Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Ólavsøkublaðið – juli '09 19 Ólavsøkublaðið – juli '09 Tey vórðu ákærd fyri bólka sex, kommun ismu, undir gravingar­ virksemi og landasvik. Men kortini vóru tey bæði fyrstu árini við Grímu tey bestu. Stovningarárið var 1977, har fimm ungir og progressivir sjónleikarar ferðaðust kring oyggjarnar við einum leiki fyri og øðrum eftir. Tey fimm vóru Eyðun Johannesen, Rosa á Rógvu, Kári Øster, Egi Dam og Birita Mohr. Og tey vóru skírd at vera russara­ vemmiliga­reyð og fúl, sum beri fanin. Men vanligi føroyingurin tók væl ímóti modernaða sjónleikinum, við stóru rørslunum, kenslubornu senunum, rópum og geylum, øðrvísi búnum og atfinningarsemi mótvegis smáborgarliga samfelaginum. Soleiðis var tíðin – eisini í Grímu. ­ Hetta var síðst í 70árunum og sjónvarpið var ikki komið enn. So fólk streymaðu til leikarnar, sum vórðu so væl fagnaðir, at vit fimm kundu liva av inntøkunum frá atgongumerkjasøluni. Tað var eisini í hesum árum, at tey bæði, Birita Mohr og Egi Dam funnu saman sum par. Eitt kvøldið í ársveitslu hjá Mimir. Russarareyða Gríma Birita krøkir beru beinini upp undir høkuna, meðan vit tosa. Við fríum rørslum og summarkjóla líkist hon ikki einari vanligari føroyskari konu um tey fimmti árini. Sitandi á lítla stólinum mitt á gólvinum í stóra svarta venjingarrúminum á Tjóðpallinum. Hinumegin borðið situr maður hennara, Egi, og lenar seg aftur á stólinum. Millum tey á borðinum liggur kopieraða leikritið, ella monologurin »Pietá«, í einari reyðari plastmappu. Tekstur er undirstrikaður og viðmerkingar krutlaðar á margina við blýanti. ­ Jú, vit vóru kanska russarareyð. Til dømis varð lønin býtt eftir tørvi. Eg, Birita og Rosa høvdu bara okkum sjálvi, so vit fingu 4000 krónur um mánaðin. Kári hevði lestraskuld, so hann fekk 6000 krónur, og Eyðun hevði bæði konu og børn at forsyrgja, so hann fekk 8000 krónur, greiðir Egi frá. Reyði liturin kom eisini til sjónd­ ar, tá tey til dømis noktaðu at upptraðka í SMS, sum eftir teirra sannføring umboðaði alt tað illa í kapitalistiska samfelagnum. Bjóða parlagnum av Seinastu tveir mánaðirnar hava Birita og Egi vant einmansleikin »Pietá«, sum verður framførdur á Tjóðpallinum um ólavsøkuna. Hann sum leikstóri, hon sum einasti leikari – og tó, hon er ikki heilt einsamøll á pallinum. Einaferð áður hava tey sett leik upp einsamøll. Tað var »Skøkjurnar ganga fremst inn í himmalin«, eftir spanska prestinum Jose´Luis Martin Descalzo, miðskeiðis í 90unum. Tey eru fullgreið um, at tey bjóða lagnuni av, tá tey sum par arbeiða so tætt og konsentrerað saman alt samdøgrið í einar tveir mánaðir. ­ Seinast endaði tað heilt galið. Vit runnu skríggjandi vekk frá hvørjum øðrum dagin eftir premieruna, og vóru frá hvørjum øðrum í eitt heilt ár, fortelur Egi. Tey rokna tó við, at parlagið fer at halda hesaferð, tí, sum tey siga: Vit brýnast við aldrinum. ­ Sum yngri vóru vit meira av­ gjørd, fýrakantað og kanska eisini egoistisk. Kanska eru vit eisini eitt sindur dovnari, sigur Birita og