týsdagur 21. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Ólavsøkublaðið – juli '09
7
Ólavsøkublaðið – juli '09
Hon situr full, og hann
roynir at fáa hana heim.
Ólavsøkan er ársins veistla,
tá fólk drekka, hugna sær
og hava tað stuttligt. Men
hvat við parlagnum og hvat við
børnunum, tá vit fáa upp í
høvdið?
Tey standa har so
sjelaglað og klemmast.
Ólavsøkan sigst vera
okkara valentine. Høgtíðin,
tá ung finna saman, og
pør aftur verða forelskað
og ganga hond í hond eftir
Áarvegnum. Men er tað nú
veruliga so? Fær kærleikin
rúm á ólavsøku?
Parlagið fær roynt seg á ólavsøku
Tríggjar
vísar konur
um parlagið
á ólavsøku
Armgarð Arge, teologur
Mena Joensen, alkohol
misbrúks ráðgevi
Marit Petersen,
kærleikscoach
Fyrr var sagt, at tað var fríggingar
myrkt á ólavsøku. Ólavsøkan var
staðið og tíðin, tá tú kundi finna
tær maka. Men í dag ferðast vit øll
líka nógv, og fólk hittast á netinum
og aðrastaðni. Er kærleikin horvin
úr ólavsøkuni?
– Tey ungu í dag fara neyvan á
ólavsøku fyri at finna sær maka,
heldur Marit Holm Petersen,
kærleikscoach. Hon heldur, at ung
í dag hittast á netinum, har tey eru
nógv meira opin og erlig enn tey
eru á dansigólvinum ella á einum
gøtuhorni á ólavsøku.
– Fara tey til Havnar á ólavsøku,
so fara tey á ball og eru saman
við vinum, sum tey kenna
frammanundan.
Armgarð Arge, teologur, er
partvís samd.
– Tá ið tú leggur profil á netið,
sum nágreiniliga lýsir hvør tú ert, og
hvønn tú søkir, so fellur tú neyvan
fyri tí fyrsta og besta á ólavsøku.
Men kærleikin er ikki altíð so lættur
at stýra, hann kann yvirraskað – ikki
minst á ólavsøku.
Tí ólavsøkan er eitt time-out frá
gerandisdegnum. Ein kulmination
av summarinum, har vit lata okkum
í annan ham og koma hvørjum
øðrum meira við.
– Ólavsøkan er eitt yvirgangsrit,
har vit hava kenslurnar frammi og
eru opin. Og hetta kann bæði vekja
og endurvekja kærleikan. Parlagið
kann gránað í gerandisligum
stúranum um bil, hund og
lívstrygging, og tí er tað gott
við høgtíðum sum
ólavsøkuni, har vit
í veistlulag nema
við kenslurnar hjá
hvørjum øðrum, so
forholdið aftur gerst
spennandi og tølandi.
Men skal lív kveikjast
í kærleikan, so er tað ikki
nokk bara at ganga hond
í hond eftir Áarvegnum.
Sambært Margit Holm
Petersen, kærleiks-coachi, er
lykilin heldur, at vit loyva
hvørjum øðrum at njóta
ólavsøkuna bæði saman
og hvør sær.
– Vit eru ikki bygd at
hanga saman alla tíðina.
Maður og kona eru ymisk
og skulu eisini loyva sær
ymiskleikan. Hevur hann
hug til okkurt, so lat hann
fara, og finn tú so tína
egnu gleði, og sjálvandi
eisini umvent, viðmælir
kærleikscoachurin.
Hon eftirlýsir spontanu
gleðina á ólavsøku. Vit hava jú
so nógv at gleðast um.
– Hyggja vit inn í okkum
sjálvi heldur enn eftir
materiellum virðum, so
finna vit út av, at hvør
dagur hevur sínar gleðir,
vit skulu bara duga at
njóta tær. Tað er við
ólavsøkugleðini sum við
allari gleði yvirhøvur,
hon kann ikki keypast.
Mín elskaða
Skal man bara loyva hvørjum øðrum at
fjasa og flippa út uttan mørk, og hvussu
við sjalusi?
– Fyrst og fremst haldi eg, at vit skulu
unna hvør øðrum gleðina at møta góðum
vinum og kenningum, sigur Marit Holm
Petersen, kærleikscoach.
– Men vit kunnu gera makanum greitt,
hvar okkara mørk ganga. Eingin eigur at
finna seg í, at makin brýtur tíni mørk, men
vit kunnu seta mørkini uttan at brigsla, eru
ráðini hjá Marit Holm Petersen.
Armgarð Arge, teologur, sigur, at
sjalusi er irrationell og uttan samband við
veruleikan.
– Ert tú sjalu, so liggur orsøkin ofta
í tínum lívsførningi ella einum lágum
sjálvsvirði. Og kemur óttin, tí makin
veruliga er ótrúgvur og óalítandi, so nyttar
tað einki at fjøtra hann ella noyða hann
til nakað. So drepur tú bæði kærleikan og
gleðina, sigur teologurin.
