Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 137 - 21. juli 2009 Sosialurin Samvinna við Stórabretland Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Í farna mánað vitjaði landsstýrismaðurin í vinnu málum, Johan Dahl bretska høvuðstaðin fyri at fáa innlit í arbeiði hjá føroysku sendistovuni har og fyri at hitta umboð fyri bretskar olju myndugleikar og bretskar parlamentslimir við atliti til at menna samvinnuna millum londini. Sum skilst vóru fundirnir góðir. Føroyski sendi mað urin Áki Johansen gav eina gjølliga kunning um virksemið á sendistovuni. Eftir tað vitjaði landsstýrismaðurin bretsku oljufyrisitingina, har hann varð kunnaður um framíðar ætlanir og møgu leikar í sambandi við olju- og gass leit ing og framleiðslu vestan fyri Hetland. Lands stýrismaðurin hitti eisini høgtstandandi umboð fyri StatoilHydro, sum vóru rættiliga bjartskygd um komandi olju leitivirksemið við Føroyar. Lok sins vitjaði Johan Dahl eisini í bretska parla mentinum, har hann hitti umboð fyri bretsk-føroyska bólkin í tinginum. Tosað varð um møguleikarnar fyri at menna samvinnuna millum londini. Ì hesum bólkinum, sum nettupp hevur til endamál at knýtta tættari bond millum báðar tjóðirnar, eru tinglimir úr ymsum pørtum av Bretlandi umboðandi ymsar flokkar og áhugamál. Formaðurin er úr Orknoyggjunum. Eingin ivi er um í okkara hugaheimi, at Bretland er nettupp eitt av okkara framtíðar fokusøkjum. Vit hava søguliga traditión fyri samvinnu við Bret land her ikki minst á fiskivinnuøkinum. Hetta sam band eigur avgjørt at útbyggjast eins og vit nú eisini eiga at foksu sera meira uppá eitt framtíðar oljuvinnusamstarv. Men eisini í aðrar mátar er gróðrar botnur fyri samvinnu, handilsliga og mentanarliga. Alt gott um okkara norðurlendsku røtur og sam vinnu- traditiónir. Tær hava verið við til at menna okkum sum land og fólk, men tíðin er komin til, at vit í størri mun eisini hyggja aðrar vegir, og her er Stórabretland ein stórur og spennandi marknaður, umframt at landið er ein góð lopfjøl at røkka longur inn á europeiska meginlandið. Tí er tað eisini kærkomið og skilagott, tá lands- stýris maðurin í vinnumálum tekur stig til eina slíka kunningarferð. Eftir okkara tykki hevur sendistova okkara í London ein týðandi lut í hesi gongd, og vón- andi fáa vit ein veksulvirkning millum sendi stovuna, føroyskar myndugleikar og ikki minst vinnu- og handilsrekandi heima sum burturi. Vit hava lyndi til bara at fokusera uppá okkara út flutn- ing, men tað hevur so sanniliga eisini nógv at siga fyri okkara samfelag, at vit eisini hugsa um innflutningin. At vit troyta teir bestu og bíligari marknaðirnar og sleppa undan dýrkandi millumliðum í teimum lond um vit traditionelt handla við og brúka sum millumstøðir. Tað var tí eisini stórt spell, at Norrøna gavst at sigla til Stórabretland, men vit mugu so bara hava við í framtíðar tilrættaleggingini at leggja botn undir einum komandi sambandi, ið kann vera við til at byggja brýr bæði fyri okkara útflutning og innflutning. Sosialurin og Rás2 vóru í London samtíðis sum landsstýrismaðurin vitjaði. Vit fara tí eisini í Rásini og í blaðnum at hava tilfar haðani. Íslendska avgerðin um at søkja ES-limaskap og gongdin í heiminum í dag krevja, at Føroyar broyta sín Europapolitikk. Veru- leikin hevur yvirhálað føroyska uttanríkisráðið, ið framvegis ikki vil flyta eitt komma í Europa- politikk inum Ísland hevur tikið eitt stórt uttanríkispolitiskt stig við at lata Europasamveldinum sína umsókn um limaskap. Í roynd og veru eru ís ­ lendingar komnir nógv longri enn vit í Føroyum. Hetta hóast samgongu­ skjalið hjá ABC­sam gong­ uni sigur, at vit skulu í sam ráðingar við ES til tess at vita, hvørjar treytir eru fyri at gerast partur av felagsskapinum. Íslendska stjórnin torir at fáa vitan. Føroyska lands­ stýrið