flennir til Ega. So ymisk og tó Tey eru sera ymisk av lyndi. Hon, sum tann spontana og energiska morgunmenniskjan, og hann sum tann róligi, sum tekur lívið, sum tað kemur og ger tingini meira í stillum. Men tey hava lært at livað við serheitunum hjá hvørjum øðrum. ­ Hetta er helst tann gamla søg an um kvinnuna og mannin. Onk urs­ vegna fella vit fyri tí, sum vit ikki sjálvi hava, og kunnu soleiðis skapa eina heild í parlagnum, sigur Egi. Mótsetningarnir koma serliga til sjóndar um morgnarnar, har Birita flýgur upp úr songini, og fær húsið og aðrar uppgávur frá hondini í einum. Eisini ger hon raddarvenjingar í stovnuni, so ein uttanfyristandandi hevði hildið, at her var heilt galið. Egi, harafturímóti, skal bara hava frið fyrstu tveir tímarnar av degnum. Krógvar seg á kummuni í ein tíma, lesur, fer í bað og so annars spakuliga fram. ­ Hon er mær í so energisk um morgunin. Tá hon dustsýgur, kann tað oyðileggja mær allan dagin. Serliga tá eg vil hava frið, sigur Egi, meðan hann gníggjar sær um skallan. Har er lítið hár. Og tað sum er, hevur eitt løgið reyðlitað skarð. Sum ein reyð gloria. Men har er ongin gloria. Tí Egi er og verður provokatør. Eins og Birita. Umbering fyri bólkasex Tað er ongin loyna, at fleiri av Grímu­leikunum hava provokerað. Bæði politiskt, átrúnaðarliga og sexuelt. Tað var eisini meiningin í teimum sosialrealistisku 70unum og 80unum. At spæla leikir við boðskapi. Í dag eru leikirnar aloft­ ast lívsmyndir, sum hvør ein stak­ ur kann fáa nakað burturúr, tí postmodernisman sjálv andi eisini røkkur upp á pall. Men kortini hava tey fingið sinnini í kók seinastu árini. Tey verða týðuliga hugtikin, tá tosið fer yvir á føroyska samfelagið, smáu forholdini og reaktioneru kreftirnar, sum leikbólkurin setti seg upp ímóti frá fyrsta degi. ­ Vit vóru kanska naiv og hildu, at vit kundu bjarga heiminum, fáa rættvísi, líkarætt og frið. Óli Breck­ mann og Dagblaðið skrivaðu síðu upp og síðu niður um okkum. Tað var púra óhoyrt tá í 70unum at arbeiða í bólki, til dømis einum sjónleikarabólki. So tey ákærdu okkum í ramasta álvara fyri at brúka leiklistina sum skálkaskjól fyri at sleppa at dyrka bólkasex, sigur Birita, og tey flenna og rista á høvdunum. Vandamikla listin Men hví framføra tey kortini ofta leikir, sum fáa hetta elskuliga para­ dísið upp á kók. Sum til dømis Ginu­ søgur? ­ Vit vilja klóra í fasaduna. Seta tingini í perspektiv og avdúka dup­ ult moralin, trongskygni og aðrar modbydeligheitir. Tí koma vit sjálv­ andi ofta inn á sex, gudiligtheit, drykki skap, harðskap, kúgan og onnur tabu, sigur Egi. Og hann minnist aftur á prestin Olufson, sum fór upp at sprella, tá tey settu eina skøkju í rúm við einum jesuskrossi. ­ Har avdúkaði hann seg so dyggi liga í sínum gamla testa mentl­ iga rotinøskapi, sum ikki hoyrir Pallur, parlag og provo Meðan Egi flýggjar inn á kummuna, stendur Birita og ýlir inni í stovuni. Ja, morgnarnar eru ein sonn farca heima hjá sjónleikaraparinum Mohr/Dam, sum eru pall-aktuell um ólavsøkuna Framhald á næstu síðu