týsdagur 21. juli 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 137 - 21. juli 2009
CIT góðtekur bjargingarpakka
Nevndin í amerikanska fíggjarstovninum CIT góðkendi í gjár bjargingarpakkan
upp á tríggjar milliardir dollarar. Hetta merkir, at felagið – eftir tingingar døgnið
runt um vikuskiftið – sleppur undan at lata inn umsókn um konkurs. Amerikanski
fíggjarheimurin hevur bíða í spenningi eftir, um ein loysn fekst á fíggjarligu
trupulleikunum hjá felagnum, tí fór CIT av knóranum, kundi tað tikið aðrar
fíggjarstovnar við sær í fallinum. Nú er felagnum tryggjað eina umstrukturering og
hetta fer at veita kundunum hjá CIT nóg mikið av kapitali. Bjargingin verður tó
ikki bílig og fer væntandi at kosta felagnum 11% í rentu, skrivar Financial Times.