Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 137 - 21. juli 2009 Føðing Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Fyrr, tá óvitar spurdu til, hvað­ an smábørnini komu, varð van­ ligt at billa teimum inn, at tey komu við Storkinum. Henda mytan livir enn, tó flestu tilkom­ in í dag vita, at tað ikki er so í veruleikanum. Hjá 28 ára gomlu Eyðnu og 29 ára gamla Hans Eivind Olsen úr Skopun hevði tað tó ikki verið stórt øðrvísi, var tað Stork­ urin, ið kom við barninum. Sunnudagin klokkan 14.10 átti Eyðna eina vælskapta dóttur, men meðan flestu foreldur hava níggju mánaðir at fyrireika seg í, fingu tey bæði nýklaktu for­ eldrini eitt heldur styttri skotbrá ­ tríggjar tímar. ­ Eg mundi sligið læknan nið­ ur, tá hann segði at eg skuldi eiga. Soleiðis greiðir Eyðna frá, hvussu hon reageraði, tá læknin gav henni boðini. ­ Og eg reageraði slett ikki, men hevði úr at gera við taka mær av Eyðnu, greiðir Hans Eivind frá. Visti av ongum Í millum 32 og 36 vikur hevur 28 ára gamla Eyðna borið eina dóttur, uttan at hon sjálv visti av tí. Fyri stuttari tíð síðani eru tey komin aftur av Rhodos, har tey bæði Eyðna og Hans Eivind hava hildið feriu. Eyðna hevur síðani verið til arbeiðis aftur í síðstu viku, hon arbeiðir á eini vøggustovu, og alt hevur verið sum vanligt. Leygardagin gjørdist Eyðna tó verri fyri, fekk fepur og lá heima og spýði. Sunnumorgunin settu tey seg í samband við læknan, tí skilið var tað sama. Klokkan 11 fingu tey tíð hjá læknanum heima á Sandi. ­ Tað var ikki frítt, at mann hevði mistanka um svínakrím ella okkurt sovorðið, greiðir Eyðna frá. Tá læknin hevði kannað hana og diagnosan ljóðaði, var tað ikki júst tann diagnosan, Eyðna hevði væntað. Hann segði, at hon var komin at eiga, og at tað var her og nú. Boð vóru send eftir tyrluni til sjúkraflutning, tí tað fór at taka ov langa tíð við Teistanum. Longu klokkan 14.10 kom lítla diddan í verðina, væl skapt, 50 cm long og vigaði 3020 gramm. ­ Eg helt fyrst at hann tvætl­ aði. Eg trúði tí als ikki, greiðir Eyðna frá. Mong kunnu ivast, hvussu tað ber til at verða við barn og verða komin at eiga, uttan at vita av tí, men tá eg spyrji Eyðnu um tað, stendur hon líka spyrjandi sum eg. ­ Eg veit tað ikki. Vit høvdu ongan sum helst mistanka ella nakað, greiðir hon frá. Eitt hugnaligt sjokk Tað er greitt at hetta er komið á nýklaktu foreldrini sum eitt sjokk. Men her er talan um eitt at teimum heilt hugnaligu sjokk­ unum. Eyðna og Hans Eivind hava verið saman í níggju ár og gift í fimm, og hetta er fyrsta barnið hjá teimum. Spurd, um tey hava roynt at blivið við barn, svarar Hans Eivind, at tey havi ikki gjørt nakað fyri ikki at blíva við barn. ­ Tað hevur altíð verið væl­ komið, tá tað skuldi koma, og nú kom tað bókstavliga, sigur Hans Eivind. Næsta tíðin hjá nýklakta páp­ anum verður ivaleyst við at gera eitt barnakamar klárt, men tað er eftir øllum at døma eingin trupulleiki. ­ Tað skal ikki standa á. Hús­ ini eru nýggj og stór, so tað er rúm fyri tí, sigur pávastolti páp­ in bragdliga. Hvat navninum viðvíkur, so er enn einki avgjørt. ­ Mann hevur sjálvandi hugs­ að, at tá mann einaferð fekk børn, og tað var ein genta, so skuldi hon eita so, og um tað var ein drongur, so skuldi hann eita so. Men enn eitur hon bara didda Olsen, ella Prinsessa Olsen, sigur nýklakta mamm­ an. - Tú ert komin at eiga. Tað vóru boðini, læknin gav 28 ára gomlu Eyðnu Olsen úr Skopun, tá hon kom til kanningar. Illgruni var um svínakrím, men »sjúkan« vísti seg at vera verkir Hon er sum komin av himni. Tey fóru til læknan sunnumorgun við illgruna um at Eyðna hevði fingið svínakrím, men endaðu á føðideildini á Landssjúkrahúsinum við eini dóttur Mynd: Álvur Haraldsen Hildu tað var svínakrím – fingu eina DÓTTUR Spurnartekin sett við HIV-viðgerð í Afrika Kanningar vísa, at hátturin HIV verður viðgjørt í Afrika, kann gerast nógv effektivari, um peningurin til kanningar varð fluttur til lokalar bygdir. Heldur enn at nýta so nógvan pening á dýrum starvsstovum. Úrslitini vísa, at royndirnar í starvsstovum hava hjálpt lítið millum fólk í Afriku. Somuleiðis greiðir ein lækni í Afriku frá, at tað hevði hjálpt einum triðingi afturat, um peningurin varð nýttur lokalt í staðin.