torir av einhvørjari orsøk ikki. Føroyska perspektivið Bert fá hava sett søguligu avgerðina hjá Altinginum í farnu viku inn í ein før­ oyskan samanhang. Kortini munnu tey flestu vita, at íslendska avgerðin er sera viðkomandi fyri okkum í Føroyum. Avgerðin fær serliga ávirkan á vinnuliga kapp­ ingarføri okkara. Sannlíkt er, at Føroyar koma í ta støðu, at føroyska fiski­ vinnan ikki longur er kappingarfør mótvegis íslendsku fiskivinnuni. Hetta hevði verið ein vanlukka fyri okkum, tí vit fara tá at bløða fíggjarliga. Inntøkurnar fara at svíkja, og tað fær avleiðingar fyri vælferðina og alt annað, sum skal fíggjast í okkara landi. Aðrar avleiðingar Íslendski ES­limaskapurin man koma skjótt. Uttan­ ríkisráðharri Íslands er í arbeiðsklæðum, og hann metir, at landið er innan fyri europeiska garðin longu í 2012 ella har á leið. Her er ein røð av øðrum avleiðingum, tá Ísland er komið upp í ES: • Hoyvíkssáttmálin fellur helst burtur og harvið lagaligir handilsmøgu­ leikar við Ísland • Veiki EFTA-felags skap- urin viknar uppaftur meira, tí bert Noreg, Liechtenstein og Schweiz standa eftir • Besti “vinurin” hjá Før- oyum í EFTA hvørvur • Fyri Føroyar gerst EFTA fullkomiliga óáhugavert, tí størsti kappingarneytin er farin upp í ES og fær fría atgongd til marknað­ in umframt aðrar fyri­ munir • Tankin um eina fiski- vinnusamgongu millum Ísland, Noreg og Føroyar, ið Tjóðveldi og Javnaðar- flokkurin tala fyri, gerst óhugsandi • Áhugin at gera íløgur í Íslandi økist, tí landið er við í ES og hevur at kalla óavmarkaðar ikki­ dálkandi orkumøguleikar • Ísland gerst áhugavert og mennandi land fyri ung at búgva í • Við at lata upp fyri Europa fær Ísland møgu­ leika at gerast fíggjarliga stabilt Í Noreg eru fólk farin at umhugsa somu leið sum íslendingar, og ein møgu­ ligur norskur ES­lima­ skapur fer sjálvsagt eisini at ávirkað okkum í Føroy­ um nógv. Noreg er jú stórt fiskivinnuland og ein av heimsins størstu laksa­ alitjóðum. Ein spurningur um dirvi Avgerðin hjá Altinginum um at fara í samráðingar um limaskap í ES vísir fyrst og fremst, at íslendingar hava dirvi at finna útav, um ES­lima­ skapur er nakað fyri teir. Serliga viðkomandi er at fáa vitan um, hvørjar treytirnar verða fyri fiskivinnuni. “Vit skulu jú vita og ikki gita”, er sagt. Fiskivinnan er júst áhuga økið hjá Føroyum, og útlitini mugu sigast at vera góð. ES hevur jú ein nýggjan fiskivinnupolitikk, har limalond sjálvi stýra vinnuni og fiskiskapinum. Høvuðskravið úr Brússel er, at fiskiskapurin og fiskivinnan eru burðar­ dygg. Í Føroyum er lítið dirvi í ES-málinum. Vit tora ikki at seta okkum saman við ES at fáa greiði á treytun­ um fyri at gerast partur av samveldinum. Heldur enn at vita vil sitandi landsstýri rekast fyri vág og vind við bindi fyri eyguni og propp­ um í oyrunum. Hetta er ábyrgdarleyst. Kommaið skal flytast Høvuðsorsøkin til, at onki hendir í føroyskum ES­poli tikki, skal finnast í føroyska uttanríkisráðnum. Har sigur landsstýris mað­ urin púra misskilt, at gongd in í Íslandi ikki flytur eitt komma í før­ oyska Europapolitikkinum. EFTA-felagsskapurin, sum uttanríkisráðið vil hava Føroyar upp í, viknar í stórum. Einasti “vinurin” hjá Føroyum í EFTA er á veg úr felagsskapinum, og sannlíkt er, at grundarlagið undir EBS­skipanini er farið at ridlað. Eisini av hesi orsøk eigur føroyskur Europapolitikkur at rætta kós. Løgmaður eigur tí sum skjótast at taka stig til, at Europapolitikkurin hjá ABC­samgonguni verður dagførdur sambært tí veru­ leika, vit í dag eru í. Føroyar hava tørv á at flyta seg eftir altjóða rákinum. Nú er tíðin komin til, at uttanríkisráðið flytir kommaið í sínum Europa­ politikki. Verður tað ikki gjørt, kundi væl hent seg, at onnur flyta kommaið í staðin. Kynstrið at flyta eitt komma Løgtings­ og fólkatingsmaður EdMUNd JoENSEN