týsdagur 21. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 137 - 21. juli 2009
Góðu roknskapirnir
hjá fleiri ameri
kanskum bankum
hava skapt eina
optimismu, men
stóra óvissan innan
fíggjarmarknaðin
er kortini domi
nerandi. Eisini
partabrævakursirnir
kvinka upp eftir, bæði
í USA og Europa
FÍGGJAR
MARKNAÐUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Amerikansku stórbankarnir,
Goldman Sachs, J P Morgan
Chase, Bank of America og
Citygroup kunngjørdu allir
roknskapir, sum vóru mun
andi betri enn væntað. Men
hetta fær kortini ikki bú
skapar frøðingar at loypa
upp frá og siga kreppuna at
vera venda.
Tað er so stór óvissa í
løtuni, at tað ber ikki til at
siga nakað við vissu. Tá ein
tíð er fráliðin kunnu vit
kanska hyggja aftur á hesar
rokn skapirnar og siga, at
hatta var vendin, men sum
støð an er í løtuni, kann tað
fara allar vegir, sigur Høgni
Olsen, fíggjargreinari hjá
Føroya Banka.
Góðu roknskapirnir hjá
amerikansku
bankunum
førdu tó við sær, at parta
brøvini
hækkaðu.
Sam
stundis boðaði triðstørsti
bankin í Danmark, Jyske
Bank, frá, at teir hava upp
justerað væntaða ársúrslitið
við 300 milliónum krónum.
Millum annað hetta hevur
gjørt, at eisini partabrøvini
á
danska
partabræva
marknaðinum
kvinkaðu
rætta vegin.
Eitt annað positivt tekin
er, at arbeiðsloysið í USA
nú ikki veksur so skjótt,
sum tað hevur gjørt.
Roknskapirnir
hava
sjálvandi nógv at siga, men
tað eru eisini aðrir faktorar,
sum spæla inn, eitt nú
arbeiðsloysi,
fram leiðslu
vinna og líknandi, sigur
Høgni Olsen.
Men hóast góðu rokn
skapartølini hava bankarnir
framvegis
risastórar
avskriv ingar at dragast við,
og av tí sama hava vánirnar
fyri úr slitunum ikki verið
tær stóru. Og tað er so aftur
orsøkin til, at úrslitini hava
verið so nógv betri enn
væntað.
Upp og niður
Í norðurlondum vórðu rokn
skapir eisini kunngjørdir.
Nokia hevði ein ikki so
góðan
ársfjórðing,
sum
roknað annars var við. Hin
vegin vísti roknskapurin
hjá Electrolux eitt betri úr
slit enn framman undan
vænt að.
Nýtsluvørufyritøkan
John son &Johnson vísti ein
betr aðan roknskap, meðan
tann hjá General Electric
var áleið so sum roknað var
við.
Smásølan vaks meiri
enn væntað í síðsta mánaði,
men her er tað serliga, at
bilaframleiðarar eru farnir
av knóranum, og tí hevur
bilasølan verið størri enn
vanligt við rímiliga bíligum
bilum. Verður henda sølan
drigin frá, var hækkingin
minni enn væntað, sigur
Arnfinn Gudjónsson, fíggj
ar greinari
hjá
Føroya
Banka.
Eitt annað, sum hevur
eina negativa ávirkan á bú
skapin er, at amerikanski
hug urin at spara upp pengar
er vaksandi, og hetta merkir,
at minni forbrúk og harvið
minni peningur í umfari.
Annars
hava
tølini
kvinkað upp eftir javnt og
samt síðani mars í ár, men
stagneraðu aftur í juni.
Ymsu hjálparpakkarnir
taka tíð at sláa ígjøgnum,
og
niðurgongdin
hevur
verið størri enn positiva
ávirkanin av hjálpar pakk
unum. Tí skal ein tíð ganga,
áðrenn úrslitini síggjast,
sigur Høgni Olsen.
Positivar ábendingar
Hinvegin
eru
positivar
ábendingar at hóma.
Arbeiðsloysið í USA er
hitt størsta síðani 1980ini,
men tað veksur spakuligari
nú enn tað hevur gjørt.
Ávirkanin merkist fyrst í
USA, síðani í Europa, og
síðani Danmark, áðrenn vit
merkja nakað her í Før
oyum, sigur Høgni Olsen.
Partabrævakursirnir hava
verið hækkandi síðani mars,
tí tá sóust fyrstu ábend ing
arnar um eina vending. Nú
vátta bæði bankaroknskapir
og onnur lyklatøl hesa broyt
ing. Kursirnir eru nógv
hækkaðir, bæði í USA, men
eisini í Danmark.
Tað kemur alt ann upp
á, hvussu marknaðurin sær
upp á framtíðina. Trýr
markn aðurin upp á fram
tíðina, ávirkar tað kursirnar
positiva
vegin,
sigur
Arnfinn Gudjónsson.
Men vandi er í hvørjari
vælferð. Baltisku londini
hava trupulleikar, og har
eru tveir stórir svenskir
bankar álvarsliga inni í
myndini. Talan hevur verið
um, at Lettland skal niður
skriva sítt gjaldoyra, og tað
kann fáa álvarsligar av
leiðingar fyri svensku bank
arnar. Men fyribils velja
flestu búskapar frøð ing ar at
síggja tíðina ann, tí sum nú
er, er tað óvissan sum yvir
skuggar alt. Eisini hóast
ameri kansku
bankar nir
fingu ein sera góðan annan
ársfjórðings rokn skap.
Høgni Olsen og Arnfinn
Gudjónsson, fíggjargreinarar
hjá Føroya Banka
Mynd: Leo Poulsen
Bender spiónir við Peturi
Eins á Asfalt, verður havnarbólkurin Bendar Spónir bólkurin,
ið stendur fyri tónleikinum, tá Petur Pólson spælir á G!
Festivalinum fríggjadagin 24. juli. Petur Pólson og Bendar
Spónir spældu eina sera væl eydnaða konsert saman á Asfalt
tiltakinum, og hetta hevur millum annað ført við sær, at
samstarvið heldur fram. Tað kennist nátúrligt at spæla saman
við Bendar Spónir, tí at vit eru á tónleikaligari bylgjulongd,
sigur Bogi á Lakjuni, ið eisini spælir við Peturi. Umframt
Bendar Spónir, tær tríggjar Dam´urnar, verður eisini Jan Rúni
Poulsen við. Hann spælir paukur og percussion.
Børn skulu ummæla
Býarbókasavnið í Havn skipar í summar fyri
ummælarakapping fyri børn. Øll børn frá 2. til
10. flokk í fólkaskúlanum kunnu taka lut í
kappingini. Sagt verður, at tað hevur ikki týdning,
hvørjum máli bøkurnar eru á, og eisini er loyvt
hjá børnunum at senda inn fleiri ummæli. Freistin
at senda inn ummæli er tann 16. august, og verður
drigið millum trý gávukort til bókahandil millum
tey, sum hava sent inn.