Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Ólavsøkublaðið – juli '09 21 Ólavsøkublaðið – juli '09 saman við orðinum um kærleika og fyrigeving, sigur Egi fortørnaður. Og hann forklárar, at leiklistin hev ur altíð verið vandamikil hjá valds­ harrunum, og hin fyrsta listin, sum verður bannað ella kontrolerað, tá nýggj einaræði koma til. Fylgja dreymunum Sum sjónleikarar hevur lívsrútman hjá Ega og Biritu verið øðrvísi enn hjá teimum flestu. Bæði gerandis­ dagurin og árini saman. Nógv at gera til tíðir og als onki aðrar tíðir. Við tveimum synum, sum nú eru vaksnir, hevur veruleikin viðhvørt bankað á dyrnar, og tey hava tik­ ið sær leys størv fyri at fáa eina støðuga inntøku í eitt tíðarskeið. Líka frá lossing til posthús, vasking og á bóndagarði. ­ Tá vit venja, eru vit 100 prosent á alla somlu tíðina í fleiri mánaðir. Meðan framførslurnar eru, arbeiða vit seinnapart og kvøld. Men tá ongin leikur er á plakatini, hava vit meira frítíð enn tey flestu. So tað hevur verið bæði strævið og óstabilt, men eisini deiliga fjøl­ broytt, sigur Birita. Og tey eru samd um, at tey vildu ikki verið lívið sum sjón leikarar fyriuttan. ­ Vit fara í øllum førum ikki at sita og iðra okkum, tá vit verða gomul. Tí vit gjørdu tað, sum vit allarhelst vildu, sigur Birita, sum eisini er sera fegin um, at fólk taka so væl ímóti tiltøkunum, sum Gríma og Tjóðpallurin hava at bjóða. Fúla-Gríma Samrøðan er at enda komin, og vit runda av við at spyrja, um tey veruliga dyrkaðu bólkasex í Fúlu­ Grímu, sum Dagblaðið skírdi tey. ­ Nei, tað gjørdu vit absolutt ikki! Men tað sigur nokkso nógv um, hvørjar óforloystar kreftir streingja seg á í høvdunum á fólki, tá tey leggja onnur undir slíkt, eru tey samd um. ______________________________________ Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Birita Mohr spælir leiklutin sum Ria, ein tilkomin kvinna, sum vaknar tíðliga ein morgun í eini dubultsong á einum hotell­ kamari. Hon hevur dundrandi timburmenn. Ein fremmandur yngri maður liggur við hennar lið. Hvør er hann? Hvussu er hann komin upp í hennara song? Ria hevur í langa tíð liva lívið við fullari ferð. Arbeiðslív og privatlív eru við at sindrast – lygnir, sjálvsbedrag, smáar skandalir mynda í dag gerandisdagin hjá Riu. Hví ikki bara flýggja undan heilt? Hví ikki bara bílleggja sær eina vínfløsku frá morgunstundini? Og ímynda sær lívið sum tað kundi verið? Kanska saman við hesum fremmanda manni? Leikurin Pietá er stuðlaður av sokall­ aða »Triðja beininum« undir Menta­ málaráðnum, sum gevur yrkis leikfólki møguleikan at fremja egnar sjónleika­ verkætlanir. Hesa ferð hevur Birita Mohr sjálv tikið stig til at seta hesa verkætlan í verk undir bólkinum Grímu. Unna tær eina góða fríløtu í góðum selskapi við einum góðum sjónleiki spældur av góðum leikara »... mítt lív er ein dungi av ruski og lorti, sum eg flúgvi uppi yvir. Vínið er mínar veingir«. Pietá Eftir Astrid Saalbach Pietá er eitt italskt orð, sum vísir á hugtøkini sorgarvísa, miskunn, guðsótta og bøn um náði. Pietá er somuleiðis ein listarlig mynd av Mariu Moy við krossfesta Jesus í føvninginum. Ein tann kendasta Pietá myndin er marmorstandmynd eftir Michelangelo í Pæturskirkjuni í Rom. Birita Mohr hevur spælt óteljandi kvinnulagnir, eitt nú Antigone, Húsið hjá Bernarda Alba, Glataðu Spælimenninar, Móðir Sjeystjørna, Gøtan, Ginusøgur, Krypilin frá Innishman, Eitur nakað land Weekend?og Køksdrotningarnar. Birita hevur eisini áður staðið einsamøll á palli í krevjandi kvinnuleikluti – á 1994 tá hon sum Rósa leikti einkonuleikin Skøkjurnar ganga fremst inn í himmalin eftir spaniólan José Luis Martin