– Man má velja at trúgva, at alt sum
skal henda, tað hendir. Og um hann er so
býttur -ella hon er so býtt – at spæla sær av
við meg, so er tað teirra trupulleiki, leggur
Mena Joensen afturat.
Marit Holm Petersen, kærleiks coach,
leggur dent á, at kærleiki er at unna hvør
øðrum gleði.
– Tað er gott fyri
kærleikan, at man unnir hvør
øðrum gleði. At man kann fara
í býin í hvør sínum lag og so
sita og fortelja og flenna
saman aftaná. Tá smittar
man hvønn annan við gleði,
og kærleikin veksur.
Men alt ov nógv deila
ikki gleðirnar, tí so verður hin
øvundsjúkur. Í staðin fyri gleði
og kærleika velja tey sita oman
á hvørjum øðrum og halda
hvørjum øðrum í misskiltum
tjóðri.
– Eg veit um menn, sum ikki
kunnu dansa meir enn tveir
dansir við aðrari, tí so verður
konan óð, og tað eru menn, sum
gerast firtnir, um konan tosar
ov leingi við ein annan mann.
Úrslitið er, at eingin er glaður.
Alt her í lívinum er eitt val – tú
velir til ella velir frá. Og tú mást
liva við avleiðingunum.
– Um tú livir í einum ólukku-
ligum hjúnabandið og sært
ólavsøkuna sum ein kempi
skoringsmarknað, so fær tað
avleiðingar, og tað mást tú so
liva við, staðfestir Armgarð
Arge.
Ólavsøkan er høgtíðin hjá allari familjuni. Ikki so
at skilja, at øll skulu vera við til alt, men ólav-
søkan má ikki haldast uppá
premissirnar hjá bara einum
persóni í familjuni, sigur
Armgarð Arge.
– Konur hava havt eina ótrú liga
óinteressanta ólavsøku í nógv ár. Tí
tað var ein mann fólka veistla, har teir
kundu reypa og vera øðiligir, meðan góðu
mamm urnar og børnini fóru tíðliga í song.
Í dag er øðrvísi. Vit síggja ikki longur
hesar deyðdruknu menninar, sum fyltu
býarmyndina á ólavsøku fyrr, og súra
konan, sum gekk og hálaði hálvfullan
mann, er eisini um at hvørva.
Hetta kann millum annað koma av,
at ólavsøkan sum veistla ikki hevur
sama týdning sum fyrr, heldur
Armgarð Arge, sum vísir á, at
fyrr vóru tvær stórar veitslur:
annað jólakvøld og ólavsøkan.
Men nú býður árið so nógvar aðrar
veistlu, at alt skal ikki brennast av á ólavsøku.
– Og so duga vit kanska betur at virða hvønn
annan og gera innanhýsis avtalur, so tað er rúm
fyri, at bæði maður, kona og børn fáa eina góða
og stuttliga ólavsøku.
Mena Joensen, alkoholmisbrúksráðgevi, sigur,
at eisini á rúsdrekka-økinum skulu geva hvørjum
øðrum frælsi.
– Í fyrstuni, tá eg bleiv edrú, helt eg eisini,
at maðurin skuldi vera tað. Men hann dugir at
drekka, og honum dámar tað, so hví skal eg taka
tað frá honum?
Tær tríggjar eru tó samdar um, at eitt greitt
mark er fyri stuttleika: Børn og full fólk hoyra ikki
saman.
– Tað líkist svartasta ongum at foreldur ganga
sjónliga ávirka við børnum á ólavsøku, sigur Mena
Joensen avgjørd.
– Nei, hetta hoyrir ongastaðni heima, og er
ágangur móti børnunum, leggur Marit Holm
Petersen afturat.
Hetta merkir sjálvsagt ikki, at øll skulu vera
avhaldsfólk á ólavsøku. Børn hava eisini brúk fyri
at síggja, at foreldrini kunnu drekka eina øl ella
eitt glas av vín uttan at missa tamarhaldið. Tað
týdningarmesta er, at ólavsøkan verður hildin í
kærleiksfullari virðing fyri hvørjum øðrum, bæði
vaksnum og børnum.
- Og vit skulu læra okkum at tosa og gleðast
um, hvussu stuttligt vit høvdu tað, í staðin fyri,
hvussu full vit vóru, sigur Marit Holm Petersen,
kærleikscoach.
Lagt til rættis:
Dorit Hansen
Myndir: Jens K. Vang/
Beinta Haraldsen
Sjalusi er irrationell
Skeg ella skít
Hon er ótrygg, tí hann hyggur eftir einari aðrari. Á
ólavsøku hitta vit gamlar vinir og fyrrverandi flammir.
Vit práta, hyggja og flirtra. Men hvar gongur markið?