Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Ólavsøkublaðið – juli '09 5 Ólavsøkublaðið – juli '09 Góði lesari! Tað eru mangar virknar hendur, ið byggja tann haldgóðan karm, vit í ár hava lagt um tjóðarhátíð okkara í ár. Samstundis fyllir Tórshavnar kommuna 100 ár. Sum borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi er tað mær tí ein serlig gleði at bjóða tygum vælkomnum til Havnar á ólavsøku í ár, har nógv nýtt fer at henda. Hetta blað ber eisini boð um at ólavsøkan hevur breiða undirtøku, bæði í fólkinum og vinnulívinum. Tað er at fegnast um. Tí tað er ein sannroynd at í mong ár hava summarstevnurnar verið fyri ágangi. Kann verða at tær hava havt trupult at fóta sær og møta nýggjum tíðum við nýggjum krøvum. Men samstundis eru aðrar stevnur komnar fram, soleiðis at hvørt vikuskiftið er fylt í summarálmanakkanum. Hóast hetta ber boð um eitt virkið fólk í einum virknum landi, er tað á sumri at vit mugu sláa kalt vatn í blóðið. Búskaparliga gongdin er so, at hvør króna er knappari enn nakrantíð. Hóast vit beint nú eru fleiri fólk enn nakrantíð, er vøksturin lítil. Samstundis sum vit hátíðarhalda virkandi fólkaræði í 100 ár, er umráðandi at øll sleppa framat, so hátíðarhaldið fer út í hvønn krók og av sonnum gerst fólksligt. Hinvegin mugu vit fara vandaliga um og ikki bjóða hægri og betri enn grannin, bara fyri at breggja okkum. Tí eingin fer væl, tí at annar fer illa. Summarhálvuna eiga vit tí at lata skynsemið ráða og ikki hava størri og dýrari tiltøk, enn borgarin kann bera. Tí fólkaræði er ikki bara frælsi hins einstaka. Fólkaræði er eisini at virka undir teirri ábyrgd, sum borgarin longu hevur sett okkum og framhaldandi setir á hvørjum degi. Samstundis sum stevnur og tiltøk fagna summarinum og gera tað stuttligari at liva í Føroyum, mugu vit meiri enn nakrantíð sanna, at hvør spard króna er tvífalt vunnin. Júst í hesum tíðum hevur setnignurin eitt gylt virði. Tað er á sumri at vit taka okkum av løttum, halda frí og eru saman við okkara kæru. Men hin parturin av árinum, innvinningarárið, má standa mát við tað eftirlætið, vit unna okkum summarhálvuna. Vit mugu seta nýtslu eftir arbeiði. Skal okkara siðbundnu stevnum verða lív lagað, so mugu vit eisini duga at laga okkum eftir støðugt skiftandi marknaðinum og teim tøku pallum, sum har eru. Kommunan og Ítróttarráðið skipa fyri nógv nýggjum tiltøkum á ólavsøku í ár. Undan setanini fara býráðslimir at ganga í skrúðgongu oman á Vaglið og alt undirhaldið í Kommunuskúlagarðinum verður flutt oman á Skálatrøð, har børnini sleppa í ókeypis hoppiborg. Á Tórspalli verða forvitnisligar framførslur og til sjálvan ólavsøkudag hava vit bílagt nýggja kantatu. Hóast øll ikki stevna til Havnar hesar dagar, so kenna flestu seg sum høvuðsstaðarborgarar á ólavsøku. Tí ólavsøkan er tjóðarhátið okkara. Tá sent verður frá kappróðuri og ólavsøkuni annars er tað okkara stevna, okkara tjóð og okkara hátíð. Helst man felagskensla føroyinga verða fremst á ólavsøku. Við hesum orðum skal eg bjóða tygum vælkomnum á ólavsøku 2009 og at lesa stóra ólavsøkublaðið, sum fer um alt landið og fyllir fleiri síður enn fólkavalda høvuðs­ staðarkommunan fyllir ár. Verið væl møtt og tillukku við teim hundrað! Heðin Mortensen, borgarstjóri Vælkomin á Ólavsøku MYND: ÁLVUR HARALDSEN INNIHALD Parlagið á ólavsøku 6 Tivoli flytur 9 Solby og kappróðurin 10 Ein feit føroysk kenning 14 Biritu og Egi 18 Futt í býin 22 Redaktørarnir skulkaðu 26 Vakmyndatól og syndir 32 Interview við R.C. Effersøe 36 Jensina og Ljóðfílurin 40 Gestaboð og fólkaskikkur 44 Tilboð í 100 ára Havnini 48 Miðlahúsið á ólavsøku 52 Landslag á Listasavninum 54 Postkort úr Havn 56 Ert tú ektað havnarfólk? 58 Ein dagur við Heðini 60 Bananlemonada í Smiðjuni 68 Framsýning a la Kinna 70 Ólavsøkuskráin 73 Ólavsøkurøðan 76 Nýtt um Jacobsen/Restorff 80 E-kort 85-98 Ólavsøka í Nólsoy 100 Matgera við urtum 104 Føroyskar søgur 107-110 Njál er altíð á ólavsøku 116 Hátíðardámur á Bryggjuni 120 Flennið nú!! 124 byrjar hósdagin 23. juli. Opið verður hósdagin og fríggjadagin til kl. 19.00. Leygardagin er opið til kl. 16. Stongt er mikudagin 22. juli. ÚtSøLa Glyvrar Klaksvík Tórshavn Tlf.447399 Tlf.455320 Tlf.355300