týsdagur 21. juli 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindi
Nr. 137 - 21. juli 2009
á Matras,
dal út í bók
Góð mold til sølu
Sorterað, sandblandað mold
til sølu fyri 325 kr./m3
Hjálpirót Sp/f · Boks 1286
FO-110-Tórshavn · Tlf: 316505 / 516505
Heygsvegur 30 · FO-100 Tórshavn
Tlf. 31 69 10 · Fax 31 69 10
T-postur: triv@post.olivant.fo
Sláimaskinur
ið sláa alt
Knívar í
ymiskum støddum
frá 71 til 148 cm
2+2 gear ella 6+2
gear (báðar vegir)
Prísir frá kr. 16.350
til 31.000
Ballupressur
Fáið slátturin skjótt
og væl frá hondini
Plast av allar
hægstu dygd og
net serframleitt til
okkara pressur
Betri fóður
Skjótari liðugt
Lætt at handfara
Heygsvegur 30 · FO-100 Tórshavn
Tlf. 31 69 10 · Fax 31 69 10
T-postur: triv@post.olivant.fo
Streymloysi á
Tvøroyri
Fyrrapartin í gjár var Tvøroyri uttan streym í ein
tíma. Orsøkin til streymslitið var, at ein maskina, ið
grevur fyri nýggjum leidningum hjá SEV, skaddi ein
háspenningskaðal í Froðba. Menn frá SEV fóru
beinanvegin í gongd við at umleggja
streymveitingina soleiðis, at fólk fingu streymin
aftur. Og seinnapartin í gjár var so farið undir at
umvæla skadda kaðalin, skrivar SEV á heimasíðu
sínari.
Vegirnir dýrastir
í Eysturoy
Hvør kilometur av landsvegi í Eysturoynni kostar
205.451 krónur at reka, meðan teir næst dýrastu
vegirnir eru í Norðuroyggjum, har hvør kilometur
kostar 182.251 krónur at reka. Bíligastu vegirnir í
landinum eru í Suðuroy. Har kostar hvør kilometur
99.325 krónur í rakstri um árið. Í Streymoy kostar
hvør kilometur av landsvegi 131.921 krónur, Í
Vágum 119.731 krónur, meðan hvør kilometur í
Sandoynni kostar 104.536 krónur um árið.
familjuna, føðingar, andlát,
heilsanir til konur og børn,
hjartasuff um ov nógv at
gera o.s.fr.
Kortini eru brøvini meiri
persónlig í perspektivi og
stíli, heldur enn privat, og
tað er tí eingin orsøk hjá
lesar um at kenna seg at
sneyta við at lesa brøv hjá
øðrum.
Christian Matras ynskti
at hansara savn av brøvum
v.m., har ímillum samskifti
við
William
Heinesen,
Karsten Hoydal og fleiri
aðrar rithøvundar, skuldi
lat ast Fróðskaparsetrinum í
varð veitslu. Brøv frá Christi
ani Matras til Karsten
Hoydal
vóru
varð veitt
privat í mong ár og eru síð
ani latin Lands bóka savni
num í varðveitslu. William
Heinesen lat sjálv ur brøv,
m.a. frá Christiani Matras,
til
Bókasavns goymslu
í
Keyp mannahavn. Brøvini
eru givin út við loyvi frá
familj uni hjá bræva skrivar
unum.
AnneKari Skarðhamar
er dr.art., og fyrsti ammanu
ensis við Høgskolen i Oslo,
Avdeling for lærerutdanning
og internasjonale studier.
Hon hevur áður givið út
Poetikk og livstolkning i
Christian Matras’ lyrikk
(2002), Fyrvokteren ved
verdens
ende
og
hans
laterna magica (2005), Peri
feri
og
sentrum.
Tolv
artikler om færøysk littera
tur
(2006)
og
hevur
ritstjórnað tilfar hjá Christi
an Matras Yrkingar. Heildar
savn
við
yrkingum
og
týðingum (2004).
Bókin Christian Matras’
brevveksling med William
Heinesen og Karsten Hoy
dal er 507 síður og fæst til
keyps í bókabúðunum.
Fyrsta brævið frá Christiani Matras til William Heinesen:
Havn tann 12 nov. 1916
Goði vinur!
Hóast eg ikki skrivaði aftur alt fyri eitt, mást tú kortini ikki trúgva, at eg havi gloymt teg ella tey minnir,
ið tú manar fram í brævi tínum. – Mær tykir sanniliga eins og tú, at tann tíðin táið vit gingu og tosaðu
um – ja, tú veitst hvat, hóast eg ikki kann siga við einum orði, hvatið tað var, – var sum lukkuligasta í
mínum ungu lívi.1 Nógv er ímillum nú, táið alt er líka deytt – og eg ongan, ja als ongan vin havi, – Á,
hvat er lívið hjá mær nú einkiseyandi og tómt. – tað einasta, ið meg uggar er tey ting, ið eg havi í
skúlanum. Tó, nú leyg eg, tí eg hugsi at Jeppe Aakjær2 er störri troyst, hansara frágera vökru og frísku
yrkingar! – Eini tíðindi kann eg siga tær, og tað er at eg eri í einum „religiösum“ kampi nú; og ikki veit
eg hvönn veg tað verður, annahvört eg verirættiliga „rættrúgvandi“, ella reinur frítenkjari – eg hugsi tað
seinna.
Tú skrivar um Karl3, at hann hevur eini góð ráð til mín, og at hann saktans hevur skriva til mín – men
nei. Tí biðji eg teg um at gera sovæl, at flýggja honum hetta brævið, ið eg nú leggi inní.
Nú í kvøld, meðan eg siti og skrivi her við vindeygað – tú veitst hvat! síggi eg ein stak vakran himin
við nógvum litum, og fögrum formoðum skýggjum. Tað vekir tvær kenslur mær í brósti – nevniliga
heimtráan – til Viðareiðis – og útlongsul – til Útlanda, hagar eg vónandi sleppi súmarið komandi!4
Her ganga sum tú vist veitst meslingar, og eg vænti mær teir nú fyrsta dagin – keðiligt, tí so komi eg
at missa so nógv frá skúlanum.
Veitst tú, at hann sjálvur Per Gynt er farin niður til flatlanda fyri at fáa heilsubót? Synd er í honum,
tí av grundini er hann eitt frálíka gott fólk, og sjálvsagt er tað keðiligt fyri okkum so tíðum at skifta
lærara.
Nei, nú havi eg ríslað nóg nógv fyri hesi ferð.
Ein vinalig heilsan
frá vini tínum
Kristian
Adr. Frú S. Lützen5
Tórsgötu
Havn
NB Fyrigev mær fyri ta ringu skrift!