týsdagur 21. juli 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Ólavsøkublaðið – juli '09
15
Ólavsøkublaðið – juli '09
Í ár er møguleikin fyri eini
føroyskari kenning á tjóð
ar hátíð okkara størri og
betri enn nakrantíð áður
Stutt fyri jól í fjør fingu føroyingar
sín tjóðarsnaps, tá fyritøkan Dism
við Mortan Mols Mortensen og
Erling Eidesgaard á odda, fór undir
at framleiða føroyskt rúsdrekka.
Úrslitið var akvavitt, ið fekk navnið
Lívsins Vatn.
Fyri góðum mánaði síðani kunn
gjørdu somu menn, at nú fekst
Eldvatn. Eldvatn er vodka, framleitt
úr føroyskum vatni til føroyingar.
At skola sterka løgin niður, hevur
føroyingurin manga føroyska øl í at
velja. Føroya Bjór framleiðir og selir
hópin av ymiskum øli, og harvið eru
møguleikarnir fyri at drekka sær
eina reina føroyska kenning er størri
og betri enn nakrantíð.
Nossaheitur snapsur
Men er tað nakað, ið er serføroyskt
og hoyrir tjóðarhátíð okkara til,
er tað sermerktar blandingar við
einum heilt óvanligum temperaturi
– ofta nevndur nossatemperaturur –
bjóðaður úr lummafløsku.
Hóast tað ikki er til at vita, hvat
tú fært í munnin, eru nakrir aftur
vendandi løgir, ið tú heilt víst fært
bjóðað á ólavsøku.
Heitt Taffel Akvavitt, ein sonevnd
ur reyður Aalborg, er tann mest
vanligi. Ein variantur av hesum er
at sleppa nakað av sitrónvatn í. Ikki
tí, at tað verður betri av tí, men tað
ger man bara.
Heitt og bíligt ginn er somuleiðis
tiltikið. Ein nýggjari drykkur er
Baileys, hvørt løgur í høvuðsheitum
er gjørdur á whiskey og róma, og
fær hann ein ógvuliga undarligan
og klumputtan konsistens av liggja
í flógva vestalummanum. Famous
Grouse og annað whisky í minni
dýra endanum, eru eisini klassikarar.
Við øðrum orðum er tað dansk
asta akvavitti eins føroyskt og
Lívsins Vatn á ólavsøku. Skál og
góða ólavsøku!
______________________________________
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ein feit
FØROYSK KENNING
Drekka
fyri átta
milliónir
Smáir 100.000 litrar av øli, góðir
20.000 litrar av víni og smáir
20.000 litrar av spiritusi. So mikið
leggja føroyingar inn undir seg
upp undir ólavsøku
»Skál og góða ólavsøku!« Á ólavsøku verður
drukkið, og tað verður drukkið nógv. Við
festivalum bæði fyri og eftir ólavsøku er ilt at
siga, hvussu nógv fólk drekka júst á ólavsøku,
men Rúsdrekkasøla Landsins hevur gjørt eitt
yvirlit yvir, hvat og hvussu nógv løgdu undir
seg, tær báðar tvær vikurnar fyri tjóðarhátíð
okkara í fjør.
Selja fyri átta milliónir
Rúni Herup Olsen, innkeypsleiðari í Rús
drekka sølu Landsins, sigur, at tey meta, at
sølan verður nakað tann sama í ár sum í fjør.
Tað merkir, at føroyingar helst fara at keypa
rúsdrekka fyri 8.245.197 krónur, tí so mikið
brúktu føroyingar í Rúsdrekkasølu Landsins
upp undir ólavsøku í fjør.
Hesar krónur vórðu býttar soleiðis, at
4.341.801 krónur fóru til spiritus, 2.411.091
krónur til øl og 1.492.305 krónur til vín. Fyri
hesar pengar fingu føroyingar 95.046 litrar
av øl, 22.279 litrar av víni og 19.596 litrar av
spiritus.
Tilsamans 136.921 litrar av rúsandi løgi.
– Um eg persónliga skal gera nakrar
viðmerking til innkeypsvanarnar í løtuni, so
rokni eg við, at serliga sølan av cider fer at
verða stór upp undir ólavsøku í ár, sigur Rúni
Herup Olsen sum viðmerking til hagtølini.
Drekka meiri vín
Í yvirlitinum hjá Rúsdrekkasølu Landsins
verður cider bólkað undir vín. Tað sæst eisini
aftur á hagtølunum, sum vit eisini prenta her
á síðuni, tí í 2008 seldu tey væl meiri vín enn
í 2007.
Harumframt minkaði sølan av bæði øl og
spiritus frá 2007 til 2008.
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
2008:
Vín
22.279 litrar
Kr. 1.492.305
Spiritus
19.596 litrar
Kr. 4.341.801
Øl
95.046 litrar
Kr. 2.411.091
2007:
Vín
18.999 litrar
Kr. 1.267.037
Spiritus
22.106 litrar
Kr. 4.551.510
Øl
105.441 litrar
Kr. 2.625.966
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
MYND: ÁLVUR HARALDSEN