Descalzo. Fyrr í ár fekk Birita væl uppiborið Herðaklappið fyri leiklut sín sum russiska konan Olga í Nordost. Tann 25. juli fer Birita Mohr og eitt mannfólk á pall á Tjóðpalli Føroya í Tórsgøtu 9 við sjónleikinum Pietá Frumframførsla 25. juli. (fyri innbodnum) Sunnudag 26. juli kl. 20 Ólavsøkuaftan 28. juli kl. 20 Ólavsøkudag 29. juli kl. 20 Hóskvøld 30. juli kl. 20 Fríggjakvøld 31. juli kl. 20 Leygarkvøld 1. august. Kl. 20 Framhaldandi sýningar verða lýstar seinni. Leikstjóri: Egi Dam Leikarar: Birita Mohr + eitt mannfólk! Pallmynd, plakat, búnar: Marinna Mørkøre Ljós, palsmíð: Árni Baldvinsson Framleiðsla: Gunnvá Zachariasen Hjálparfólk: Gunvør Hofgaard og Elisabeth Olsen Atgongumerki á 160 kr. á forsølu á www.billett.fo. 180 kr. við dyrnar undan sýning. Tórshavnar kommuna á ólavsøku Kunning um ólavsøkuna wc Á ólavsøku hevur Tórshavnar kommuna wc-vognar standandi ymsa staðni í býnum. Vognarnir standa á hesum støðum: Á P-økinum við J. Paturssonar gøtu, á Skálatrøð og undir Bryggjubakka. Harumframt verða kommunalu wc-ini opin í Kiosk Steinatúni, í Mylnugøtu og aftan fyri Sjónleikarhúsið. Ferðsla og á ólavsøku Rennikapping mánadagin 27. juli kl. 17.30-19.30; økið undir Bakka verður stongt fyri allari ferðslu. Kappróðurin ólavsøkuaftan (millum kl. 14.00 og 19.00); Eystara Bryggja verður stongd fyri vanligari bilferðslu frá Kongabrúnni til Jónas Broncks gøtu. Somuleiðis er ikki loyvt at parkera á parkeringsøkinum á Bursatanga frá 27. juli kl. 20.00 til ólavsøkudag kl. 9.00. Ólavsøkuaftan, frá kl. 12.00 til hósdagin 30. juli kl. 12.00 eru hesar broytingar í ferðsluni: Bilferðsla er ikki loyvd eftir Áarvegnum frá Havnargøtu, niðan á Vaglið, í Mylnugøtu, í Niels Finsens gøtu frá Vaglinum og niðan til Sjónleikarahúsið, í Tórsgøtu, oman í Vágsbotn og yvir á Skálatrøð. Parkering er heldur ikki loyvd á hesum økjum. Vanlig bilferðsla er ikki loyvd tvørtur um Niels Finsens gøtu á vegamótinum Bøkjarabrekka/Steinatún, undantiknir eru hýruvognar, Bussleiðin og Bygda- leiðir. Meira um parkeringsviðurskifti sæst á www.torshavn.fo Bussleiðin Týsdagin 28. juli (ólavsøkuaftan) koyrir Leið 1 seinasta túr av Hamrinum kl. 13.53, Leið 2 koyrir seinasta túr av Argjum kl. 14.05, og Leið 3 koyrir seinasta túr av Norðasta Horni kl. 14.05. Mikudagin 29. juli (ólavsøkudag) koyrir Leið 1 fyrsta túr kl. 11.53, og Leið 2 og 3 koyra fyrsta túr kl. 12.05. undir midnáttarsanginum Midnáttarsangurin á Vaglinum ólavsøkukvøld er millum størstu tiltøk í Føroyum. Samarittarnir hjá Reyða Krossi eru eisini á Vaglinum. Reyði Krossur hevur tríggjar støðir, soleiðis at tað altíð ber til at veita skjóta hjálp. Telefon 112 ella 351448. Ansið væl eftir tykkum og tykkara næstrafólki. Sanghefti til midnáttarsangin Sanghefti til midnáttarsangin fáast í Snarskivuni frá mánadegnum 20. juli. Sangheftini fáast eisini í Ráðhúsinum og í Býráðssalinum, meðan opið er ólavsøkudag millum kl. 16.00 og 18.00. Somuleiðis fáast sanghefti í sambandi við sangløtuna á midnátt ólavsøkukvøld. Tá fara skótar at býta út á trappuni uttan fyri Býráðssalin. Góða ólavsøku! P P P P P P P P wc wc wc wc wc wc wc Bilferðsla ikki loyvd Ongin gjøgnumkoyring – bussar/hýruvognar undantiknir Meðan róð verður um kapp er stongt P á ólavsøku Móttøkuhúsið hjá Tórshavnar kommunu í Tróndargøtu er opið ólavsøkudag millum kl. 16.00 og 18.00, har høvi verður at síggja listasavnið í húsinum og húsið annars. Eisini Ráðhúsið og Býráðssalurin eru opin ólavsøkudag kl. 16.00 til 18.00. Áarvegur Mylnugøta Niels Finsens gøta Bøkjarabrekka N. Winthers gøta Tórsgøta Havnagøta Ni el s F i n s e n s gø ta Vág s b o t nu r Skál at r ø ð