týsdagur 21. juli 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 97 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Ólavsøkublaðið – juli '09
23
Ólavsøkublaðið – juli '09
Startskotið til ólavsøkuna
verður latið av við einum
braki í Tórsgøtu á ólav
søku konsertini »FUTT í
bý in«, sum verður 27. juli
í ár
Hjá sera nógvum fólkum byrjar
ólavsøkan við legendarisku
ólavsøkukonsertini, sum
eftirhondini hevur fleiri enn 20 ár á
baki.
Jóhannes á Rógvu, formaður
í FUTT, felagið hjá føroyskum
tónleikarum, sum skipar konsertina,
sigur við Ólavsøkublaðið, at av tí
at konsertin í fjør tíbetur eydnaðist
somikið væl, eru ikki tær stóru
broytingarnar í ár. Fyrra árið varð
annars heilt galið, og konsertin var
í vanda fyri at detta niðurfyri, um
ikki eitthvørt álvarsligt varð broytt
við bræði. Men stigtakararnir
tóku sær um reiggj og broytti
konseptið fullkomiliga, eitt nú
við at flyta oman í miðbýin úr
Kommunuskúlagarðinum.
Sostatt verður mentanargøtan
Tórsgøta í ár karmur um konsertina,
sum verður líka frá klokkan sjey á
kvøldið til einaferð út á náttina.
– Vit hava valt at leggja orkestrini
fyri tey yngru fyrr á kvøldinum,
og so líðandi út á kvøldið verður
tilboðið lagað til tey eitt sindur
tilkomnu, sigur Jóhannes á Rógvu.
Sostatt verða til dømis Ragnar og
Faroe5 at hoyra tíðliga á kvøldi,
meðan syngiviðorkestur sum Páll
Finnur Páll, Frændir og Vestmenn
enda kvøldið.
Tveir pallar
Hann leggur dent á, at tað eru
føroysk orkestur, sum fara at vísa
síni kynstur, og hann vónar, at
undirtøkan verður góð. Onnur
ár hevur hon ligið um einir 1000
áskoðarar.
– Vit eru so heppin, at vit hava
tveir pallar, sum framførslurnar
skifta millum. Uttandura er ein
stórur pallur á parkeringsøkinum
við Hotel Tórshavn, og inni á
Tjóðpallinum verða heldur friðar
ligari framførslur við vísusangi og
øðrum, sigur Jóhannes á Rógvu.
Neyvt eftirlit
Hann vísir eisini á, at eftirlitið við
konsertini er nógv batnað seinastu
árini.
– Fyri nøkrum árum síðani
tóktist tað sum, at fyrireikararnir
mistu tamarhaldið á konsertini.
Fólk endaðu á skaðastovuni til
útpumpingar og áskoðararnir
gjørdust alt yngri, sigur Jóhannes
á Rógvu. Tí hava tey hert eftitlitið
nógv, so fólk ikki fáa rúsdrekka við
inn og ikki verða ov full. At tað
ber til at keypa sær eina bjór og
eitthvørt gott undir góman, bøtir
sjálvsagt eisini um støðuna.
______________________________________
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
sparkar ólavsøkuna
í gongd 27. juli
Uttandura
Ragnar
Faroe5
The Ghoest
SIC
Mc Hár
Páll Finnur Páll
Frændir
Vestmenn
FUTT í býin
Mánakvøldið 27. juli
kl. 1902
Kostnaður 250 krónur
Onki aldursmark
Ólavsøkukonsertin 2009
FUTT
Jóhannes á Rógvu, samskipari
Inni á Tjóðpallinum
Guðrið Hansdóttir
Terji Rasmussen
Jens Marni Hansen
Hanus G. Johansen