deyðadag hans ara til ein stóran kristnan
hátíðardag. Ólavs vøka gjørdist skjótt ein tann
týdningarmesti halgidagur í Norðurlond um.
Soleiðis eisini í Føroy um, og hvat var meira
hóskandi enn at byrja tingsetuna hendan dagin.
Tann 29. juli gjørdist sostatt ein týðandi politiskur
merkis dagur, og hetta markeraði samband
millum politiskt vald og kirkjuvald.
Altingið gjørdist, eftir at norska imperialisman
í Norðurhøvum hevði sigrað, til eitt løgting við
avmarkaðum lóggávuvaldi og avmarkaðum
dómsvaldi. Høvuðstýdningur tingsins var, at
fólkið í oyggjunum hevði umboðan mótvegis
fyrst norskum síðan donskum yvirvaldi. Útinnandi
valdið lá hjá norskum og seinni donskum stats
valdi og Føroya politiska skipan gjørdist tí lík
skipanini í okkara grannalondum.
T
að løgting, sum nú, eftir vakra skrúðgongu,
hátíðarliga verður sett Ólavsøkudag, hevur
tí djúpar søguligar og mentanarligar røtur og
er eitt hitt elsta lóggávuting í heiminum. Hetta
pliktar tingmenn at taka tingstarv í størsta álvara.
Tinglimir ráða yvir vælferð okkara. Hvør einasta
avgerð, stór ella lítil, tikin á Føroya løgtingi,
ávirkar hvønn einasta føroying. Tinglimir eiga
at vera tilvitandi um hetta, og vónandi eru allir
tinglimir tilvitandi um ta stóru ábyrgd, ið liggur
á herðum teirra. Hetta merkir eisini, at tinglimir
eiga at virða tingstarvið og innan sum uttan
tinggátt bera seg at við tign og sóma, soleiðis at
virðingin millum manna fyri tingstarvinum ikki
minkar, men heldur støðugt veksur. Tað er gott
fyri fólkaræðið og gott fyri okkum øll, tí vit eiga
at vera stolt av okkara aldargamla løgtingi.
S
íðan seinastu Ólavsøku er nógv broytt í heim
inum eins væl og í landi okkara. Alheims liga
fíggjarkreppan gjørdist til lemjandi búskapar
kreppu, sum eisini ber við hjá okkum. Tað ræður
tí um, at allir flokkar og allir føroyingar standa
saman og semjast um samhaldsfastar loysnir.
Hetta krevur, at landsins politiska leiðsla kemur
við greiðum, realistiskum og samhaldsføstum
loysnum, sum kunnu vinna breiða undirtøku
í fólkinum. Hetta krevur politiskt dirvi, sam
starvsevni og samstarvsvilja, og hetta krevur,
at vit øll medvirka til, at land og fólk koma
heilskapað burturúr hesi stóru hóttan móti
okkara vælferð og okkara fólkaræði.
Ó
lavsøkan er okkara tjóðhátíð, og hon er
vorðin ein hin týdningarmesti parturin av
samleika okkara sum tjóð, eins og tjóðarhátíðin
hevur sera stóran týdning fyri samanhangsmegina
í Føroya fólki. Í eini tíð, har dimm skýggj draga
á luftina og fólk ikki uttan orsøk kanska hava
lyndi til at stúra fyri framtíðini skal Ólavsøkan
framvegis vera felags stimbrandi og savnandi
hátíðin. Latið Ólavsøkuna vera við til at menna
og eggja til bjartskygni hóast døpur útlit. Vit
hava brúk fyri semjum og samanhaldi, sam halds
festi og bjartskygni og hevur Ólavsøkan alstóran
týdning í hesum høpi. Hóast ymisk í politiskum og
átrúnaðarligum málum eru nøkur grundleggjandi
virði, sum vit øll eru samd um, sum vit øll eiga og
sum vit øll verja: fólkaræðið, málið, mentanin og
samleikin. Føroyingar eru góðir við ólavsøkuna, og
hátíðin hevur veruliga stóran týdning fyri okkum
øll. Hon er vøkur, stórfingin og fjølbroytt. Her er
gaman og álvara, og ólavsøkan er vorðin stevnan
yvir øllum stevnum. Ólavsøklan er vorðin eitt við
Tórshavn er tætt knýtt at høvuðsstaðnum, hon
er vorðin eitt við Havnina, og Havnin er vorðin
eitt við Ólavsøkuna. Men Ólavsølan er og verður
samstundis hátíðin hjá øllum føroyingum úti sum
heima.
Ø
ll royna, tað besta tey evna, til tess at gera
ólavsøkuna so góða sum møguligt, og
nýggj tilboð eru mestsum fyri hvørja ólavsøku.
Vit í Miðlahúsinum fara eisini at gera okkara til
tess, at ólavsøkan skal gerast ein stór uppliving.
Vit hava opið hús, og her verður framsýning av
skemtitekningum hjá Óla P, brot úr filminum
Føroyskar Søgur 2 verða víst og her verða
tónleikatiltøk. Okkara miðlapallar fara at vera
livandi alla Ólavsøkuna. Vit fara soleiðis eisini
hesa ólavsøkuna at gera okkara til, at umhvørvið
í Vágsbotni stendur sum nakað heilt sermerkt,
ein mentanardepil í gomlu Havnini. Her møtast
gamalt og nýtt, her eru tilboð av ymsum slag,
og her er framúr hugnaligt, ein sonn oasa í
býarmeldrinum. Vit í Miðlahúsinum ynskja øllum
eina góða Ólavsøku.
Jan Müller
Stimbrandi
og savnandi
hátíð
MYND: BEINTA HARALDSEN
Útgevari
Sosialurin
Redaktørur
Rigmor Dam
Blaðfólk
Anna V. Ellingsgaard
Dorit Hansen
Eirikur í Jákupsstovu
Eyðun Klakstein
Heri Simonsen
Jákup Mørk
Jan Müller
Leif Láadal
Leo Poulsen
Magnus Gunnarsson
Mortan í Hamrabyrgi
Óli Jacobsen
Randi Jacobsen
Rigmor Dam
Rólant Waag Dam
Selma Ellingsgaard
Símun úr Konoy
Tóroddur Poulsen
Uni Holm Johannesen
Vilmund Jacobsen
Myndir
Álvur Haraldsen
Jens Kristian Vang
Beinta Haraldsen
Lýsingar
Marknaðardeildin
Umbróting
Sosialurin
Forsíðumynd
Martin Sirkovsky
Føroya Banki
ynskir tær
eina góða
ólavsøku
www.foroya.fo