Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 137 - 21. juli 2009 Fyrr var tað óhoyrt í Føroyum, men í dag verður neyvan parið gift, uttan at vinir halda ein sonevndan polterabend fyri komandi brúður of brúðgómi NÝGGIR SIÐIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sum orðið sigur stavar sið­ urin úr Týskalandi. Upp­ runa liga var hetta ein hend­ ing, har komandi brúðar­ par ið saman bjóðaðu vinum og kenningum til saman­ komu uttan fyri húsini hjá brúðurini ella foreldrum henn ara. Talan var ikki um form­ liga innbjóðing til hvønn sær, men heldur gingu hesi tíðindi munn av munni. Mat ur og drekka var ein fast ur táttur, men hæddar­ punktið var, tá porselen og leirlutir vórðu knústir niður í vegin. Hetta skuildi merkja eydna hjá teimum, sum stóðu fyri at giftast. Hesin siðurin hevur síð­ ani breitt seg víða um. Bæði vestur eftir til USA og norð ur eftir til Danmark og síðani eisini til Føroya. Fríggjadagin, tá vit komu framvið Bursatanga, var ein heilur herur komin í land av Rituni úr Nólsoy. Tað vóru ungar kvinnur, sum skuldu halda polterabend fyri ein­ ari vinkonu, sum komandi leygardag skal standa brúð­ ur í Nólsoy. Tað skortar ofta ikki upp á hugskot, tá polterabend er á skránni, og viðhvørt kann tað ganga í so lívligt fyri seg. Sum um vikkuskiftið í Keypmannahavn, tá nakrir vinir »burturfluttu« kom­ andi brúðgómin. Hetta fór fram á ein so fantasifullan hátt, at fólk ringdu til løg­ regluna, sum mannsterk møtti upp í einari park at loysa málið. Í tí førinum vóru tað nakrir fullir mans, teir møttu. Her heima í Føroyum gongur tað kanska ikki so harðliga fyri seg, men tað er meiri enn so komið fyri, at løgreglan hevur verið við í spælinum og hevur »hand­ tikið« komandi brúðurina. Meiri óskyldugt Men vanliga gongur tað frið arliga fyri seg, og hjá mannfólkinum gongur tað ofta út upp á at fáa eitt stutt­ ligt kvøld í býnum burtur úr. Brúðgómurin í hesum føri kom til Føroya við flog fari fríggjadagin, og hann var tikin á flogvøllin­ um av vinmonnunum. Síð­ ani í bili til Havnar, har tyrl an bíðaði. So gekk leið­ in út í Skúvoy, har ein tími gekk í góðveðrinum við at práta við skúvoyingar og drekka øl. So gekk leiðin norður á Borðuna, og síðani varð spák að heim eftir oynni, heim í bygdina. Konufólkið fór sum nevnt til Havnar og síðani niðan í Bowlinghøllina at bowla og síðani eta ein bita. Øll end­ aðu úti í Nólsoy aftur um kvøldið, har tey hildu fram at hugna sær. Soleiðis kann ein polter­ abend eisini ganga fyri seg, hetta nýggja trendið, sum allarhelst er komið fyri at verða. Síðsti dagur sum single Ferðslu­ óhapp á Norðasta Horni Fýra bilar inn­ blandaðir í ferðslu­ óhapp á Norðasta Horni FERÐSLUÓHAPP Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fríggjadagin hendi eitt ferðsluóhapp úti á Norð­ asta Horni í Havn. Fýra bilar koyrdu eftir hvørj­ um øðrum móti Havnini, tá tann fremsti skuldi snara inn á Norðasta Horn. Bilarnir, sum fylgdu eftir, vóru ikki nóg ansn­ ir, og tann næstfremsti rendi upp í reyvina á bilinum, sum snaraði inn á Norðasta Horn. Men ikki nóg mikið við tí. Eisini teir báðir bilarnir, sum koyrdu aftan á, rendu upp í reyvina á teimum framman fyri so í alt fýra bilar vóru bland aðir upp í ferðslu­ óhappið. Hetta hendi stutt fyri klokkan 17.30 fríggja­ dagin, og sjálvt um sjúkra bilur varð boð­ send ur, hendi eingin fólka skaði. Skaðarnir á bilarnar vóru eisini bert smávegis. Ein heilur herur av ungum konufólki á keiini á Bursatanga fríggjadagin. Daman við myndini og ballónunum er Anja Jacobsen, og hon skal giftast leygardagin Mynd: Leo Poulsen Tað er ikki ofta tað hendir, men ein »harmoniku ­ samanstoytur« var fríggja­ dagin úti á Norðasta Horni, har ein bilur hjá Kringvarpinum var uppií Mynd: Rigmor Dam Størsta hækking í tvey ár Europeisku partabrævakursirnir halda fram at hækka, og tað er nú sjeyndi dagur upp í slag, at teir ganga uppeftir. Sambært Bloomberg er talan um longsta tíðarskeið við hækkingum síðani august 2007. Talan er ikki um ógvusligar hækkingar, men paneuropeiska Dow Jones Euro liggur kortini 0,6% hægri og bretska FTSE 100 hevur upplivað líknandi hækking Í Fraklandi hækkar CAC 40 somuleiðis 0,6%, eins og týska DAX liggur 0,6% hægri, skrivar boersen.dk Bjargingarpakkar fyri 23,7 milliardir dollarar Amerikansku skattgjaldararnir kunnu koma at gjalda eina rokning upp á heilar 23,7 milliardir dollarar. Peningurin verður nýttur til hjálparpakkar til búskapin og sum neyðhjálp til trongdar fyritøkur. Tað metir Neil Barofsky, sum er serligur ráðgevi í fíggjarligu bjargingarætlanini hjá stjórnini, Troubled Asset Relief Programme, skrivar boersen.dk. Ein talsmaður í fíggjarmálaráðnum, Andrew Williams, heldur tó ikki, at tølini eru røtt. Higartil hevur stjórnin bert nýtt tvær milliardir dollarar, sigur hann.